hósdagur 13. september 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 106
7
av og á frá skúlanum fyri at fara
oman á lokalu net-kaféina at
spæla, viðgongur hann.
Jóhan útviklaði eitt mynstur,
sum fekk tey rundan um hann
at ørkymlast. Familjan, lærarar
og lestrarvegleiðari stúrdu fyri
manglandi huginum til skúlan og
vaksandi huginum til telduspælið.
- Tá mann skulkar frá skúlanum
fyri at spæla teldu, kann tað gott
síggja út sum, at framtíðin kann
blíva hørð. So eg skilji jú væl, at fólk
vóru ørkymlað um mína framtíð tá.
Jóhan Sundstein byrjaði í tekn
iska skúla, har hann steðgaði eftir
eitt hálvt ár fyri seinni at fara í
studentaskúlan. Men hann fann
ongantíð røttu motivatiónina til
at ganga í skúla og gavst eftir eitt
ár á skúlabonkinum.
- Skúlin var ikki so góður fyri
meg, og eg helt tað var ringt at hava
hug og motivatión til skúlan, sigur
Jóhan, sum byrjaði at tjena fleiri og
fleiri pengar til Dota-kappingar og
nú vildi gera alt fyri at útliva sín
dreym um at náa hægstu tindarnar
í internet-ítrótti.
- Tey rundan um meg vóru sjálv
andi ikki so glað fyri, at eg ikki helt
fram í skúlanum. Men familjan
hevur allíkavæl altíð stuðlað mær,
og tá eg byrjaði at tjena eina fasta
mánaðarløn gjøgnum spælið, vóru
tey ikki so ørkymlað meir, for
telur Jóhan, sum er abbasonur
fyrrverandi løgmann, Jógvan
Sundsstein.
Eitt undirmett OG
lið tók øll á bóli
The International er fremsta málið
hjá øllum Dota-spælarum og tað
absolutt størsta, ein geymari kann
uppnáða yvirhøvur. Í mun til fót
bóltsheimin kann TI, sum tað
verður stytt, best samanlíknast við
HM í fótbólti, og í frælsum ítrótti
svarar tað til OL. Í ár var kappingin í
Vancouver í Canada, og vinningurin
á 72 milliónir er størsti vinningurin í
internet-ítróttasøguni.
Jóhan ‘N0tail’ Sundstein og
hinir fýra frá OG liðnum høvdu
fleiri avbjóðingar og trupulleikar
áðrenn kappingina. Bara tríggjar
mánaðir áðrenn, broyttist teirra
lið fullkomiliga við útskiftinum
og nýggjum spælarum, og tveir á
liðnum høvdu ikki luttikið í stórum
kappingum í longri tíð. Haraftrat
var undanfarna kappingin hjá OG
merkt av keðiligum úrslitum, so
útlitini fyri at vinna finaluna um
heimsmeistaraheitið vóru so ring,
sum tey yvirhøvur kundu vera.
- Vit vórðu mettir at vera tað
vánaligasta liðið við minstum
kjansi at vinna. Øll høvdu roknað
við, at vit endaðu aftast, fortelur
Jóhan Sundstein, sum heldur, at
tað bara var ein fyrimunur fyri teir
at vera so undirmettir.
- Tann torførasta støðan at
spæla frá er frá favorittinum. Ert
tú favorittur, er tað altíð truplari
at vinna, tí tá spælir mann undir
so stórum trýsti.
Men N0tail og restin av lið
num gjørdu tað, sum eingin hevði
væntað og sigraðu á mótstøðulið
num í finaluni við teirra sermerkta
spælistíli.
- At koma inn sum underdog og
vinna alt, var ein øgiliga feit upp
living, sigur føroyski úrmælingur
in, sum ikki dugir at lýsa kensluna,
tá teir vunnu.
- Eg havi kempað fram ímóti
hesari kappingini í fleiri ár. Tað
er hetta, allir Dota-spælarar fara
eftir sum tað fremsta málið. Tað
var bara fantastiskt at vinna, og
orð kunnu slett ikki lýsa tað, sigur
Jóhan glaður og errin.
