Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 106 20 Óli Jacobsen Siðsøga Óli Jacobsen 4. partur P eter Jacob fór í 1910 til Dan­markar at arbeiða á einum posthúsi. Hann arbeiddi í Havn á post­ hús­inum, har C.C. Danielsen var post­meistari. Kanska hevur hann ætlað Peter Jacob eina praktikktíð í Dan­mark, sum kundi vera honum av gagni, tá ið hann kom aftur til Føroya og kundi koma aftur til ar­ beiðis á posthúsinum. Men í Keypmannahavn hittir hann Knud Lambaa. Hvat ið er hent teirra millum vita vit ikki. Men hetta endar við, at báðir fara út at sigla saman. Sum skilst var hetta við seglskipum. Hetta hevur verið spennandi at royna hjá ungum monnum. Tað gjørdu aðrir føroyingar eisini tá. Teir báðir komu eisini at sigla sam­ an við øðrum føroyingum. Tá ið samband kom millum Pet­er Jacob og ættina í Føroyum í 1960-unum, kom eisini samband mill­um Knud og Peter Jacob. Tey brøv, sum Knud sendi til Pet­er Jacob eru í tí skjalasavni, sum er komið úr New Zealandi. Tey geva eisini eitt íkast til at lýsa teirra fyrstu tíð saman og lýsir eis­ ini nakað um lívið hjá Knud. Knud Lambaa var ein serligur persónur Knud Lambaa var ein var føddur í 1890 og doyði í 1982. Pàpi hansara var Johannes Lambaa, kendur handilsmaður í Havn. Hann var ætt­aður úr Fuglafirði. Knud og Peter Jacob tykjast at hava verið saman stutta tíð og fóru seinni at sigla hvør sær. Knud gav seinni út ein bókling um sítt sjólív undir 1. heimsbardaga. Knud legðist rættuliga ungur upp á land, og í 1927 byrjaði hann egið virki í Havn. Hann hevði øll ár­ini heilsølu og agentur. Fyrstu ár­ini var goymslan í leigaðum høl­ um á Kongabrúnni og seinni úti í fabrikkini hjá Østrøm. Í 1935 keypti hann saman við verfaðirinum ognirnar hjá Johannes Djurhuus, apot­ekara í Gongini. Hann var sonur tann kenda Faktorin, Johan Christian, í klaksvíkshandlinum, sum legði grundarlagið fyri Klaks­ vík sum fiskivinnubygd. Tann mest kenda av hesum ogn­um var Nólsoyarstova, sum enn er eini sjónlig hús í gomlu Havn­ini. Hetta eru eini søgulig hús. Nólsoyar Páll skrivaði í 1798 undir skeytið uppá húsið fyri bróð­urin Jákup Nolsøe, sum hevði keypt tey. Her hevur verið nógv virksemi, sum skrivstova hjá Realinum og prísráðnum. Her var eisini fund­ arhøli hjá fíggjarnevndini hjá løg­ ting­inum, áðrenn hon fekk egin høli. Seinni hevði reiðarafelagið skriv­stovu her. Eisini hevur verið matstova í Nólsoyarstovu. Tey flestu minnast, at navnið Knud Lambaa stóð við stórum bók­stav­ um á húsinum. Tíverri eru húsini nú illa farin. Hetta er ein býarmynd, som “onk­ ur” skuldi tikið hond um. Knud Lambaa hevði sjálvur handil í Dr. Jacobsensgøtu. Hann royndi seg eisini sum reiðara. Undir seinna heimsbardaga leigaði hann sluppina Kristionnu frá Jo­ hannes Johannesen, Leirvíks Jóannes, at sigla við ísfiski til Bret­lands. Seinasta túrin í 1941 var Johannes sjálvur við saman við soninum Christian. Á ferðini til Bret­lands hvarv skipið við øllum sjey monnunum. Aftaná kríggið var hann reiðari á trolara og var nevndarlimur í trolaraeigarafelagnum. Tá stóð eitt skifti á at fáa nóg mikið av koli til allar hesar koltrolararnar. Hetta kom fyri løgtingið, sum heitti á m.a. Knud Lambaa at ting­ast við polskar myndugleikar at fáa kol haðani. At hesir trolarar fingu eina stutta ævi er ein onnur søga. Knud var ein fjølbroyttur mað­ur. Aftaná heimsbardagan var hann við til at skipa fyri eini innsavning til neyðstaddar dan­ir, sum tá høvdu tað verri enn før­oy­ ing­ar. Hann dugdi eisini væl at skriva. Í 1944 hevði hann eina søgu í Varð­ anum, kallað Horvin. Hetta var ein ímyndað søga um lagn­una hjá einum skipara. Ì einum um­ mæli varð sagt, at hetta var ein tann besta søga, sum var skrivað á føroyskum. Hann hevði eisini áhuga fyri fim­leiki. Í 1962 var íslendska fim­ leikasambandið á vitjan í Føroyum. Tá gjørdi Knud tað sjáldsama, at hann sum privatmaður bjóðaði íslendska liðinum til ein døgurða, har tað eisini vóru almenn umboð, millum hesi eisini løgmaður. Knud helt eisini eina mergjaða røðu, har hann kom inn á aðalmálið við ítróttinum, nevniliga at menna sál og likam. Hann tók eitt sindur lut í almennum lívi. Fyrr vórðu grann­ skoð­arar valdir saman við býráðs­ lim­um í Havn. Knud stillaði onk­ un­tíð upp til granskoðaraval á list­anum hja H.C.W. Tórgarð. Knud var eisini italienskur konsul. Við tí handilssambandi, sum var millum Føroyar og Italia, mundi hetta vera eitt fittliga týð­ andi starv. Brøv frá Knud Lambaa til Peter Jacob Knud og Peter Jacob komu sum sagt at hava brævaskifti sína ámill­um. Tað eru bara tey hjá Knud, sum eru tøk. Tey lýsa eisini teirra fyrstu tíð saman. Tey verða endurgivin her. Thorshavn 19. Juli 1964 Mange tak for dit brev av 24. April 1964. Ligeledes takker jeg dig mange gange for dit brev dateret i Cardiff den 30. september 1912. Nævnte brev sendte du til mine forældre i Thorshavn, som videresendte brevet til mig til Bark Glenlora, som jeg var matros med. Vi var på rejse fra Europa til Sydamerika, Rio de Janeiro, Brasilien. I nordøstpassaten kolliderede vi med en damper, Dacia, af Ham­ burg, Amerika Linien. Vi sejlede med alle sejl fulde og gjorde en god fart, da s/s Dacia skar vores Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranum fór at sigla úti í heimi saman við Knud Lambaa. 50 ár seinni kom aftur samband teirra millum PETER JACOB SIGLDI SAMAN VIÐ KNUD LAMBAA Søgan um Glyvrasnikkaran: Knud Lambaa við sínum ordanum. Myndin er tikin hjá kongaliga hoffotografinum Elfelt. Myndin er komin úr New Zealandi. Í bóklingi sínum Jólaaftan í Tyne Dock hevur Knud hesa tekning. Tað vóru slík skip, teir báðir Peter Jacob og Knud fóru at sigla við í 1910.