Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 106 18 TÓRBJØRN JACOBSEN V it hava lítla og onga ávirkan á, hvussu vit koma í og fara úr hinum jarðiska lívi­ num. Hylkinum. Í tímabilinum har­ímillum fáa vit, við egnari megi, avrikað eitthvørt borgarum og samfelagi at frama. Táið Bjarni á Steig vitjaði á eystastu stovu­ ni á B6 hendan dagin, har kona og børn vóru savnað, og hann segði sum var, ærligur ímóti faki­ num, at heilsufrøðin ikki megn­aði meiri á heilsubøtandi slóð­ini, nú bræðandi krabbin var valds­havar­ in í likaminum, mundi hin seingjar­ liggj­andi vera tann sum skilti síni egnu deyðsboð betri enn nakar av hinum. Øll vit onnur liva sum longst í vónini, men hann kendi manna­kroppin, anatomi´ina og hennara veikleikar, ikki minst eftir at hava hjálpt einum ótali av fólki í nærum hálva øld í so máta, tí var hann púra avkláraður frá hesi stund. Nú stóð alt í Guðs hondum. Og hann var avkláraður. Andor Ellef­sen. Kommunulæknin hjá havnar­fólki í áratíggju. Orðaði tað við ein av lags­ brøðr­um hansara, ein gamlan politisk­an kollega, sunnudagin, at Vestur­kirkjan kendist sum ein lækna­kongress undir jarðar­ ferð­ini í dag. Har skreið skært í lækna­vísindi. Ei dáni í, helt hann fyri, Andor var ikki bara tikin úr leikum sum lækni, kom­mu­nu­ lækni, men eisini sum for­maður í Lækna­felagnum og Kom­munu­ lækna­felagnum. Vit onnur, sum eru brúkarar av hesi tænastu, hava bara førleika til at meta um hana, og í mínum føri eru tað fýra fólk sum eg minnist sum trygdarnet í so máta. Virðingin fyri teimum er stór. Emma Winther, táið vit búðu í Syðrugøtu, og eftir at eg gjørd­ ist glyvramaður hava teir tríggir, Einar Djurhuus, Poul Olsen og Kári Rasmussen, tikið sær av øllum ilskum. Kári er einsamallur uppi á døgum, men virðingin hevur verið sera stór um hesar menskur, og hjálp fekst, táið tørvur var á tí. Tvær ferðir fekk eg kortini hjálp frá Andori. Eitt kvøldið skræðnaði ein skurður í rygginum, Kári hevði skorið ein knykil úr honum, blóðið fossaði úr kroppinum, helst hevði eg verið alt ov óskettin, og hetta leygarkvøldið fóru vit beina leið oman á Frúutrøð, har doyving, nál og tráður fingu alt í rættlag aftur uppi á briksini í hesum søguliga húsi. Í vaccinatiónskortinum síggi eg eisini, at hann dúgliga hevur prikað andevni fyri ymsar sóttir í kroppin, á heysti í 2014, stutt fyri at vit bæði, hjúnini, løgdu leiðina yvir um hav, til Cuba, fyri at foykja strongdina burtur eina løtu. Fýra ár seinri er hann ikki ímillum okkum meiri. Nú hann slóknaði, var hann 81 ára gamalur. Andor sá dagsins ljós á fyrsta sinni í býlinginum við Kirkjar í Mið­vági hin 21. juli í 1937. Mamman var Gunnhild, av Rasmussen slekt­ ini í bygdini, og pápin var Hans Ellef­sen. Sum flestir bygdadreingir tá í tíðini gekk hann í skúla og fekst við alt fyrifallandi arbeiði. Spældi bólt við MB og róði kapp við miðvágsbátunum. Kortini varnað­ust miðvingar, at hann var egin, siktaði hægri, táið hann stutt eftir fermingina legðist á hjól­hestin til Seyrvágs fyri at fáa fatur á nýútkomnu bókini “Móðir Sjey­stjørna” hjá víðagitna rit­ høvundinum Williami Heinesen. At teir báðir seinri gjørdust grannar, skrivara­býlið hjá Williami liggur eitt lítið hanagleiv frá húsum hans­ara, omanfyri Plantasjuna í høvuðs­staðnum, kann so bara vera íkomið av lagnunnar speisemi. Tvær aðrar skrivandi legendur búðu eisini í grannalagnum. Heðin Brú og Chr. Matras. Heimsborgarar