hósdagur 13. september 2018síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018
SOSIALURIN 106
19
hóast hann hevði lisið Bíbliuna á
tamb fleiri ferðir. Politiskt fingu
vit heldur ongantíð at vita hvar
ið hann stóð, hóast hann hevði
stóran áhuga fyri samfelagsmálum
á øllum mótum, men tað kendist
kortini ongantíð sum ein trupul
leiki, at ein loysingarmaður var
vorðin versonur, og vit spjall
aði ídnir saman, m.a. táið eg var
landsstýrismaður í fiskivinnu
málum, um hvat ið rættast var
at gera, táið fiskidagarnir skuldu
ásetast fyri fiskiárið 2008/09.
Hann helt fast um vísindina
í slíkum málum, og hesar av
gerandi dagarnar í Fraklandi
kjálkaði hann framundir at halda
fast um tilráðingina hjá Fiski
rannsóknarstovuni og vinmanni
hansara Hjalta í Jákupsstovu. So
varð gjørt. Sjálvur var og eri eg enn
sannførdur um, at royndin var røtt.
At politisk orrusta spurdist burtur
úr, ja, tað vitstu øll, men kjakið um
fiskastovnarnar fekk eina aðra
vend av tí uppskotinum, Ongin
ivingur um tað.
Kenni fólk sum hava gingið á tá
tíðarinnar meginskúla Føroya, Há
skúlanum, táið Rasmus og Símun
og konur teirra ráddu fyri borgum.
Hesi vórðu kveikt, - málsliga og
tjóðskaparliga. Fyri fleiri teirra
kendist tað sum ein tjóðskaparlig
opinbering. Omma mín var ein
teirra. Pápi mín ein annar. Tá ið
tú eigur ein abbabeiggja, sum
eitur Rasmus á Háskúlanum, so
hevur tú ein arv at bera. Ímillum
klókastu menn sum hetta landið
hevur fostrað, eitt flogvit á so
mongum mótum, so hevur tú
okkurt óvanliga ríkt í viðførinum.
Málsliga og mentanarliga. Hugsi
at miðvingurin Andor skilti hetta,
og hann treivst í mentanarligu
sferuni hjá Rasmusi, Dagmari,
Mikkjali, D.P. og øðrum miðvingum,
ið hava dugnað tjóðini tann vegin.
Fjørðurin er rógvin. Nógv er
broytt í grannalagnum á Kráarvegi.
William Heinesen, Heðin Brú, Chr.
Matras, Ólavur Michelsen og
Ólavur Hátun eru farnir. Ívar Iver
sen, Hanus úr Norðragøtu og Eilif
Samuelsen eru enn uppi á døgum.
Nú tú ert farin um sýnuna fari
eg at takka tær fyri ta góðu mót
tøkuna eg fekk sum versonur, og
fyri allar samrøðurnar og góðu
ráðini um so mangt, ikki minst
um hvussu trupulleikarnir á
kommunulæknaøkinum kundu
loysast kring um landið.
Takk fyri allar ferðirnar kring
um í Europu og borðtennisdystir
nar, har eg royndi sum frægast
at stríðast fyri mínari tign. Tit
vóru mangan drúgvir, feðgarnir,
men onkuntíð vignaðist hjá mær
kortini. Føroyar hava mist ein
góðan son. Miðvágur hevur mist
ein av sínum frægu synum, og vit,
tey nærmastu, standa eftir við
minninum um fjallið í familjuni,
sum nú er farið heim til Harran.
Sum 3ára gamli langabbasonur
tín, Hákun, tók til hendan lagnu
dagin: „Nú er langabbi hjá einglun
um, har sum Jesus pápi hevur sína
dagligu gongd.“
Takk fyri tað, tú gjørdi fyri land og
fólk okkara.
L
eygardagin fylti hann 70
ár, og dagin helt hann í
Turkalandi, har hann og
konan plagdu at ferðast
nakrar ferðir um árið.
