Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 106 17 ÁRNI GREGERSEN S eismisku kanninganar av havbotninum í sam­ bandi við oljuleiting, gera álvarsligan skaða á fiska­ stovn­arnar. Tað tekur fleiri ár at byggja teir uppaftur. Tað verður staðfest í einum írsk­um dokumentafilmi um rov­ drift­ina eftir fiski og olju í Norður­ atlants­havinum. Filmurin tekur í støði í viðurskiftunum í Írlandi, New Foundlandi og Noreg, men kundi næstan eins væl verið gjørdur í Føroyum,. -Eg haldi filmurin gjørdi, at eg fekk eyguni upp fyri nøkrum veru­ leikum, sum eg ikki visti um, sigur Óluva Klettskarð, tingkvinna fyri Tjóð­veldi. Hon sá filmin í Atlantis í Klaksvík, men hann var eisini vístur í Norðurlandahúsinum í Havn. Írski filmsstjórin Risteard Dom­h­nall setti sær fyri, at fáa boð­skapin út um ágangin, sum er í Norðuratlantshavi. Serliga hevur hann lagt stóra orku í at vísa, hvussu politiski myndugleikin hev­ur slept ábyrgdini og latið ræði á rætt­indum farið til onnur. Í Írlandi var tað limaskapurin í ES, sum gjørdi, at írar sjálvir mistu ræði á fiskirættingunum, sum gjørd­ust felagszmál í ES og endaðu hjá multinationalum reiðaríum, sum fiskaðu, bert við profitti fyri eyga. Í New Foundlandi vísti tað seg, at kanadiska stjórinin ongan fiski­vinnupolitikk hevði og heldur ikki gav sær far um , hvussu nógv olju­letingin og boringin oyðilegði fyri lokalsamfeløgini, sum høvdu livað væ av fiski við smærri bátum í mannaminnir. Eisini í Noreg stóð nógv á, tá ið ætlan­in var at fara longur norð at leita eftir olju. Har kemur greitt fram, hvussu stóran skaða seismisku kann­ing­ar­ nar gera fyri fiskistovnarnar. -Tíbetur skutu teir bara seismikk um summarið, so tað gekk ikki út­ yvir gýtandi toskastovnin, sigur Bjørnar Nicolaisen, fiskimaður. -Men teir skutu um summarið og tað gekk útyvir upsastovnin. Ups­in hvarv og hann kom ikki aft­ur fyrr enn seks ár eftir at teir vóru givnir at skjóta, leggur hann aftur­at. Bjørnar Nicaolaisen var sjálvur til staðan, tá ið filmurin var vístur í Klaks­vík. Fer at spyrja landsstýrismannin -Tað er ræðandi at hoyra og síggja hvussu ógvusliga ávirkan seis­ misku kanninganar hava á fiska­ stovn­arnar. Hetta fær meg at um­hugsa at seta ein fyrispurning til landsstýrismannin við vinnu­ málum um, hvat føroyskir myndug­ leikar vita um seismisku kann­ing­ anar, sum eru gjørdar á føroyskum hav­leiðum, sigur Óluva Klettskarð. Hon leggur afturat, at filmurin fekk hana eisini at síggja, at vit hava gjørt okkurt rætt í Føroyum. -Vit hava hildið fast um, at tað eru føroyingar, sum hava ræði á fiskirættindini á føroysku leiðum. Tað er rættuliga avgerandi, leggur hon afturat. Óluva Klettskarð vísir eisini á, hvussu stóran skaða tað ger, tá ið fiski­rættindini verða latin stórum, multi­nationalum reiðaríum. Risa­ skip dustsúgva fiskileiðirnar, uttan at nkaða veruligt eftirlit er við, hvat tað er fyri fiskur og fiskasløg sum enda umborð. Í Noreg eydnaðist at skapa eina øsing móti ætlanini hjá stjórnini at fara longur norður og nærri sár­ baru leiðunum at leita eftir olju. -Vit fingu góða hjálp frá al­ menn­ingum og pressuni, men vit vænt­aðu, tá ið Erna Solberg gjørdi stjórn, at hon fór at geva loyvi til at fara longur norður, men tíbetur steðgaði hon leitingini norðanfyri, so vit hava í hvussu so er fingið eitt andarhald, sigur Bjørnar Nicolai­ sen úr Lofoten. Hann finst at mynduleikunum, ikki bert fyri at geva loyvir til at fiska og leita eftir olju, men serliga tí at myndugleikarnir sleppa enda­ num, tá ið tey stóru sleppa framat. -Vóandi hevur stríðið nyttað, men tað er als ikki liðugt, leggur hann afturat. Rovdriftin eftir olju og fiski í Norðuratlantshavi Ágangurin á náttúruna er so ógvusligur um okkara leiðir, at tað má steðgast, verður staðfest í írskum dokumentarfilmi Stóru seismikkskipini skjóta 10. hvørt sekunda seismikk, sum ávirkar fiskastovnarnar nógvar fjóðringar burtur Óluva Klettskarð umhusar at seta ein fyrispurning um seismikskjótingar til lands­ styris­mannin við vinnumálum Bjørnar Nicolaisen úr Lofoten var til staðar í Klaksvík, tá ið filmurin var vístur