í Havn og rákin av mentan og stór­ hugsan hevur gingið ramur um tún og traðir. Nú var Andor ikki maður av nógv­um orðum. Inntonktur og hugs­andi. Filosoferandi – og kort­ ini praktiskur. Ivist í um hann tá, í yngri árum, hevur sagt nøkrum, foreldrunum kanska, hvørjar ætlanir hann hevði um brúk av egnum lívi, mátti og evnum. Undir øllum umstøðum kennist gongd­in haðani rættiliga tilvitað. Fert tú úr Miðvági sum 17 ára gamal niður til Rønde í Jútlandi fyrst í fimmtiárunum, fyri at fáa til vega eitt præliminær prógv, og haðani á VBV í Tórshavn eft­ir einum studentsprógvi, tá ert tú ikki miðleysur. Tá ert tú flogin sum fuglurin Føniks úr bygda­ sam­felagnum út á akadem­isku stíggjarnar. Í Havn búði hann í KFUM. Mettuna fekk hann á matstovuni hjá Madam Ellings­ gaard, og har hitti hann eina abba­dóttir Grønlands Jóhan, sum hevði verið kolonibestýrari í Uumma­naaq og í Aasiaat í mong ár. Hon var eisini av Müller slektini í Havn. Kamma. Tey gjørdu ferðalag saman, og her á foldum endaði tann ferðin við diamantbrúðleypinum á Kráarvegi fyri fáum døgum síðani, har vit, sum nú eru partar av húsinum, savnaðust fyri at fagna nestorunum í familjuni. Ilións­kvæðið var høgt í metum á Kráarvegi, og har møta vit Nes­ tori, konginum í í Pylos. Gamli var veingjaskerdur hátíðardagin, brúkti nógva megi fyri at koma niður av loftinum, men ómetaliga treisknið hjálpti honum, hann strammaði seg upp, hóast deyða­ merktur, fyri at geva børnum, abba­børn­um, langabbabørnum og verfólki eina sera góða løtu saman. Fyri tað hendi so mangt. Kamma var starvsfólk í Føroya Banka um tað mundið, táið Andor tekur endaligu avgerðina um at fara undir læknalestur á Universitetinum í Keyp­manna­ havn. Hin vælgitni Svend Aage Nonne­gaard-Pedersen, før­oy­ ingar róptu hann bara Nonne­ gaard, var stjóri í bankanum, hóast útlendingur ein stórur tjóðar­laðari í Føroyum, maðurin sum stuðlaði stórum føroyskum listarmonnum sum Ingálvi av Reyni, Janusi Kamban, Mikines o.ø., og tað var ikki hálvtalað orð, so hevði hann fingið henni eitt starv í Landmandsbankanum í Keyp­mannahavn, meðan maðurin gekk undir hin drúgva lesturin í heilsu­frøði. Í lestrarárunum fingu tey tvær døtrar, Guðrið og Ann, og eftir at vera flutt heimaftur fingu tey synirnar Ólav og Hans. Sum skipari, landsstýrismaður og borgarstjóri veit eg hvat hug­ takið tagnarskylda merkir. Tú kanst vera opinskáraður um mangt og mikið, í almenna rúmi­ num, men um viðkvæmu tagnar­ skyldu­mál­ini skal vera treyta­leys­ ur agi. Tú fert um gravar­múlan ein­sam­ur við tungum málum. Har skal onki út á torg, heldur ikki út um tínar varrar. Ikki so frægt at konan fær at vita, hvat ið er uppi í tíðini av álvaramálum. Punkt­um. Onkursvegna kendist tað sum, at Andor í aðrar mátar var ávirk­aður av hesi disciplinini. Út­um fakið eisini. Sum læknar og vit fleiri onnur mega liva við. Tagnar­skylduagin styrkti um hin inn­tonkta mannin. Læknastarvið var hansara lív, og loynidómarnir, sum ongin annar skuldi kenna til, fingu vit onnur, heldur ikki tey nærmastu, nakað at vita um. Ikki frá honum, men kanska frá onkrum øðr­um. So hissini. Hoyrdi nú ein dagin, at Andor var ein avgerandi figur­ur í bjargingarroyndini, táið íslendska flogfarið rendi inn í fjallið, nakað niðanfyri Knúk, í Myki­nesi, í 1970. Ein vanlukka sum ongin okkara gloymir, sum tá vóru uppi á døgum. Hann hevur ikki grett um hetta við einum orði, men tað verður sagt, at