Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 106 21 Komandi partur Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranum kom í føroyska grøv nærum 30 ár eftir, at hann doyði. kurs, holdt foran os, og vi sejlede så ind i dampskibet. Begge skibes skader var over vandlinien, men da vi brasede bak sank vores skib noget med forenden, men vi blev ikke læk. Bark Geenbora var jernskib. Vor kaptajn prajede over til Dacias’s kaptajn om at slæbe os ind til Bahamas, Vestindien, men han svarede, at han kunde ikke gøre det, for han havde passagerer og en kostbar last, så vi måtte hell­ er forlade barken og komme over i fragtskibet. Vor kaptajn svarede, at vi kunde ikke forlade skibet, for det var ikke læk. Vi fik så en del cement fra Dacia, som vi puttede i hullet sammen med planker og lå der i tre dage og reparerede skaderne, hvorefter vi kom ind i en cyclon og sejlede siden til Barba­dos, hvor vi lå tre måneder for reparation. Her i Barbados fik jeg dit brev fra Cardiff, som da var fire mån­ed­ er gammelt. Du skrev at du vent­ ede snart at høre fra mig, men du op­gav ingen adresse, jeg kunde sende brev til. Jeg sejlede nogle år med uden­ landske og danske sejl og damps­ kibe. Gik på navigations­skole, tog styrmands- og skibsførereksamen, og sejlede så som officer i den danske handelsmarine. Da jeg kom ind på navigations­ skolen sad i klassen der Svend Sig­vard, som var kok ombord i skonnert Gæa af Svendborg, som vi sejlede med i 1911/12. Han har sejlet som kaptajn i Dampskibe i mange, mange år. Jo, styrmand Joensen fra Eide, han kom tilbage til Færøerne, da han var blevet gammel. Boede på Ejde som ungkarl. Jeg traf ham et par gange i Thorshavn. Han døde for mange år siden. Du husker måske, da vi med 3mastret skonnert Gæa lå i Sunds­ vall i Sverige og lastede tømmer til Fecamp i Frankrig. Dårligt efter­ års­vejr. Styrmanden var ude på tømmerflåderne, som kom til skibssiden. Han sank mellem plankerne og blev våd over hele kroppen i det kolde vand og vejr. Da han kom op på skibets dæk, sagde han til mig, og du hørte det sikk­ert: “Du Knud, du skal tage ud til Australien og tage Jacob med dig”. Han havde selv været i Australien i fire år. Síðan greiðir Knud frá, at hann sigldi nøkur ár eftir at hann hevði tikið prógv. Í 1923 giftist hann við Onnu Samuelsen, og í 1924 fór hann at handla í Havn. Gubbi Peter Jacob, Birgir Andreas Samuelsen, keypmaður, doyði í 1950. Hesin gubbin bleiv verfaðir Knud, so tað hevur eisini tann veg­ in verið samband teirra mill­um. Síðan greiðir Knud frá fiski­ flot­anum, sum hann er lýstur í Àlmana­kkanum. Ùtflutningurin í 1963 var 126 mio og innflutningurin 136 mio krónur. Knud endar brævið á føroyskum: Ger so væl og læt meg hoyra frá tær, at tú hevur fingið hetta bræv og eg skrivi aftur. Eg skal heilsa tær frá konu míni og vinarlig heilsan til tín sjálvan og tínari familju frá tínum gamla vini Knud Lambaa Um “styrmand Joensen”. Tað skilst á hesum brævi, at teir báðir hava siglt saman við “Styr­ mand Joensen” frá Eiði. Hetta var Jógvan Joensen, sum var føddur 4. juni 1862 og fór 18 ára gamal at sigla við skonnartini Frederiksvaag hjá Restorff. Seinni var hann nøkur ár við útlendskum skipum. Jógvan í Pállstovu, sum hann var kallaður á Eiði, tók stýri­ mans­prógv á Nordby á Fanø 30. nov­ember 1888 og skiparaprógv 8. februar 1901 í Keypmannahavn. Hann sigldi nú sum stýrimaður og skipari við donskum seglskipum, til hann noyddist á hospital í Cadiz í Spania. Tá ið hann var frískur fekk hann samband við skipsmeklara, sum skuldi skaffa skipara til danskt skip, og tók Jógvan við hesum starvi. Tá vísti tað seg, at hetta var Sjóløvan hjá Niels Juel Mortensen, sum skuldi til Føroya. Hetta var undir fyrra heimsbardaga. Ermasund var blokerað, tí skuldi verða siglt vestanfyri Ísland. Men teir fingu so nógvan mótvind, at teir kortini hildu á Ermasund, og teir komu eisini heim í øllum góðum. Jógvan hevði tá verið heim­an­ ífrá í 38 ár. Hann fór til Eiðis og varð verandi har. Onkuntíð var hann flaggskipari við føroyskum slupp­um undir Grønlandi. Jógvan doyði í sama húsi, sum hann var føddur í, tann 21. oktober 1943. Jógvan var ein rættiligur æv­ in­týrari. Men tíverri veit familjan ikki nógv um hansara lív í út­land­ inum. Tey vita bert, at hann ar­ beiddi á einum hotelli í New York, var gullgravari í Australia og at hann eisini var í Suðurafrika, har hann eina ferð kleiv upp í eitt træ undan einum óðum tarvi! Jógvan var pápabeiggi Onnu, konu Poul Hansen, sum var kend­ ur reiðari í Havn. ..... Thorshavn 14. September 1964 Kæri gamli vinur Hjart­ans tøkk fyri brævið av 15. august 1964 og fotografiini av tær sjálv­um, soninum og abba­son­in­ um. Hjálagt sendi eg tær eitt foto av mær. Svend Sigvard var kokkur á 3-mastraðu skonnartini Gæa, tá ið vit báðir sigldu við hesum skipi. Sum fyrr nevnt sat hann í stýri­mansklassanum, tá eg kom í navigatiónsskúlan. Hann hevur verið skipari á stórum damp­skip­ um í mong ár. Tað eru nú fleiri ár síð­an eg havi sæð hann. Ger so væl og lata meg hoyra frá tær, tá tú fær hetta bræv við mínum foto. Eg minnist ikki tað, tú nevnir um champagnufløskuna for the Captain. Tú kundi kanska sagt mær, hvussu tað var. Eg vænti skjótt at hoyra frá tær. Vinarlig heilsan frá tinum gamla vinmanni Knud Lambaa .... Tað kundi verið áhugavert at frætt, um nakar veit um tann um­ rødda Svend Sigvard. Silgdu saman við Effersøe Í einum postkorti 12. September 1964 skrivar Knud; Haldor Effersøe, som vi var samm­ en med i Newcastle on Tyne, da vi skulle med s/s Polarstjernen i 1912, bor nu i nærheden af København. Jeg var sammen med ham for nogen tid siden. Haldor var sonur Oliver Petræus Effersøe, sum var sonur Jón Effersøe, tann fyrsta Effersøe í Føroyum. Haldor giftist við russisku Tamara. Hann var fyrst tele­ graf­stjóri í Russlandi. Eftir koll­ velt­ingina í 1917 rýmdi hann til Kina, har hann var telegrafstjóri í Hong Kong. Seinni búðu tey í Keypmannahavn. ... