hósdagur 13. september 2018síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
SOSIALURIN 106
9
FRÍGGJADAGUR 10. AUGUST 2018
UMHVØRVI: Rudda Føroyar
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
L
eygardagin 15. september
verður ein stórur um
fatandi ruddingardagur
kring allar Føroyar. Til
takið eitur Rudda Føroyar, og hetta
er fyrsti ruddingardagur av sínum
slag, sum eftir ætlan verður aftur
vendandi á hvørjum ári.
Rudda Føroyar er eitt felag
fyri seg sjálvt, sum Sigrún Mohr
og Elin Lindenskov settu á stovn
í sambandi við altjóða ruddingar
dagin, World Cleanup Day. Tær
settu seg í samband við Ringrás og
FNU, og so er felagsskapurin bygd
ur uppá eitt samstarv millum hesar
partarnar.
Fyrireikingarnar hava verið í
gongd leingi, og nú er tað mesta
komið uppá pláss, áðrenn stóri
dagurin verður leygardagin. Fleiri
enn túsund fólk hava meldað seg
til at rudda Føroyar, so undirtøkan
til átakið hevur verið sera góð.
Tað, sum skal ruddast, verður alt
frá emballagu og einnýtistingum
til stórt skrell á havnaøkjum og
gomlum bukkvaldum. Nógva
staðni er plast og annað burturkast
skolað uppá land, og nógv hevur
ligið í víkum og gjáum kring landið
í fleiri ár.
Á heimasíðuni hjá Rudda Før
oyar ber til at boða frá dálking,
sum fyrireikararnir so kunnu taka
støðu til. Ein av uppgávunum hjá
ymsu samskiparunum hevur verið
at kanna, hvar tað er tørvur á at
rudda í ymsu økjunum í Føroyum.
Eisini hava tey fingið fleiri frá
boðanir frá almenninginum.
50 støð hava tørv
á at ruddast
- Vit fara at rudda 50 støð í
Føroyum, so tørvurin er stórur,
og tað er akkurát tað, vit royna
at gera vart við. Sjálvt um
vit rudda einaferð um árið við
kommununum, so hava vit enn
nokk at taka fatur í á altjóða
ruddingardegnum, sigur Ingmar
Valdemarson á Løgmansbø, sum
er høvuðssamskipari í Rudda Før
oyar.
Ingmar
Valdemarson
á
Løgmansbø lesur umhvørvislív
frøði- og planlegging á RUC í Dan
mark. Hann hevur gjørt kanningar
um mikroplast í sandi í sambandi
við sína útbúgving, og heldur, at
tað er av stórum týdningi, at vit í
Føroyum byrja at hugsa meira um
at dálka minni.
- Vit ynskja, at tað verður tørvur
á færri ruddingum í framtíðini, og
tað endaliga málið er, at tað slett
ikki verður neyðugt at rudda Før
oyar, sigur hann.
Gott høvi til
sjálvrannsakan
Høvuðssamskiparin heldur, at
ruddingin kann vera ein máti til
sjálvrannsakan og ein máti at fáa
eina uppbyggjandi samrøðu um,
hvussu vit sum samfelag kunnu
bera okkum betri at, soleiðis at vit
ikki koma í hesa støðuna á hvørj
um ári.
- Hvat er tað, sum endar úti í
náttúruni sum avleiðing av okkara
atburði og livihátti, spyr sam
skiparin og heldur fram.
- Vit hava jú innrættað okkum
soleiðis, at mann kann hava eitt
høgt forbrúk og framleiða eina
rúgvu av burturkasti, men mann
leggur ikki merki til tað, tí vit hava
eina skipan sum fjernar alt, sigur
Ingmar Valdermarson
á Løgmansbø og sipar til brenni
støðina.
Hann vísir á, tað er ikki fyrr enn,
skipanin verður óvirkin, at fólk
byrja at leggja merki til, hvussu
ringur standurin er, og hvussu
nógv burturkast vit framleiða.
Hóttan fyri djóralívið
Dálkingin er ein stór hóttan fyri
djóralívið, og mann hevur sæð tað
runt í heiminum, at t.d. súlur brúka
reip til at gera reiður við, men
hóast tankin er góður, kann reipið
gera enda á teimum og ungunum.
- Súlurnar kunnu fáa reipið fast
í nevið, og tær fáa tað ikki av aftur,
og tí doyggja summar av tí. Tað er
eisini ein trupulleiki, at ungarnir
kunnu doyggja í reiðrinum, tí teir
verða fløktir í reipinum. Tað hevur
gjørt, at mann ikki ringmerkir
súluungar í dag, sigur Ingmar
Valdermarson á Løgmansbø.
Vóna at fáa ein
hugnaligan dag
Fyrireikararnir fegnast um góðu
undirtøkuna og gleða seg til fyrsta
Rudda Føroyar tiltakið av fleiri,
samstundis sum teir vænta, at tað
verður ein hugnaligur dagur.
- Vit leggja upp til at fáa hugna
ligan dag. Tað snýr seg um áræði,
og um at mann arbeiðir saman um
at handfara hesa stóru avbjóðing
ina. Eingin kann gera alt, men øll
kunnu gera okkurt. Um øll gera
okkurt saman, so fáa vit sum mest
burturúr, sigur Ingmar Valdermar
son á Løgmansbø, høvuðssam
skipari.
FLEIRI ENN TÚSUND
FÓLK FARA AT
RUDDA FØROYAR
- Vit ynskja, at tað verður tørvur á færri ruddingum
í framtíðini, og tað endaliga málið er, at tað slett
ikki verður neyðugt at rudda Føroyar, sigur
Ingmar Valdemarson á Løgmansbø,
høvuðssamskipari av Rudda Føroyar
Herrópið
hjá Rudda
Føroyar:
- Jú fleiri vit eru,
tess meira megna
vit, og tess
reinari gerast
Føroyar.