hósdagur 13. september 2018síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 106
8
SAMRØDA: Jóhan Sundstein
Tað hendir meira enn so, at
danski føroyingurin verður steðg
aður av fólki, tá hann gongur á
gøtuni. Serliga nú aftaná, hann
hevur vunnið heimsmeistaraheitið,
hava fólk varnast Jóhan á gøtuni.
- Fyrstu ferð, eg var úti eftir
TI finaluna, kom ein genta yvir
til mín og segði, at hon hevði sæð
finaluna saman við sjeiki sínum
og segði, at tað var skide gott
klárað av okkum. Í gjár møtti
eg einum í metroini, sum ynskti
mær tillukku, greiðir Jóhan frá,
sum ongantíð hevði droymt um
alt hetta uppmerksemið, tá hann
sum tannáringur sat í net-caféini
í staðin fyri í skúlastovuni.
Hátíðarhelt
heimsmeistaraheitið
við at sova og eta
Har spurdist einki stórt hátíðar
hald burturúr hjá OG limunum, tá
teir høvdu vunnið heimsmeistara
heitið. Dreingirnir høvdu verið
í gongd í fleiri dagar við lítið av
svøvni og óinteressantum mati, so
tá teir vunnu, var songin og góður
matur besti mátin at hátíðarhalda
æruna og tær nývunnu 72 millión
irnar uppá.
- Aftaná at vit høvdu vunnið
The International, gjørdi eg einki
annað enn at eta og sova í fimm
dagar. Eg hevði ikki sovið so nógv
síðstu vikuna av kappingini, tí tað
var so intenst, og eg hevði etið
somu salatmáltíð hvønn dag. So
mátin, eg hátíðarhelt tað uppá, var
bara við at eta og sova. Feiringin
liggur meira í kensluni av at hava
vunnið, og tað haldi eg allir á
liðnum kunnu skriva undir uppá,
fortelur millióningurin.
Liðfelagirnir úr OG búgva allir
í hvør sínum landi, uttan tveir,
sum báðir eru úr Finnlandi. Teir
fóru allir heim til sín sjálvs eftir
tíggju krav- og kenslumiklar dagar
í Vancouver. Jóhan hevur ringt við
at seta seg inn í støðuna hjá hinum,
tí eingin teirra hevði væntað hetta.
- Summir hava roynt at komið
hertil í langa tíð. Eg haldi, teir
hava ringt við at skilja tað enn, tí
tað er so surrealistiskt. Men eg eri
sikkur uppá, at teir vaknaðu upp
við einum smíli, tá nakrir dagar
vóru farnir. Um teir hava somu
kenslur um hetta sum eg, er tað
ein ræðuliga befríandi kensla, teir
ganga við í dag, sigur hann.
- Menniskju eru gjørd
til at fara all in
Jóhan Sundstein ásannar, at hann
fyrr nokk hevur verið bundin av
telduspæli. Hann kennir alt til
tað, tá døgurðin stendur klárur
á borðinum, meðan hann er mitt
í einum spæli og heldur velur at
leypa døgurðan um ella útseta
hann.
- Eg havi verið bundin av at
spæla, tí tað var jú tað, mann gjørdi
allatíðina. Men er tað eitt bundni,
bara tí mann velur at gera tað í
staðin fyri at eta døgurða? Kanska.
Eg veit ikki, um tað er skeivt at gera
okkurt, sum mann gongur so høgt
uppí, tá mann er villigur til at brúka
so nógva tíð uppá tað. Eg trúgvi
bara, at tað er tað, vit menniskju
gera. Tað er tað sama, sum tá mann
vil verða yrkisfótbóltsleikari – er
tað so eisini eitt bundni? spyr
Jóhan Sundstein retoriskt.
Jóhan hevði ongantíð roknað
við, at hann fór at koma so langt.
Tá hann var yngri, gjørdi hann jú
bara tað, sum honum dámdi best,
og tað meinar hann er besti veg
urin til at náa sítt mál.
- Eingin roknaði við, at tað skuldi
enda her. Heldur ikki eg, og tí føli eg
meg eisini í ein vissan mun rætti
liga heldigan. Men eg bleiv bara við
at gera tað, sum eg dugdi best, og eg
gjørdi tað, eg hevði hug til.
Hann meinar, at vit menniskju
eru gjørd til at gera tað, sum hvør
einstakur best hevur hug til at
gera.
- Um tú finnur okkurt, tær
dámar at gera, er tað bara at leypa
út í tað við báðum beinum. Tað er
tað rætta at gera í lívinum, og eg
haldi, tað er tað, menniskju eru
gjørd til. At gera tað, vit gjarna
vilja, og at royna at gera tað so gott
sum gjørligt og fara all in, sigur
yrkisgeymarin.
