Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 12

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 106 12 PÆTUR HJALMAR EVENSSON Í lokalu heilsubúðini stendur Louise Lindenskov og av­ greið­ir dagsins síðstu við­ skifta­fólk, áðrenn hon skal heinta døtur sínar í barnagarðinum og skúla­num klokkan 15. Handilin hevur eitt stórt úrval av nøtum, frukt og grønum í leysvekt, og niður úr lofti­num hanga dreymafangarar og pappa­geykaleikutoy, meðan vegg­ur­in er prýddur við litríkum t-shirtum. Millum vistfrøðiligu mais­grýn­ ini og heilsufaldararnar á einari hill hongur ein skriftrulla við vís­ dóms­orðum frá Dalai Lama við heiti­num “The Meaning of Life”. Prát­ið millum Louise og kundarnar hinu­megin hillina gongur um eina grill­veitslu, sum skal vera seinni í kvøld. Allar síðsti kundin fortelur Louise, at henni nýtist ikki fara eftir dóttrini í barnagarðinum í dag, tí hon og dóttir hansara høvdu fylgst heim at spæla fyri løtu síðani. Vit eru stødd í einum staði norðast í Sælandi í Danmark, har mann heilsar uppá sín granna, har børn­ini renna frítt runt, har húsini eru sjálvgjørd við hvør sínari per­ són­lig­heit, og har vistfrøðin og burðar­dygdin verða sett í hásæti. Staðið kallast Dyssekilde og er eitt vist­frøði­ligt býarsamfelag í lítlu bygdini Torup. Alt byrjaði fyri 30 árum síðani, tá nakrar eldsálir høvdu ein dreym um at skapa eitt vistfrøðiligt og burðardygt býarsamfelag uttan fyri meldrið í stóra Keyp­manna­ havn. Í dag búgva umleið 200 fólk í Dyssekilde, og saman við hinum um­leið 100 íbúgvunum í Torup liva tey eitt lív við einari felags visión um, at tað góða lívið er grundað á samveru, virðing, vistfrøði, burðar­ dygd og tolsemi. Her keðir mann seg ikki Í góðveðrinum kemur Louise Linden­skov út gjøgnum bakdyrnar í handlinum við sínari svørtu súkklu, sum hevur eina stóra reyða ringiklokku við hvítum prikk­um á. Á veg til skúlan at heinta dóttur sína, greiðir hon frá, hvussu Dyssekilde er serligt í mun til onnur støð. - Mær dámar væl at búgva í felags­skapi, og eg gangi høgt upp í vist­frøði og burðardygd. Tað ser­ merkir hugburðin hjá teimum flestu, sum búgva her. Haraftrat er hetta eisini eitt upplagt og gott stað hjá børnunum at vaksa upp í, sigur Louise við einum bláreyðum bandana-turriklæði á høvdinum. Dyssekilde er samansett av hús­um úr náttúruvinarligum til­ fari, har einki av húsunum líkist nøkr­um øðrum húsum hvørki í skapi ella liti, og serliga eru tað ganda­kendu hobba-húsini, sum seta ein serligan ævintýriligan dám á staðið. Har er allatíð okkurt at hyggja eftir ella onkur, sum sigur hey, ímeðan tey lúka í havanum ella slappa av í einum av mongu heingi­koyggjunum á staðnum. - Her hendir í øllum førum øgi­ liga nógv. Tey lokalu skipa reglu­liga fyri tiltøkum, so her er altíð okkurt at gera og fara til. Mann nýtist so ikki at keða seg her, sigur Louise Lindenskov, sum eftir hondini kennir tey flestu í bygdini. Tá Louise fekk møguleikan at leiga eini hús í Dyssekilde, flutti hon úr Føroyum og til vistfrøðiliga býin, hon so leingi hevði droymt um. Stutt aftaná keypti hon hús í Torup og fekk arbeiði í lokala heilsu­kosthandlinum í Dyssekilde. Komin til skúlagarðin steðgar ein maður við stráhatti á og heilsar uppá við sínum tveimum synum í lað­súkkluni. - Koma tit oman í Pilen seinni? spyr Louise aftaná synirnir hjá manni­num hava sagt, hvussu smart síðuspeglið á súkklu hennara er, og at pápi teirra eisini skuldi fingið sær eitt líknandi síðu­ spegl. Í “Pilen” verður grillveitslan sein­ni, men hesir tríggir ætla sær ikki við hesaferð. - Kunnu tit hava tað deiligt… sigur maðurin við stráhattinum og verður avloystur av lærarinnuni, sum kemur yvir at práta við Louise um, hvussu tað hevur gingist dóttr­ ini í skúlanum í dag. Sama nærvera sum í Føroyum - Dyssekilde minnir meg onkurs­ vegna øgiliga nógv um at vera í Før­oyum. Um eg gangi ein túr gjøgn­um býin, so kenni eg næstan øll, bæði børn og vaksin. Vit eru rætti­liga sosial, so um mann ikki tímir at vera sosialur, er tað ringt at goyma seg her, sigur Louise Linden­skov. Hon meinar, at mann sum íbúgvi í einum vistsamfelag er part­ur av nøkrum størri. Fólk leggja í hvønn annan, eru ikki bang­in fyri at forstýra og eru altíð klár til eitt prát á gøtuni. - Um eg skal heimanífrá og oman í heilsukosthandilin, má eg velja, hvønn veg eg fari, alt eftir hvussu góða tíð eg havi. Tí um eg gangi mitt gjøgnum vistbýin, so er tað ógjørligt ikki at møta onkr­ um, sum steðgar mær til eitt prát. Í Keypmannahavn er mann hin­ vegin meira anonymur og er ein av fleiri, sigur Louise. So seint sum í síðstu viku høvdu hon og ein vinkona flent eftir para­doksi­num, at tað í Dyssekilde næst­an er meira vanligt at ganga inn til hvønn annan, enn tað er í Før­oy­um. Dyssekilde er eitt stað í Danmark, har mann heilsar uppá sín granna, har børnini renna frítt runt, har húsini eru sjálvgjørd, og har vistfrøðin, burðardygdin og felagsskapurin verða sett í hásæti. Millum fólkini, ið hava ein gerandisdag her, eru nakrir føroyingar. Ein teirra er Louise Lindenskov SAMRØDA: Louise Lindenskov Ein túr í vistfrøðiliga samfelagnum Dyssekilde - MANN NÝTIST IKKI AT KEÐA SEG HER