John Petersen er kendur sum
eitt arbeiðsgrev í fyritøkuni
J&K Petersen, sum hann sjálvur
annar stovnaði, og sum hann
var ímyndin av. Hann gjørdist tó
mest kendur, tá hann varð valdur
á Løgting í 1988. Hann var aftur
valdur á ting í 1990, 1994 og í 1998.
Hann var landsstýrismaður í
síðsta landsstýrinum hjá Atla Dam
frá 1991 til 1993. Hann gjørdist aftur
landsstýrismaður í landsstýrinum
hjá Edmund Joensen frá 1996-98
og aftur í fyrra landsstýrinum hjá
Anfinn Kallsberg í 1998. Øll árini í
landsstýrinum umsat hann fiski
vinnumál.
So seint sum leygardagin fylti
hann 70 ár og helt dagin í Turka
landi saman við konuni og nøkr
um av sínum nærmastu. Í morgun,
meðan tey bíðaðu eftir at fara á
eina útferð við báti, doyði hann
brádliga.
Hjá J&K Petersen siga tey um
hann, at tey hava verið heppin at
hava ein av teimum mest ídnastu
og raskastu monnunum dagliga
til arbeiðis. Hóast hann var farin
um pensjónsaldur, var hann sera
íðin í gerandisdegnum og altíð til
dystin fús Seinastu tíðina hevur
John Petersen í arbeiði sínum
lagt nógva orku í útbyggingina av
Tórshavnar Havn, sum J&K Peter
sen hevur um hendi, men serliga
á smiðjuøkinum siga tey, at hann
var nógv at síggja.
Og júst sum smiður, hevði
John gott orð á sær. Tað hoyrdist
eisini onkuntíð í politiska kjaki
num á tingi. Tá bylgjurnar gingu
harðast millum mótpolarnar í
Fólkaflokkinum og Javnaðar
flokkinum, so segði Jørgen Thom
sen, tingmaður Javnaðarfloksins,
onkuntíð, at tey kundu siga hvat
tey vildu um John Petersen, men
hann var av raskastu smiðum.
Jørgen Thomsen var læru
meistari á Skála Skipasmiðju og
kendi John frá tí arbeiðinum.
Tá John Petersen lærdi á Skála
Skipasmiðju búði hann á Skála. Tá
spældi hann fótbólt við GÍ. Har
tosa tey eisini um, at hann var so
íðin, at hann mangan róði av Skála
yvir á Skipanes og rann síðani til
Norðragøtu at venja.
Tórbjørn Jacobsen, fyrrverandi
fiskimálaráðharri hjá Tjóðveldi
sigur um John – hóast ósamdir
politiskt, at hann er ein tann besti
politikarin, sum Føroyar hava átt.
Hann ræddist ongan, heldur ikki
reiðararnar.
Tað vóru brøðurnir John og
Kristian Anfinn Petersen, sum
tóku við felagnum eftir pápan.
Haðani kemur styttingin í navni
num, J&K Petersen. Seinni eru
eigaraviðurskiftini broytt, men
navnið er tó varðveitt.
John Petersen var útbúgvin
skipstimbrari í 1969 og maskinist
ur í 1974. Umframt álitisstørvini á
Løgtingi og í landsstýri, so var John
Petersen eisini bygdarráðslimur í
Skopun frá 1976 til 1992.
John var giftur Ragnhild,
vanliga nevd Gugga, úr Sørvági.
Tey eiga børnini Steinolv, Sissal,
Elisabeth og Kari Ann. Elsti sonur
teirra, Karl Andreas, doyði sum 15
ára gamal.
John Petersen deyður
Anfinn Kallsberg, Edmund Joensen og John Petersen lesa samgonguskjalið í gjøgnum 11. juni í 1996. Javnaðarflokkurin
hevði tá slitð samgonguna við Sambandsflokkin, Verkamannafylkingina og Sjálvstýrisflokkin. Fólkaflokkurin kom
upp í samgonguna í staðin, og John Petersen gjørdist á øðrum sinni landsstýrismaður í fiskivinnumálum
Mikumorgunin andaðist John Petersen,
fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaður, brádliga
í Turkalandi, har har hann var og ferðaðist
John Petersen andaðist mikudagin 70 ára gamal