Tær 72 milliónirnar verða býttar
sundur til teir fimm í OG, og nøkur
heilt fá prosent fara til umsiting í
felagnum. Tað er ikki fyrstu ferð,
Jóhan Sundstein vinnur stórar
peningaupphæddir í Dota 2, og
føroyski millióningurin hevur enn
ikki gjørt av, hvat hann skal brúka
allar pengarnar til.
- Tað er jú ein yvirdrivin peninga
upphædd. Teir flestu pengarnir
verða nokk ikki brúktir enn. Tað
einasta, eg havi keypt mær inntil
víðari, er ein song, og tað næsta
verður nakrar føðingardagsgávur,
eg skal orðna í vikuni, sigur hann.
- Løgið at vera
ein fyrimynd
Góðu úrslitini, skemtingarsama
sinnið og lætta lyndið hjá Jóhan
‘N0tail’ Sundstein ger hann til
eina fyrimynd hjá túsundavís av
geymarum kring heimin. Hann
telist millum teir Dota-spælarar við
størsta fjepparaskara yvirhøvur og
á internetinum hevur fann bæði
fjepparasíður og videobrot, sum
fjepparar hava gjørt av honum.
Tá kappingar eru, verða tær
stroymdar á netinum, soleiðis at
fólk kunnu fylgja við eins og við
t.d. fótbóltsdystum. Fólk kring
allan heimin hava leingi fylgt við
leiðini hjá ‘N0tail’ á síðum sum
Twitch og Youtube, men Jóhan
hevur enn ringt við at venja seg
við tankan um, at hann í dag hevur
ein fjepparaskara og kann kalla seg
eina fyrimynd.
- Tað er ein løgin støða at vera í,
at eg kanska kann inspirera onkran,
meðan tey hyggja eftir mær... ja, tað
er ræðuliga merkiligt. Men deiligt
allíkavæl og nakað, sum eg heldur
ongantíð hevði roknað við, flennir
ein lítillátin heimsmeistari.
Sjálvur hevur Jóhan altíð havt
sínar egnu fyrimyndir, sum hann
hevur sæð upp til, og fyri hann er
tað umráðandi at vera ein góð fyri
mynd, tí hann meinar, at tað liggur
ábyrgd við tí at vera ein fyrimynd.
- Eg havi altíð sjálvur havt
fyrimyndir, og onkuntíð hugsað, at
eg kanska hevði gjørt okkurt øðr
vísi enn tey. Nú standi eg sjálvur
sum ein fyrimynd og havi fleiri,
sum hyggja eftir mær. Eg vil tí bara
gera tað besta fyri at vera eitt gott
menniskja, og vónandi kann eg
hjálpa øðrum ígjøgnum okkurt,
sigur Jóhan, sum hevur 167.000
fylgjarar á Twitter.
DOTA 2 – HVUSSU
FYRIGONGUR TAÐ?
Dota 2 er eitt ókeypis online strategispæl, sum loyvir fleiri
spælarum at dystast við og ímóti hvørjum frá hvør sínum
enda av bananum. Tað mest vanliga er at spæla fimm ímóti
fimm, har allir spælararnir stýra hvør sínari “hetju”, sum
hevur sermerktar eginleikar. Høvuðsendamálið er at
oyðileggja herstøðina hjá mótstøðuliðnum, og í royndini
uppá tað snýr spælið seg í stóran mun um taktikk, vitan
og planlegging í takt við at hetjurnar hjá spælarunum
mennast alt eftir, hvussu væl mann klárar seg.
Dota 2 er eitt nýment spæl av tí gamla DotA, var ein bani í
strategispælinum Warcraft 3 frá 2003. Dota 2 kom út í 2013.
Kappingin um heimsmeistaraheitið í Dota 2, The
International, er vaksin sera nógv seinastu átta árini,
kappingin hevur verið til. 18 lið kappast, og hvørt einasta
lið fær eina stóra peningaupphædd fyri at luttaka.
Har hava altíð verið fleiri milliónir uppá spæl, men
ongantíð so nógvar, sum í ár. Í ár varð tilsamans spælt
um góðar 163 milliónir krónir, har vinnarin (OG) fekk
meiri enn helmingin av hesum – 72 milliónir krónur.