týsdagur 11. september 2018síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 12. september 2018 · Nr. 105
FÓTBÓLTUR
FÓTBÓLTUR
70 FØROYSKIR ÁSKOÐARAR
Tað hava verið áleið 70 føroyskir áskoðarar til dystin í
Pristina. Teir hava sett sín dám á høvðusgøtuna í býnum.
Sermerkt rundanum dystin var, at tað tóktist sum ein sera
vinarligur atburður frá heimaáskoðarunum móti føroysku
áskoðarunum. Helst tí vit tóku av, at spæla móti teimum
í 2015, sum var fyrsti almenni dysturin hjá Kosovo.
Afturgangandi fyri verjuspælið
hjá Kosovo er, at teir arbeiða
avbera hart í somu løtu, sum
teir missa bótin. Hetta setti stór
krøv til føroyska liðið, tá vit
fingu bóltin. Tíverri var hetta
ein av døgunum, har tað ikki
eydnaðist at spæla seg úr trýsti
num. Tí fingu vit mangan bóltin
aftur í høvdið.
Vit missa bóltin ov skjótt og
avgerandi avleveringin kemur
ov sjáldan. Hetta kemur eisini
av, at renningin kom eisini ov
sjáldan. Tó skal sigast, at før
oyska liðið hevur tveir góðar
møguleikar í fyrra hálvleiki, har
vit fáa fríspark og eisini eina
støðu, har Brandur Hendriksson
er fríur, men avleveringin er
akkurát ov long.
Sum
heild
spæla
flestu
spælararnir til eitt miðal avrik.
Í verjustøðu stendur liðið væl
í einar 80 minuttir, men tað er
serliga spælið á bóltinum, sum
gongur illa. Her kemur at kalla
ongin spælari væl frá tí yvir
allan dystin. Summir hava góð
ar løtur, men afturgangandi í
samrøðuni eftir dystin, er at vit
kunnu meir enn hetta.
René Shaki Joensen stend
ur sterkur í myndini á mið
vøllinum, har hann við sínum
kropsliguførleikum
megnar
at vinna nógvar bóltar, meðan
Jóan Símun Edmundsson altíð
klárar nøkur ting, sum aðrir ikki
kunnu.
Samanlagt, so hava allir
spælararnir nakrar løtur og
aktiónir, sum hála upp, men
samlaða avrikið er undir miðal.
Nations League
KOSOVO
0 2
FØROYAR
0 0
Mánadagin 10. september 2018
6
4
3
5
7
5
5
6
4
4
7
GUNNAR NIELSEN
VILJORMUR
DAVIDSEN
GILLI
RÓLANTSSON
SONNI RAGNAR
NATTESTAD
RENÉ SHAKI
JOENSEN
ATLI GREGERSEN
HALLUR HANSSON
GUNNAR
VATNHAMAR
Sølvi Vatnhamar
Rógvi Baldvinsson
Klæmint A. Olsen
7
6
6
Dómari: Bart Vertenten
Dømdi væl. Tað var næstan ongin støða at
seta fingurin á. Hóast tað í løtum var heitt á
vøllinum, so kláran hann væl at leiða dystin.
8
Kroystir á
bóltinum
Kosovo – Føroyar
2-0 (0-0)
Á Fadil Vokrri stadion í Pristina í
Kosovo
Dómarabólkur úr Belgia: Bart
Vertenten, Rien Vanyzere, Thibaud
Nijssen, Lawrence Visser, Bram Van
Driessche og Yves De Neve
1-0: Zeneli 50.
2-0: Nuhiu 55.
Føroyar: Gunnar Nielsen, FH
Ísland, 45/0 – Gunnar Vatnhamar,
Víkingur, 4/0, Atli Gregersen,
liðformaður, Víkingur, 45/1, Sonni
Ragnar Nattestad, AC Horsens
Danmark, 23/2, Viljormur Davidsen,
Vejle BK Danmark, 24/0 – René
Schak Joensen, Grindavík Ísland,
19/1, Hallur Hansson, AC Horsens
Danmark, 34/4 – Kaj Leo í
Bartalsstovu, ÍBV Ísland Víkingur,
18/1 (Rógvi Baldvinsson, Bryne
BK Noreg, 31/2, 79.), Brandur
Hendriksson Olsen, FH Ísland,
18/3 (Sølvi Vatnhamar, Víkingur,
25/1, 62.), Gilli Rólantsson
Sørensen, SK Brann Noreg, 24/1
(Klæmint A. Olsen, NSÍ, 14/0,
89.) – Jóan Símun Edmundsson,
Arminia Bielefeld Týskland, 49/6
Á beinkinum uttan at verða
skiftir inn: Teitur Matras Gestsson,
HB, 3/0 Kristian Joensen, KÍ,
0/0, Odmar Færø, B36, 20/0,
Jógvan Rói Davidsen, HB, 0/0, Alex
Mellemgaard, B36, 1/0, Magnus
Egilsson, HB, 0/0, Tróndur Jensen,
HB, 2/0, Finnur Justinussen,
Næstved BK Danmark, 5/0
Gult kort: Jóan Símun Edmundsson,
Sonni Ragnar Nattestad, Klæmint
A. Olsen
Venjari: Lars Olsen
Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen
Kosovo: Samir Ujkani – Mergim
Vojvoda, Amir Rrahmani, Fidan Aliti,
Benjamin Kololli – Herolind Shala,
Hekuran Kryesiu – Milot Rashica
(Edon Zhigrova, 78.), Donis Avdijaj
(Besar Halimi, 68.), Arber Zeneli –
Atdhe Nuhiu (Vedat Muriqui, 84.)
Gult kort: Atdhe Nuhiu
Venjari: Bernard Challandes
KAJ LEO Í
BARTALSSTOVU
BRANDUR
HENDRIKSSON
JÓAN SÍMUN
EDMUNDSSON