hósdagur 13. september 2018síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 106
10
HALLUR AV RANA
A
vgerðin at drepa ein
bólk av springarum
í Hvalvík týsdagin
hevur enn einaferð
fest í kjakið, um tað er rætt av før
oyingum at drepa springarar. Tann
síðsti hvalurin var nóg illa dripin,
áðrenn fólk byrjaðu at kjakast á
netinum, um tað er rætt, at drepa
springarar. Ung sum eldri kring
alt landið fóru til knappaborðini
at siga sína hugsan um umstrídda
drápið.
Tvær ymiskar spurnakanningar,
ið eru gjørdar seinastu dagarnar,
geva eisini ábendingar um, at
undirtøkan millum føroyingar fyri
at drepa springarar ikki er so stór.
Ein kanning, sum spyr.fo hevur
gjørt fyri Góðan Morgun Føroy
ar, vísir, at 47 prosent av teimum
spurdu halda vit skulu gevast at
drepa springarar, meðan ein trið
ingur er fyri at drepa springarar. 18
prosent svara, at tey vita ikki.
Samstundis vísir ein kanning,
ið Vágaportalurin hevur gjørt
millum sínar lesarar, at 61 prosent
av lesarunum halda, at føroyingar
skulu gevast við at drepa springar
ar, 35 prosent halda vit skulu halda
fram, meðan 4 prosent svara, at tað
ger teimum tað sama.
Tað er tó ikki einans í Føroyum, at
drápið vekir ans. Tíðindini um dráp
ið ferðast kring allan heimin og hava
stórir miðlar sum the Mirror og the
Daily Mail deilt søguna um blóðuga
drápið, umframt at LADbible, ið
er ein av best dámdu síðunum á
Facebook, hevur deilt søguna við
sínar 34 milliónir fylgjarar.
Skaðiligt fyri umdømi
Ein teirra, ið var millum tey fyrstu
at geva sína meining til kenn
ar týsdagin, var Kaj Leo Holm
Johannesen, tingmaður fyri Sam
bandsflokkin, tá hann skrivaði á
Facebook, at tað er skeivt, at drepa
springarar, tí tað er skaðiligt fyri
umdømið hjá Føroyum.
- Tað sum hendi í Hvalvík hend
an dagin var vánaligasta reklama
fyri Føroyar í fleiri ár. Hetta skaðar
okkara umdømi. Tað er longu farið
allan heimin runt, at vit brúka
fimm minuttir at taka lívið av ein
um springara, sigur Kaj Leo Holm
Johannesen.
Løgtingsmaðurin vísir á, at
hann fyri hansara viðkomandi, so
eru tveir týdningarmiklir munir
millum springarar og grindahvalir.
Tann fyrri er, at vit kenna til
grindastovnin og vita, at talan er
um burðardygga veiðu, men hava
ikki somu vitan um springarar.
Harnæst líkjast springarar teimum
delfinum, ið fólk kenna úr Holly
wood og Disney.
- Springarar líkjast delfinum.
Og tær verða marknaðarførdar í
filmum hjá Disney og øðrum, sum
eitt djór, ið er ein vinur hjá børnum.
Men nú síggja vit sjónvarpsmyndir
úr Føroyum, har man ikki bara
drepur eina delfin, men brúkar
fimm minuttir um tað. Verri brand
- Tað sum hendi í Hvalvík hendan dagin var
vánaligasta reklama fyri Føroyar í fleiri ár,
heldur løgtingsmaður. Onnur halda, at tað
er týdningarmikið at halda fast um rættin
at drepa springarar. Vikuskiftis-Sosialurin
hyggur nærri at kjakinum í kjalarvørrinum
av springaradrápinum týsdagin
- Nú síggja vit
sjónvarpsmyndir
úr Føroyum, har
man ikki bara
drepur eina delfin,
men brúkar fimm minuttir
um tað. Verri branding og
reklama finst ikki fyri Føroyar
TAÐ UMSTRÍDDA
GRIND: Springaradrápi í Hvalvík
SAVNSMYND