Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-11, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 11. september 2018síða 22

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Føroyska landsliðið bleiv sett upp á pláss í Kosovo. Eftir ein bjarta byrjan í Nations League, fingu føroysku spælararnir eina stóra ávaring um, at tað spæla vit ikki upp til okkara besta, so hava vit ongan kjans. Liðskiparin sigur, at ”vinnara reisa seg” Tróndur Arge – Pristina, Kosovo ”Vit eru nógv betri spælarar enn hetta, og vit eru eitt nógv betri lið enn hetta”. Orðini eigur Hallur Hansson, miðvallari á landsliðnum. Hann er, eins og hinir spælararnir, vón­brotin av avrikinum á Fadil Vokrri leikvøllinum í Pristina. Føroyska liðið megnar ongantíð at ordiliga fáa fatur á bóltinum í dysti­num. Í staðin bleiv dysturin ein fagnaðarløta hjá kosovobúgvum, sum vunnu sín fyrsta heimadyst í søguni. Hartil sloppu teir eisini at fegna fyrrverandi forsetanum í Fótbóltssambandinum, Fadil Vokrri, sum doyði í summar. Tað setti sín dám á dystin. Ein broyting á liðnum Lars Olsen, landsliðsvenjari, helt kortunum tætt at kroppinum undan dystinum. Til seinastu venj­ ing­ina vísti hann ikki liðið fram, men valdi at halda fast í tíggju av teim­um ellivu, sum byrjaðu inni móti Malta. Einasta broytingin var, at Kaj Leo í Bartalsstovu kom inn fyri Sølva Vatnhamar. -Vit umhugsaðu nakrar møgu­ leik­ar, men eg haldi eisini at spælar­ ar­nir, sum spældu móti Malta, gjørdu tað væl. Tí fingu teir aftur­ val, men Sølvi Vatnhamar hevur ikki spælt so nógv í seinastuni, tí valdi eg at byrja við honum úti, sigur Lars Olsen. Trýstir í botn Tað merkist á leikvøllinum, at hetta er ein týdningarmikil dystur fyri heimaáskoðararnar. Tað er buld­ur og brak, tá dysturin verður bríksl­ aður í gongd. Teir bláu úr Koso­vo leypa á, meðan okkara verja við øllum, sum vit hava lært. Ser­liga høgra síðan hjá Kosovo er vanda­ mikil, har Milot Rashica legði stórt trýst á við síni nógvu ferð. -Eg blívi hálaður úr kjetuni og tað ger, at teir sleppa at renna ­aftur­um meg. Eg haldi vit fáa loyst tað, sum hálvleikurin gongur, sigur Vilj­ormur Davidsen, sum spældi allan dystin á vinstra bakki. -Eg eri ikki nøgdur við spælið í fyrra hálvleiki, men vit standa væl á vøllinum. Teir koma ikki til so nógvar møguleikar, sigur Lars Olsen. Marru­minuttirnir Vónin tykist vera, at vit skulu reisa okkum í seinna hálvleiki, men tað blívur skjótt greitt, at spælararnir hjá Kosovo hava eina aðra ætlan. Seinni hálvleikur er bara fimm minuttir gamal, tá Arbër Zeneli rekkur inn frá vinstu. Tvær ferðir fintar hann, áðrenn hann plaserar bóltin við handaru stong. -Eg veit ikki hvat hendir har. Tað er fleiri spælarar fyri, men onkun­ tíð mást eisini viðurkenna at skotið er gott. Tað gekk so skjótt, sigur Gunnar Nielsen, málverji. Løtuna eftir er føroyska liðið um ein háls. Bara ein minutt seinni hevur Gunnar Nielsen ein bjarging í heimsflokki, men fáar minuttir seinni gongur aftur galið. Vit fáa vart fyri, men klára ikki at rudda bóltin vekk. Tað endar við, at stóri áleyparin hjá teimum, Atdhe Nuhiu, kann tveita seg eftir bóltin og prika hann í málið. Upp á fýra minuttir er føroyska liðið farið frá, at verða nummar eitt í bólkinum, standa væl í verjustøðu og trúgva upp á EM 2020. Nú er brádliga langt á mál. Kosovo spælir sum eitt lið, ið hoyrir til millum væl størri fótbóltstjóðir. Sølvi ger mun Nakað eftir m á l i n i b y r j a r Lars Olsen at skifta út. Ein av t e i m u m , sum kemur inn er Sølvi Vatnhamar. Hann hevur frísk bein og ett róligt sinni á bóltinum. Tað ger mun fyri før­oyska spælið, sum nú byrjar at blíva nakað meiri hóttandi. -Vónin var, at tað enn var mál­ leyst, tá vit kundu byrja at skifta inn. Tá høvdu teir kanska eisini verið kroystir av trýstinum at vinna. Tíverri er tað mest sum av­ gjørt, tá vit byrja at skifta. Eitt mál kundi fingið lív í dystin, men lat ongan iva vera um, at betra lið­ið vann í dag, sigur Lars Olsen, lands­ liðsvenjari. ”Vinnarar reisa seg” Liðskiparin á føroyska lands­lið­ num, Atli Gregersen, er eins argur og hinir spælararnir á landsliðnum u m avrikið og úrslitið. Hann ásann­ar, at tað er munur á liðunum og at Kosovo var væl betri. -Vinnarar reisa seg. So nú fáa vit at síggja hvat vit eru gjørdir av. Vit hava tveir dystir í oktober, har vit spæla á heimavølli og hava okkara 12. mann við okkum, sigur Atli Greger­sen. Hallur Hansson vil eisini, at før­ oyska liðið svarar aftur. -Eg havi spælt fótbólt á rímiliga høg­um stigi í nøkur ár nú. Eg havi aldrin spælt ein lættan dyst. Vit kunnu ikki møta upp og halda at vit bara vinna. Tað eru nógvar frustra­ tiónir í skiftirúminum, men tað góða við frustratión er, at tað gevur eisini motivatión, sigur Hallur Hansson. Føroyar taptu greitt fyri Kosovo, men vit eru enn við í spælinum, um at koma víðari úr bólkinum, men tað er ongin ivi um, at tað krevur eitt betri avrik enn mánakvøldið. trondur@sosialurin.fo Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... FAGNAÐUR Á LEIKVØLLINUM Tá níggju minuttir vóru spældir av dystinum, reistust allir áskoðararnir og hildu einum 9-tali upp, meðan ein partur av áskoðarunum høvdu eina plakat av Fadil Vokrri. Hann er fyrrverandi stórspælari og fyrrverandi forseti, sum doyði í summar. Kosovo – Føroyar 2-0 ”VINNARAR REISA SEG”