hósdagur 13. september 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 106
5
ÁKI BERTHOLDSEN
– Eg haldi, at vit mugu fáa eitt kjak á Løgtingi
springarar, og um vit framvegis skulu drepa
springara í Føroyum.
Tað heldur Kaj Leo Holm Johannesen, løg
tingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Hann heldur nevniliga, at spurningurin
er so álvarsligur, at tað er rætt, at Løgtingið
fær høvi til at kjakast um hann, leggur hann
afturat.
Og hann ætlar sær sjálvur at syrgja
fyri, at spurningurin kemur til viðgerðar í
Løgtinginum, tí nú fer hann at seta Høgna
Hoydal, landsstýrismanni í veiðimálum, ein
skrivligan spurning um springaradráp.
– Eg fari at spyrja landsstýrismannin
um hann ikki heldur, at vit eiga at gevast
við at drepa springara, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Vit skulu gevast
Sjálvur er løgtingsmaðurin fyri Sambands
flokkin ikki í iva um, at føroyingar eiga at
halda upp at drepa springara.
Og tað heldur hann at vit eiga at gera, tí
springaradráp er drepandi fyri okkara um
dømi uttanlands.
– Eg veit, at springaradráp ávirkar okkara
utflutning og okkara ferðavinnu, og eg haldi,
at tað er skevt at leggja okkara útflutning
undir eitt óneyðuga stórt trýst av hesum
ávum, heldur hann.
– Eg eri samdur í, at útlendingar skulu ikki
gera av, hvussu vit skulu liva í Føroyum, men
eg haldi, at tað er ein spurningur, hvussu
nógv vit skulu seta í vága, bara fyri at sleppa
at drepa nakrar fáar springarar av og á, legg
ur hann afturat.
Kann tykjast barnsligt
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at í høvdi
num á útlendingum, er springari á einum
heilt øðrum stigi enn grindahvalur er.
– Tað kann tykjast barnsligt hjá okkum
føroyingum at tosa um, hvussu fittur ein
springari sær út. Men spyr so teir útlendingar,
sum bara eru vanir við springara frá Sea
World og Disney, og filmunum um Flipper,
leggur hann afturat.
– Hjá teimum er springari á einum heilt
øðrum stigi, tí tey hava eina heilt øðrvísi fat
an av, hvussu fittir springarar eru.
– Og eg veit at allar myndirnar, og øll
filmsbrotini, sum verða varpað um allan
heimin, eru ógvuliga skaðandi fyri okkara
umdømi uttanlands, og sostatt er tað eisini
ógvuliga skaðiligt fyri okkara útflutning og
okkara ferðavinnu.
– Eg veit av royndum, hvussu stóra ávirk
an myndir í sjónvarpi hava. Eg kom í starv
á Fiskasøluni seinast í áttatiárunum, tá ið
týskarar gjørdu eina stóra gølu burtur úr
sandmaðki í føroyskum upsa.
– Tá varð ein mynd av einum sandmaðki
størkað fleiri túsund ferðir, so at hann fylti
allan sjónvarpsskermin. Avleiðingin av,
at allur útflutningir av upsa til Týsklands
bráðsteðgaði.
Kann ikki samanberast
Kortini heldur hann ikki, at vit skulu gevast
at drepa grind, tí hann heldur, at tað ber ikki
til at samanbera grindadráp og springara
dráp.
Tí er hann eisini sandførdur um, at fyri
tað um vit gevast at drepa springara, er tað
ikki at kasta handklæði í ringin og geva eftir
fyri trýsti frá umhvørvisfelagsskapum.
– Tað er gamalt at drepa grind í Føroyum,
men tað er ikki gamalt at drepa springa. Og
skulu vit hugsa um at marknaðarføring okk
um uttanlands, er springaradrápið nógvar
ferðir álvarsligari enn grindadráp er, sigur
Kaj Leo Holm Johannesen.
– Tí er tað toppmált idioti at vit seta okk
um í ta støðu, at myndir fara um allan heimin,
har tað tekur fleiri minuttir at taka lívi av
einum springara, heldur løgtingsmaðurin
fram.
Annars minnir hann á, at umhvørvis
felagsskapir hava verið eftir okkum í yvir
30 ár fyri at drepa grind, men tað hevur ikki
rinið nakað serligt við.
Men hann stúrir fyri, at drepa vit
springara, verður tað øðrvísi, tí hóast alt,
hevur springari eina heilt aðra støðu í høvdi
num á fólki enn grind hevur.
