hósdagur 13. september 2018síða 4
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 106
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Sæð á Facebook:
Strandfaraskipið
Teistin fær maskinbrek
undir sigling og rekur
uttan maskinorku í
tveir tímar, áðrenn
hann fær hjálp.
Reiðaríið Thor setur sjey
av sínum skipum til sølu.
Umleið 50 føroysk
gjaldkort verða
afturkallað, tí illgruni
er um, at onkur kann
hava misnýtt kortini.
Póllendingur verður í
Føroya rætti dømdur 60
daga fongsulsrevsing
og vístur úr Føroyum
fyri at hava sligið ein
arbeiðsfelaga í høvdið
við einum glasi.
Mikudagin doyði John
Petersen, fyrrverandi
politikari, brádliga
undir feriu í Turkalandi.
Hann var 70 ára gamal.
Kanning vísir, at
lutvíst fleiri børn liva í
fátækradømi í Suðuroy
og Sandoy enn restina av
landinum.
Springari
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
fólk fleiri búðu
í Føroyum 1.
august enn fyri
einum ári síðani
849
Eftir at springarar vórðu dripnr í Hvalvík
í vikuni, hevur kjak tikið seg upp, um
føroyingar yvirhøvur skulu drepa springarar.
Eitt nú hevur Kaj Leo Holm Johannesen víst
á, at júst springaradráp er nógv verri umrøða
fyri Føroyar enn grindadráp, og at vit skulu
gevast at drepa springarar. Síðani hevur
kjakið gingið lívliga.
Um orðið sigur Sprotin:
Springari
dj.) heiti á tveimum hvalasløgum 1 kjafthvítur
springari slag av delfin við hvítum kjafti (Lagenorhynchus
albirostris) 2 skjórutur springari slag av delfin við
skjórutum kjafti (Lagenorhynchus acutus)
Mær dámar væl grind og
grindadráp, men nú so nógvar
grindir hava verið í ár, áttu vit
at hildið ein steðg.
Line-dansur er
helst uppfunnin
í einari kø til
konufólkavesi.
Fríggjadagur
Fleyr til gul av ymsum ættum,
undir 5 m/s, sum frá líður øtlar
í lot til andøvsgul av vestri, 2 til
7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og
fyrrapartin regn í støðum. Hitin
millum 8 og 10 stig. Um náttina
gul til stívt andøvsgul av vestri, 5
til 10 m/s. Samdrigið og okkurt
æl og hitin millum 5 og 10 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan
vind av eystri og landsynningi,
10 til 15 m/s, sum lækkar í ein
útsynning og eitt skifti øtlar upp í
skrið í støðum, 18 m/s. Samdrigið
og samregn, men sum frá líður
ælaveður. Hitin millum 7 og 10 stig.
Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5
til 10 m/s, sum lækkar í ein sunnan
og makar í lot til gul, 2 til 5 m/s.
Sólglottar og yvirhøvur turt. Um
kvøldið og náttina øtlar hann vindin
í stívt andøvsgul upp í hvassan vind
av eystri og landsynningi, 10 til
15 m/s. Skýggjað og út á náttina
samregn. Hitin millum 7 og 10 stig.
1-5 m/s
10-15 m/s
Havi fleiri ferðir í seinastuni brúkt orðið
skrankipávar. Veit væl, at tað ikki er nakað
serliga gott føroyskt orð, men tað gevur
eina greiða ábending um, hvat eg meini
við.
Tí er tað heldur ikki av tilvild, at eg havi
brúkt orðið. Eg haldi, at vit dagliga uppliva
í Føroyum, at skrankar ella diskar forða
fyri, at mál i verða loyst.
Men støðan er verri enn so.
Vit hava fingið eitt slag av fyrisiting,
sum lenar sær uppat exel-arkum heldur
enn bara at hyggja at veruleikanum.
Somu fyristingarfólk hyggja at
meðaltølum heldur renn at veruligu
tølunum. Og tað er rættuliga lætt ofta at
siga, at meðaltølini vísa at støðan er so
ella so.
Veruleikin við meðaltølum og hagtølum
er tann, at leggur tú til dømis høvdið inn í
ein ovn og føturnar í frystiboksina, so er
meðalhitin í kroppinum rímuligur.
Men spyr tú viðkomadi, sum liggur so,
so er onki at ivast í, at viðkomandi hevur
tað av hundanum til.
Kom at huga um hesi viðurskiftini
nú íbúðarneyðin er á dagsskránni.
Sjúkrarøkttarfrøðingarnir høvdu eina
grein her í blaðnum mikudagin, har tey
av álvara royna at rópa ábyrgdarfólkini í
hesum landinum upp.
Tey staðfesta stutt og greitt, at støðan
er nógva ferðir verri enn politiska skipanin
gevur sær far um - ella ikki vil síggja.
Tey siga eisini, at hetta rakar
samfelagið nógv ógvusligari enn vit hugsa
um dagliga. Tey siga, at børn liva undir so
ringum korum í vánaligum íbúðum, at tað
bæði gongur út yvir trivnað og heilsu.
Tað syndarliga er, at ongin í politisku
skipanini er komin á vøllin og sigur at
málið má loysast. Snakk og aftur snakk.
Vit mugu taka ábyrgd. Tað er ikki nóg
mikið bara at siga, at fólkatalið veksur.
Eg kann bara siga, at fáa fólk ikki okkurt
ordiligt at búgva í, uttan at tað kostar
órímiliga nógv, so vendir streymurin í
fólkavandringini skjótt hinvegin.
Sjálvur havi eg ikki nakað beinleiðis
uppskot um, hvat skal gerast, men vit vita,
at so nógvir pengar eru í samfelagnum ,
at gera vit tað tillokkandi fyri íleggjarar,
so ber til at byggja nakrar íbúðir rættuliga
skjótt.
Ája!
Vit drepa grind og vit drepa eisini
springarar, men vit eru ikki øll samd um,
at tað er skilagott.
Semja er um, at vit vilja sleppa at drepa
grind, men meira ógeitt er um vit eru
samd um at drepa springarar.
Í útheiminum verða springarar ofta
kallaðar delfinir. Og delfinir eru brúktar
í undirhaldsbransjuni. Tá hava teir vit og
skil sum fólk og børn hava stóran tokka
til teirra.
Helst eiga vit at lata springararnar
sleppa áðrenn vit koma hartil, at Føroyar
aftur koma á svartalistaa fyri at drepa
hesi populeru djórini.
Tað kann hótta okkarara útflutning,
so sum grindadráp hóttir
ferðavinnuna. Vit hava greitt
fingið at vita, at fleiri
ferðamannaskip ikki
koma til Føroyar, tí vit
drepa grind.
Haldi ikki, at vit
skulu máta alt í
pengum, men er
tað ikki skilagott
viðhvørt at taka
mál upp av nýggjum
og hyggja at teimum
við øðrum brillum?
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
At fólkatalið á
Tvøroyri er minkað
við 25 fólkum
seinasta árið
5-10 m/s