Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018 11 ing og reklama finst ikki fyri Før­ oyar, sigur Kaj Leo Holm Johanne­ sen. Havnin takkar nei Sjónarmiðið at springaradráp kann vera skaðiligt fyri føroyska um­ dømið er Kaj Leo Holm Johannesen ikki einsamallur um. Tað vakti ans, tá 219 springarar blivu hildnir til inni í Skálafjørðinum 25. sep­tem­ ber í fjør. Tað var tó ikki sjálvt dráp­ ið, ið vakti ans tá, men heldur, at bólk­urin av springarum varð funn­ in í Nólsoyarfirði og skuldu av røtt­ um reksast inn á Sandagerð. Finnbogi Midjord, sýslumaður fyri Streymoynna, gav tó boð um, at springararnir ikki skuldi rekast inn á Havnina. Í staðin bleiv av­ gerð tikin um at reka teir inn á Skála­fjørð. Ein av orsøkunum til av­gerðina hjá sýslumanninum hendan dagin var, at hann hevði fing­ið at vita frá Tórshavnar kommu­nu, at tey ynsktu ikki at springarar blivu dripnir á Sanda­ gerði. Tað váttar Annika Ol­sen, borgar­stjóri í Tórshavnar kom­ mu­nu. - Tað vóru ymiskar orsøkir til, at vit ikki ynsktu at drepa spring­ar­ar í Sandagerði. Fyrst og fremst var tað, at Sandagerð ikki er ser­liga væl egnað sum hvalvág til spring­ ar­ar. Harnæst høvdu fleiri grindir verið tað árið og fólk høvdu nokk, men tað hevði eisini nakað við um­ dømið at gera, sigur Annika Olsen og leggur afturat. - So leingi sum kommunan er ein partur av øllum hesum, so haldi eg vit skulu hugsa okkum væl um. Man skal ikki drepa bara fyri at drepa. Um tað hevur verið nokk av grind, so bilar tað einki, at man letur ein flokk av springarum fara, tí vit vita, at tað provokerar, sigur Annika Olsen. Borgarstjórin í Tórshavnar kom­mu­nu leggur tó dent á, at hon ikki ynskir at skerja rættin hjá før­ oy­ingum at drepa springarar, men mælir bara til, at gera tað við um­ hugsni. - Eg haldi sjálv, at man skal vera øgi­liga varin við at drepa spring­ ar­ar, men eg ynski ikki at skerja rættin at drepa teir. Vit skulu verja okkara rætt, men gera tað við um­ hugs­ni. Tað var tað vit gjørdu í fjør. Vit høvdu havt nokk av grind, og tí var tað ikki neyðugt at leggjast á ein bólk av springarum, sigur borgar­stjórin. Lunkaður áhugi Magnus Magnussen, grinda­for­ mað­ur í Havn, nevnir eina aðra or­ søk til, at tað ikki loysir seg at reka ein bólk av springarum til Havnar. - Her í Havnini hevur tað mest verið vanligt vit og skil, at vit ikki drepa springarar. Um 100 spring­ ar­ar koma á Havnina, so verður tað ein ellubiti í part, tá tað verður býtt. Tað er vónleyst at býta tað út til 8-10.000 partar. Men um ein stórur bólkur av springarum kom, so hevði støðan verið ein onnur, sig­ur Magnus Magnussen. Hesin lunkaði áhugin fyri at drepa springarar sæst eisini aftur hjá Ólavur Sjúrðarbergi, formanni í Grindamannafelagnum, ið sigur, at hann ferðast ikki langt fyri at lut­taka í springaradrápi. - At drepa 10 springarar gevur ikki meining. Tað er eitt so smátt dýr, at tað er torført at býta mill­um luttakararnar. Um 10-15 spring­ar­ar verða dripnir, so eru eingir dráps­ part­ar, men verður tað í staðin giv­ ið stovnum og øðrum, sigur Ólavur Sjúrðarberg. Ólavur Sjúrðarberg leggur dent á, at hann ikki úttalar seg sum for­ maður í Grindamannafelagnum, tí evn­ið er ikki viðgjørt í felagnum. Men hann veit at meiningarnar eru deild­ar um evnið. - Tað eru deildar meiningar um springara­dráp og tí verður tað enn gjørt. Men tað er eisini orsøkin til, at so nógv kjak stendst av tí. Før­oy­ ing­ar hava einki ímóti at vit drepa grind, men tað er nakað annað við spring­ar­um. Onkur hevur givið teim­um menniskjaligar eginleikar, so sum at teir eru fittir, klókir, sosial­ir og annað. Soleiðis verður spælt upp á kenslur, sigur Ólavur Sjúrðar­berg . Kunna ikki geva eftir Janus Egholm, grindaformaður í Hvalvík og Streymnesi, var til stað­ar til drápið í Hvalvík týs­ dag­in. Og hann er ikki eina løtu í iva um, at tað er týdningarmikið fyri før­oyingar at halda fast um springara­dráp. - Lora vit fyrst við springarum, so verður grindahvalurin tað næs­ ta. So hava Paul Watson og hansara fólk fingið tað, ið tey vildu. Vit skulu ikki lata okkum trýsta av slík­um felagsskapum til líkt og ólíkt, sigur grindaformaðurin. Tað var Jacob Vestergaard, sýslu­maður, ið gav boð um at reka springar­ar­nar til Hvalvíkar, eins og tað var hann, ið gav boð um at reka springararnar á Skálafjørðin í fjør. Eisini hann vísir á týdningin, at halda fast um rættin at drepa spring­ar­ar. - Vit muga sum tjóð halda fast í, at vit hava rætt at gagnnýta tað til­feingið, ið vit hava í sjónum. Og viðvíkjandi kjakinum um burðar­ dygt ella ikki, so er tað einki, ið bendir á, at springarar ikki er burðar­dygg veiða, sigur Jacob Vester­gaard, sýslumaður. Sýslumaðurin ávarar eisini móti, at fólk byrja at tosa um spring­ar­ar, sum tað er eitt serligt djór við serligum eginleikum. Slíkt kann bara skaða føroysku sakina, met­ir sýslumaðurin. - Vit muga ansa ómetalig væl eftir, at vit ikki fara upp í kórið, at springarar eru ein delfin og so fitt­ir. Grindahvalurin er eisini ein delfin. Tað eru bara tvey ymisk sløg. Um­ hvørvis­fólkini úti í heimi leggja einki í, um vit halda eitt djór er fittari enn annað og tí halda uppat við at drepa springarar. Í teirra verð er bara eitt, ið telur, og tað er at vit slett ikki drepa havsúgdjór, sig­ur Jacob Vestergaard. HALLUR@SOSIALURIN.FO - Man skal ikki drepa bara fyri at drepa. Um tað hevur verið nokk av grind, so bilar tað einki, at man letur ein flokk av springarum fara, tí vit vita, at tað provokerar DRÁPIÐ SAVNSMYND SAVNSMYND