Og hann leggur afturat, at hann hevur
ongantíð smakkað springara, og hann kundi
heldur ikki funnið upp á at sett tenninar í
springaratvøst.
Men grindini hevur hann einki ímóti.
Les meira um málið á síðu 10-11.
Springaradráp
skal nú viðgerast
í Løgtinginum
– Eg kundi ikki funnið upp á at
etið springara, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen, løgtingsmaður. Nú fer
hann at spyrja Høgna Hoydal, um vit
ikki eiga at banna springaradrápi
– Tað er toppmált idioti at seta so nógv
í vanda fyri at sleppa at drepa nakrar
fáa springarar av og á, heldur Kaj Leo
Holm Johannesen, løgtingsmaður
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Mia av Kák Joensen
Eg eiti Mia av Kák Joensen, eg eri gift
og havi 5 børn. Eg tók læraraútbugving
í 2009 og havi síðani tá starvast sum
lærari í skúlanum við Løgmannabreyt og
í Sørvágs Skúla. Mær dámar sera væl at
vera lærari, at vera saman við børnum er
lívgevandi.
Síðani 2006 havi eg verið aktiv
í Miðflokkinum, eg havi verið
upsstillað nakrar ferðir og havi verið í
floksstjórnini alla tíðina, eina tíð sum
floksstjórnarleiðari.
Eg velji Miðflokkin, tí eg kann føla meg
trygga í tí, at óansæð hvønn eg velji, og
hvør kemur inn á Ting fyri Miðflokkin,
so fer viðkomandi altíð at arbeiða fyri teimum málunum, sum liggja mær
mest á sinni, og tað er, at Føroyaland skal verða bygt á lógir, sum byggja á
Guds orð og prinsippir. T.d. at ófødda barnið fær loyvi til at liva, og at lívið
skal steðga við natúrligum deyða.
Skúlin má aftur gerast eitt trygt stað
fyri børn og foreldur!
" gå nu hjem og dyrk jeres sexualitet, gerne med en af jeres eget køn".
Tú øtast, men hesi ráð fingu ósek, føroysk skúlabørn í fleiri av skúlum
okkara frá vitjandi dønum, hvørs tilboð um vitjan, skilaleysir lærarar
høvdu takka ja til.
Góðtrúgvin senda foreldur børn síni frá húsum morgun eftir morgun,
og vænta umsorgan, læru og menning. Men bráddliga verða dyrnar
latnar víðar upp fyri vargum, sum miðvísir og náðileysir leggjast á
óseku børnini.
Skúlin er ikki, eins lítið og almenna kringvarpið, ein stovnur, sum
tilvildarlig starvsfólk ella vitjandi kunnu brúka til at breiða út teirra
politisku- ella aðrar hugsjónir!
Foreldur mugu kunna kenna seg trygg, vitandi at skattapeningurin, ið
hvønn mánaða verður trektur av løn teirra at fíggja m.a. skúlaverkið,
ikki verður misbrúktur av einari ábyrgdarleysari hugsjón/ ideologi,
hvørs endamál er at traðka kristnu virðini undir fótum!
Lærarar, ið lata seg brúka til tílíka miðvísa reingjan, eiga at verða
mintir á fólkaskúlalógina, hvørs endamálsorðing er púra greið og
ljóðar:
*Fólkaskúlin skal í sátt og samvinnu við foreldrini hjálpa til at geva
næmingunum eina kristna og siðalagsliga uppaling.
Meta hesir, ella onnur, at orðingin ikki er nóg greið, vil Miðflokkurin
fegin hjálpa til við broytingaruppskoti, sum kann taka burtur tað, ið
mett verður ógreitt at vera.
Tó meta vit, og uttan iva allarflestu føringar, at lógin er ivaleysa greið.
At nøkur enn liva í einari farnari tíð og droyma kommunistiskar
dreymar um, at staturin eigur ognarrættin til børnini, er ongin ivi um.
Men hesi, eins og vit onnur, mugu virða lógir landsins ella fara rættar
leiðir fyri at fáa tær broyttar.
Harrin havi tøkk fyri tað
friðskjól, kristnu frískúlarnir
eru! Við teimum sum fyrimynd
má bera til at endurskapa
almenna fólkaskúlan.
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
Løgtingsvalið komandi
verður eitt virðis- og
lagnuval fyri Føroyar
(Miðflokkurin)
Vangamynd