Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 106 14 av gildi í havanum hjá sær. Hann lovar mær at síggja síni hús, sum hann sjálvur hevur bygt. Innan síggja tey út til at vera úr einari ævin­týraverð, so flott og serlig tey eru í sponskum stíli prýdd við prýðislutum frá øllum heiminum á grótveggunum. Maðurin, sum eitur Ole, biður meg fáa mær eina aprikosu av aprikosutræðnum hjá sær, meðan hann opnar eina vín­ fløsku frá 2006. Hann luktar og sigur vælfornøjaður “Ahh, akkurát sum hon eigur at vera..”. Distraheringar eru tað nokk av á vegnum til grillveitsluna, sum øll hava tosað um í dag. Á veg avstað frá Ole møti eg av tilvild Louise Linden­skov og familju hennara, og tað er heldigt, tí nú kunnu tey vísa veg oman í Pilen. Komin til grillveitsluna sita fleiri fólk rundan um bálið og grilla, práta og hugna sær til tónleik, sum ein lokalur dyskeldubúgvi fram­før­ir við guitara sínum. Væl­ smakk­andi veganskar pylsur verða etnar, og fólk í øllum aldri hugna sær við einari serligari ró yvir sær uttan at skunda sær til nakað, men njóta bara løtuna og samveruna hjá hvørjum øðrum. Børnini duga at spæla uttan iPad, og tey dansa til tónleikin og renna rundan um bálið við einum ósmædnum for­ vitni um alt rundan um seg. Ikki bara børnini eru forvitin, men eisini tey vaksnu. Her eru summi, sum ikki búgva í Torup og Dyssekilde, men øll tey lokalu duga væl at fáa øll at føla seg væl­kom­ nan við at bjóða okkurt drekkandi og etandi yvir eitt prát. Hetta er sama økið, sum árligi Himmelstorm Festivalurin plagar at vera, har m.a. Dánjal á Neystabø og Teitur hava spælt fyri nøkrum árum síðani. Pallurin til festivalin stend­ur á stóru fløtuni aftanfyri trø­ini, og dyskeldubúgvarnir for­ telja, at mann kann risikera at fáa ein sosialan yvirdosis til festivalin, tí hvør einasti ein í bygdini plagar at møta upp til festivalin, og so kenn­ir mann allatíð onkran. PATURE@SOSIALURIN.FO FLEIRI FØROYINGAR Í UMRÁÐINUM DAGMAR FLUTTI TIL DYSSEKILDE Í FJØR Louise Lindenskov er ikki einasti føroyingur í Torup og Dyssekilde. Har eru nevniliga fleiri føroyingar og danir við tilknýti til Føroya. Ein føroyingur arbeiðir t.d. í keypsamtøkuni, og so er ein føroyskur lækni eisini í kommununi. Nakrir av føroyingunum halda saman við at hava ein føroyskan bindiklubb. Ein teirra er Dagmar Sørensen, og hon er ein av teimum nýggjaru íbúgvunum í Dyssekilde. Hon og maðurin Flemming fluttu til vistfrøðiligu bygdina í apríl í fjør eftir at hava búð í Eysturbrúgv í Keypmannahavn í fleiri ár. - Vit vóru bæði blivin pensjonistar, so vit brúktu ikki býin líka nógv meir sum fyrr. So var spurningurin hjá okkum bara, hvar vit skuldu fara. Vit kendu eina av teimum, sum var við til at byggja Dyssekilde upp, og tá eini hús ein dagin stóðu til sølu, so tóku vit av, greiðir hon frá. MEIRA MENNANDI ENN BÝARLÍVIÐ Dagmar Sørensen ivast onga løtu í, at tað var tann rætta avgerðin at flyta til Dyssekilde. - Eg havi altíð verið so hugtikin av støðum, sum eru eitt sindur atypisk, og har ting kunnu lata seg gera, sigur Dagmar og samanber við lívið í Keypmannahavn, har mann er meira avmarkaður. - Her hugsa fólk bara øðrvísi enn í býnum, og stemningurin ger, at mann stólar uppá, at ting kunnu lata seg gera og blomstra her. Tað er mennandi uppá allar mátar at vera í hesum felagsskapinum, sigur hon. Tað sosiala, búskaparliga og natúrliga, sum Dyssekilde í stóran mun snýr seg um, hongur eftir hennara tykki saman undir somu filosofi. - Tað snýr seg eitt sindur um hetta við at hava ein etikk, har mann ikki tekur meira, enn mann hevur brúk fyri og ikki fyllir meira sosialt, verbalt og sálarligt, enn tað er pláss fyri, so at øll kunnu vera til staðar, sigur Dagmar Sørensen. SOVORÐNI HÚS KOMA SKJÓTT TIL TORUP HÚS HJÁ KÁRA THOMSEN SKULU SETAST UPP VIÐ DYSSEKILDE Ein nýggjur vistfrøðiligur býarpartur við Dyssekilde sum fyrimynd skal eftir ætlan síggja dagsins ljós í nærmastu framtíð. Hesin býlingurin skal byggjast á eitt lendi, sum liggur beint við síðuna av Dyssekilde í Torup. Húsini, sum verða sett upp har, verða Easy Domes iglohúsini hjá føroyska arkitektinum, Kára Thomsen. Hansara náttúruvinarliga húsaloysn egnar seg sera væl til vistsamfeløg, og tí skulu nøkur hús av hesum slag eftir ætlan setast upp í nýggja vistbýlinginum, sum skal eita Hvideland, í næsta ár. Tað verða tó ikki bara iglohúsini hjá Kára Thomsen, tí tey vilja hava tað so fjølbroytt sum gjørligt. - Tey fokusera serliga nógv uppá burðardygdina, har alt tilfarið skal vera náttúruvinarligt, og tað skal vera so orkuvinarligt sum yvirhøvur gjørligt, sigur Kári Thomsen. Easy Domes húsini hjá Kára eru skjót at byggja, og tey eru náttúruvinarlig uppá fleiri mátar, so tey hóska væl til slíkan vistfrøðiligan bý. Har er einki plast í húsunum, og so eru tey eisini lágorkuhús. Eitt Easy Dome yogasentur er fyri stuttum sett upp í Møn í Danmark, har Kári Thomsen hevur roynt nakrar alternativar loysnir. M.a. er gólvið av bambus og innsíðubjálvingin er seyðaull. - Tað serliga við seyðaull er, at hetta er natúrbjálving. Tað hevur eginleikan, at tað heldur uppá vætu, soleiðis at vætan inni frá húsunum ikki fer beint ígjøgnum. Tað fær konstruktiónina at anda, og tá fær mann tað besta inniklimaið, sum mann kann fáa, sigur arkitekturin. Easy Domes húsini koma í 21 pørtum og í fleiri støddum, og tað tekur stutta tí at seta iglohúsini upp. So tá tey í Torup eru klár at seta húsini upp á nýggju útstykkingini í Hvideland, snýr tað seg bara um tíð, áðrenn húsini hjá Kára Thomsen verða við til at mynda ein nýggjan vistfrøðiligan býling í Torup. Húsini hjá Dagmar og Flemming í Dyssekilde Easy Domes hús hjá Kára Thomsen í Ringsted