hann gjørdi hetjugerningar uppi undir Knúki hendan dagin. Varð sigldur út í Mykines við verjuskipinum, og kendur í føroyskum fjallalendi gjørd­ist hann vegvísari og síðani ein avgerandi lækni á staðnum, har so mangt kundi spælt øðrvísi av, um vísindalig dygd ikki kom upp og niðan á oynna. Hetta hevur sum so mangt annað verið eitt kall hjá honum, tí hevur hann ikki tosað um hetta við nakran. Ongantíð. Tagnarskyldan kámar fyri mongum sum maðurin hevur tykist við, serliga tí hann tók hana so bókstaviliga. So treytaleysa sum ein lækni eigur at taka hana. Imponer­andi. Tað var ongantíð nakar ivi um ætlanina at koma heimaftur eftir loknan lestur. Hetta var tíðin, táið føroy­ingar so spakuliga fóru undir at tilevna eitt vælferðarsamfelag. Andor og Kamma settu sær fyri at koma heimaftur fyri at gerast partur av nýggju tjóðarlaðingini. At byggja Føroyar. Eftir eitt styttri skeið á Landssjúkrahúsinum hevur hann verið kommunulækni í høvuðs­staðnum upp ímóti hálvari øld. Tað eru bara fýra ár síðani hann vaccineraði okkum, tá var hann 77 ára gamal, og væl fyri. Við battinum var hann kringur á borð­tennisborðinum heilt fram til endans, og tað eru bara fáir dagar síðani hann var við ketsjaranum niðri í Badmintonhøllini. Havnar Badmintonfelag var hansara einkar­barn uttanfyri familjuregi. Hann hevði fingurin á pulsinum og fylgdi væl við hvussu tað gekst við rekruteringini, serliga í tí yngra endanum. Hann var kanska ongin Prakash Patokono, Liem Svea King ella Rudi Hartono, men fleiri ferðir hevur hann kort­ ini staðið á sigursskamlinum. Kann vera at hagin og seyðurin á Nýpuni og fram við Leitisvatni fylti líka nógv. Andor Ellefsen var miðvingur til sín doyggjandi dag, hóast hann búði og virkaði í Havn í eitt mannaminni. Ofta hoyrd­ist tað á málinum, eyðkenda drynj­ andi miðvágsdialektin, og allar løturnar úti á Bakka og í haga­num, hava drigið hann aftur til upp­ runa­jørðildið. Eftir at hava ferðast kring um tað mesta av heiminum, á læknakongressum í nógvum londum, og ímillum fólk av ymsum observansum, so gekk leiðin altíð aftur til Miðvágs. Bygdarmaðurin sum gjørdist heimsborgari elskaði sína heimbygd. Tað er góður stílur. Ofta verður sagt, at heilin á fólki er einvegis tunaður. Annað­ hvørt ert tú stødd, alis- og evna­ frøð­ingur ella er humanioran tín styrki. Onkursvegna tykist tað sum um, at Andor fevndi um bæði. Tað fyrra lá til fakið, men vit sum komu at kenna hansara kær­ leika til føroyskt mál og skald­skap yvirhøvur, sita eftir við spurn­ingi­ num, hví hann ikki fór undir at lesa mál ella guðfrøði í ungum árum. Hann las nógv, skilti alt sum hann las, og samrøðurnar um skaldskap vóru ómetaliga gevandi. Hann hevði lisið allar klassikararnar, ongin nevndur ongin gloymdur, og óteljandi eru tær samrøður vit t.d. hava havt á Kráarvegi og aðrar staðir um føroyskan skaldskap. Um teir eldru høvundarnar og teir yngru, sum nú fara at eldast: Jóa­nes Nielsen, Tórodd Poulsen og Carl Jóhan Jensen. Hann lá ikki á boðunum, las teir allar so skjótt teir vóru á marknaðinum. Hesum fingu vit nógvar góðar samrøður burturúr. Komi kortini aftur til hin inn­ tonkta mannin. Andor Ellefsen. Ávirk­aður av tagnarskylduni kanska. Hann fleyg tilvitað undir radara­num í fleiri málum. Hann gjørdi ongantíð alment greiði fyri sínari støðu í trúarmálum, fylgdi kanska ráðunum hjá Matteusi í hansara sætta kapitli og ørindi, NØVN: Víðfevndur miðvingur vegin