Dagarnir ganga við at
halda planturnar livandi
Hvussu ein gerandisdagur hjá
Jóhan sær út, veldst um, hvørt tað
er hásesong í Dota 2 ella ikki, eins
og í fleiri øðrum vinnugreinum.
- Tað er eitt sindur, sum tá mann
siglir úti. Tá er mann jú burtur og
í gongd, men tá mann er heima, so
er mann heima, og har eru jú eing
ir fiskar at fiska á landi. Tá tað er
hásesong hjá mær, er tað Dota dag
út og dag inn, og vit á liðnum spæla
frá tá vit vakna og til vit fara í song,
greiðir Jóhan Sundstein frá.
Men nú hevur Jóhan frí, og Dota
er ikki tað fyrsta, hann hugsar um,
tá hann vaknar. Hann er útkoyrdur
eftir eitt hendingaríkt kappingarár
og eina intensa finalu, og nú nýtur
hann, at sesongin er liðug. Hann
er næstan akkurát sloppin av við
jetlaggið frá Canada, sum gjørdi, at
hann í fleiri dagar hevur vent um
uppá dag og nátt.
- Nú ganga dagarnir við at
halda planturnar á lívi, gera reint
og síggja vinir og familju. Eg havi
akkurát keypt mær nýggja song og
geri annars bara nøkur meira vanlig
gerandisting, sigur føroyingurin,
sum býr á Frederiksberg.
At hava eitt lið sum OG krevur
nógv pappírarbeiði, sum Jóhan
sum kapteinur á liðnum tekur
sær av.
- Tað tekur eisini eitt sindur av
tíð. Tað mesta ræður um at finna
útav samstarvi við ymsar aktørar.
Okkara navn er blivið rættiliga
stórt, og vit hava í dag eitt tætt
samstarv við RedBull, sum eru
okkara høvuðssponsorur.
Vil gera tað, sum eingin
hevur gjørt fyrr
- Tað er eingin, sum hevur vunnið
heimsmeistaraheitið tvær ferðir.
Tað skal jú vera ein, sum ger tað
fyrst.
Hóast hálvi klaksvíkingurin
og hálvi havnamaðurin hevur
vunnið størsta heitið, sum til ber
í internetítrótti, hevur hann
ongar ætlanir at gevast enn.
Næsta málið hjá honum er at
gera tað, sum eingin hevur
gjørt fyrr – at vinna The
International tvær ferðir á rað.
- Tá mann hevur nátt eitt
mál, kann tað virka undarligt
at halda fram, tí mann ikki
følir, at mann hevur eitt
næsta mál. Men fyri meg
so er tað tað mest opinlýsa
tingið at gera næstu ferð...
altso at gera tað, sum eingin
hevur gjørt fyrr og vinna tvey
International. Tað verður ikki
lætt, men tað var tað heldur ikki
hesa ferð, sigur ein avgjørdur og
vónríkur Jóhan Sundstein.
PATURE@SOSIALURIN.FO
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
JÓHAN AVSANNAR
FORDÓMAR UM
GEYMARAR
FORDÓMUR 1: MANN ER KROPSLIGA
INAKTIVUR, TÁ MANN SPÆLIR TELDU
- Hatta er tann mest týpiski fordómurin um geymarar.
Nógv tey flestu, eg havi spælt við og ímóti, eru langt frá
tí fordóminum um kropsligan inaktivitet. Men tey eru so
heldur ikki nakrir atletar. Fólk, sum arbeiða á kontóri, eru
nokk meira kropsliga inaktiv enn flestu av spælarunum, eg
spæli við. Tað veldst bara um vanar, óansæð hvat mann ger.
FORDÓMUR 2: GEYMARAR ER MINNI
SOSIALIR ENN ONNUR
- Eg vil nokk siga, at hasin fordómurin passar. Men tey fólkini
eru ikki asosial, tí tey spæla teldu. Tey hava bara verið
asosial frammanundan, og so hava tey funnið sær eitt spæl.
Við telduni kunnu tey vera sosial og fáa okkurt burturúr við
vinum sínum uppá tann mátan. Tey gera tað bara gjøgnum
ein skerm í staðin fyri í veruliga heiminum. Men mann kann
saktans bæði vera sosialur og spæla teldu samstundis.
- Telduspøl kunnu eisini vera ein vegur hjá fólki at blíva
meira sosial og minni innilukkað. Tá mann møtir fólk
á netinum, stúrir mann ikki fyri at verða dømdur, tí
mann jú situr aftanfyri sín skerm. Tað kann vera ein
møguleiki, men fyri summi er hetta ikki rætti mátin.
Árliga heimsmeistaraheitið
verður funnið til The
International, har nógvir
áskoðarar eru – og enn fleiri,
sum stroyma heimanífrá