hósdagur 13. september 2018síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 106
13
- Tað hendir lutfalsliga ofta,
at fólk bara koma og banka uppá
hurðina uttan at ringja fyrst. Tað er
annars tað, sum føroyingar flenna
nokkso nógv eftir við dønum…
hetta her við at teir eru so punkt
ligir við kalendara og ikki mugu
koma ov seint, flennir Louise,
meðan hon enn bíðar eftir dóttrini,
sum vil hoppa band liðugt.
Ein av siðvenjunum í Dyssekilde
er, at tá ein kvinna føðir eitt barn
í bygdini, koma grannarnir við
mati til kvinnuna í 14 dagar eftir
føðidagin.
- Akkurát tað er so fitt, vakurt og
genialt, heldur Louise Lindenskov,
sum er úr Havn.
- Eg vil liva uppá
hendan mátan
Louise hevur búð skiftivís í Føroy
um og Danmark og hevur annars
verið víða runt í heiminum og
upplivað alternativar mátar at
liva uppá. Fyri nøkrum árum síðani
seldi og gav hon øll síni ting burtur
og fór út í heimin, har hon endaði
við at seta ein vistfrøðiligan garð
við permakultur á stovn í India.
- Eg gav øll tingini hjá mær burt
ur, og so fór eg út í heimin og vitjaði
ymsar vistbýir í Suðurevropa og
India. Eg búði so í einum felags
skapi í Suðurindia í trý ár, har eg
setti ein vistfrøðiligan garð á stovn.
Sjálv livir hon so vistfrøðiligt
sum gjørligt.
- Eg haldi, eg keypi 97% vistfrøði.
So næstan alt í húsarhaldinum hjá
mær er vistfrøðiligt, og tað hevur
tað verið í nokkso nógv ár, sigur
hon.
Eftir at hava búð uppá hendan
mátan í fleiri ár, er hon sannførd
um, at hetta er mátin, hon vil liva
uppá. Hon vil gera sítt til at varpa
ljós á, at vit menniskju eiga at legg
ja meira í Móður jørð.
- Eg eri heilt sannførd um, at
eg vil búgva uppá hendan mátan.
Eg vil gjarna búgva eitt stað, har
f e l a g s
skapurin
er stórur,
og
fólk
hava
tey
somu virðini.
At liva uppá
ein máta, sum
leggur minni eftir
seg og ikki dálkar so
illa, hevur nógv at siga
fyri meg, sigur Louise
Lindenskov, sum nú fer heim
at gera seg klára til at fara oman
at grilla um eina løtu.
Grilla og eingin
hevur skund
Klokkan nærkast 17, og parkerings
plássini við inngongdina til Dysse
kilde fyllast so við og við. Dysse
kilde er nevniliga eitt bilfrítt
øki, so tá mann kemur millum
húsini, eru eingir stórir vegir,
men heldur smalar grúsrásir
við súreplatrøum og stuttligum
s k e l t u m
á síðuni. Grillveitslan verður
klokkan 17 niðri við “Pilen”, sum
liggur eitt sindur avsíðis, og tað er
har, øll hesi fólkini fara til gongu
ímóti nú.
Sjálvur gangi eg líka nakrar
rundir í serstaka bygdasamfelag
num, sum var hetta ein onnur
rannsakarferð. Kagi inn í endur
nýtsluskúrin, har dyskeldu
búgvarnir
kunnu leggja
ting og klæði,
teimum ikki tørvar
ella skoyta í longur, sum
so heldur kunnu gagna øðrum
íbúgvum ókeypis. Við síðuna av
er ruskskiljingin við strangum
leiðbeiningum um, hvat rusk skal
hvar, og við feitari skrift stendur,
at mann endiliga ikki skal koyra
pizza- og mjólkapakkar í vanligu
pappskiljingina.
Víðari á rannsóknarferðini verði
eg boðin inn á gólvið hjá einum
manni, sum hevur okkurt slag
HVUSSU HEVÐI
EITT SLÍKT
VISTSAMFELAG
RIGGAÐ Í
FØROYUM?
DAGMAR: Hetta kann lata seg gera allastaðni. Tað er kanska
meira ein spurningur um hugburðin hjá fólki til at
fara í holt við tað. Tað snýr seg bara um at
trúgva uppá, at tað kann lata seg gera,
og at fleiri arbeiða uppá tað í felag.
LOUISE: Eitt føroyskt vistsamfelag
hevði riggað ordiliga gott. Mann
skal bara finna nøkur fólk, sum
tíma tað. Mann kann altíð
byrja við einum húsi, og so
mennir tað seg so við og við.
Tá eg var heima í Føroyum,
umhugsaði eg nevniliga
at starta eitt kollektiv í
Føroyum og byrjaði at tosa
við fólk um tað. Hevði eg
verið verandi í Føroyum,
so hevði tað kanska
verið veruleiki í dag.
KÁRI: Mann hevði
saktans kunnað gjørt
tað í Føroyum. Tað
snýr seg í roynd og veru
bara um at fara í gongd,
tí tað ber væl til. Í Troms í
Norðurnoregi verður t.d. ein
verkætlan gjørd í sambandi við
ferðavinnuna í løtuni, har fleiri
Easy Domes hús skulu byggjast
sum ein lítil bygd.
Vistsamfelag í Føroyum?