Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 106 6 PÆTUR HJALMAR EVENSSON F øroyingar eiga í Jóhan Sundstein eina heim­ stjørnu sum onga aðra. Tað er hvørki í fótbólti, tón­leiki ella íverksetan, at 24 ára gamli Jóhan Sundstein kann kalla seg heimsins fremsti, men í einum heilt øðrum heimi. Hesin heimurin fyrigongur fyri tað mesta gjøgnum internetið, har teldan er hurðin til ein felagsskap, sum savnar fleiri hundrað túsund fólk saman við sama endamáli – at spæla strategispælið, Dota 2. Ein av heimsins fremstu og kendastu spælararunum – ella geymarunum, sum tað eisini kallast – er føroyski Jóhan Sundstein. Fyri tveimum vikum síðani gjørdist Jóhan Sundstein saman við liði sínum, OG, heimsmeistari í Dota 2. Teir fimm leikararnir úr OG kunnu í dag fegnast um vinningin, sum var ein peningaupphædd á einki minni enn 72 milliónir krónur. Jóhan Sundstein hevur mammu úr Klaksvík og pápa úr Havn, og hóast hann ongantíð hevur búð í Føroyum, hevur hann verið her nógv. Sjálvur lýsir hann seg sjálvan sum ein dana, sum eisini er føroyingur. - Eg eri føroyingur við blóði, men Danmark hevur altíð verið mítt heim. So eg síggi meg nokk mest sum ein dana, sum eisini er føroyingur, sigur Jóhan og leggur aftrat, at hann ætlar sær til Føroya næsta ár. Í Dota-heiminum er hann tó ikki kendur sum føroyingur. Her er hann kendur sum N0tail og BigDaddy. Allir Dota-spælarar hava nevniliga eitt eyknevni, og tí verður hann vanliga umtalaður sum Johan ‘N0tail’ Sundstein. Byrjaði longu at spæla á pottinum Jóhan Sundstein hevur altíð verið hugtikin av spølum, og so leingi, hann kann minnast, hevur hann spælt okkurt slag av spæli. Flenn­ andi minnist hann aftur á eina mynd, sum prógvar, at geymara­ yrk­is­leiðin longu byrjaði frá bleyta­mans­beinum. - Mamma mín hevur eina fitta mynd av mær, har eg siti á pottinum og spæli Game Boy. Eg spældi longu Nintendo og onnur konsolspøl, tá eg var heilt pinka­lítil. Eg haldi, eg hevði mína fyrstu teldu sum 10 ára gamal, og havi generelt altíð verið stórur tilhangari av spølum. Sum barn gekk hann til svimjing og badminton, og tað at røra seg hevur altíð fylt nakað í hansara gerandisdegi. Í dag heldur hann motiónina við líka við at renna og venja í fitness, fortelur hann, og so vónar hann at fáa høvi at spæla meira borðtennis í framtíðini. Byrjaði at tjena betur enn studningaupphæddin Jóhan brúkti sum tannáringur nógva tíð uppá at spæla teldu og dámdi væl at royna seg í ymsum spølum. Tá Jóhan kom í fram­ halds­deildina byrjaði geym­ing­in av álvara at vinda uppá seg. Hann spældi tá spælið Heroes of New­ erth, sum minnir nógv um Dota 2. - Vit byrjaðu at ferðast runt til ymsar smærri kappingar. Vinn­ ingarnir vóru t.d. músamottur, head­sett ella onkuntíð 10.000 krón­ ur at deila. So tað byrjaði í smáum, men vit gjørdu tað, tí vit elskaðu tað, fortelur heimsmeistarin. So byrjaði tað at líkjast onkrum, og Jóhan og liðfelagar hansara byrjaðu at tjena nøkur oyru um mánaðin. - Pengarnir byrjaðu so smátt at koma inn, soleiðis at mann sum tannáringur kundi vera nøgdur við, hvat mann tjenti. Tað var ikki tann villa upphæddin, men tað var betri enn studningurin, og tað var nógv stuttligari enn at ganga í skúla, sigur Jóhan Sundstein. Skulkaði frá skúlanum á netcafé Tímarnir frammanfyri teldu­ skerm­in gjørdust fleiri og fleiri, og ein tími frammanfyri telduni byrjaði at raðfestast fram um ein tíma í skúlanum. - Mann skulkaði kanska eisini Hann verður heiðraður sum ein hetja, og hann tjenar milliónir uppá at gera tað, hann elskar mest – at spæla teldu. Hann hevur spælt spøl, síðan hann dugdi at ganga, og kann í dag kalla seg heimsmeistara saman við liði sínum, sum júst hevur vunnið 72 milliónir krónur JÓHAN SUNDSTEIN: EG GERI BARA TAÐ EG ELSKI OG DUGI BEST SAMRØDA: Jóhan Sundstein Føroyski millióningurin, sum livir av at spæla teldu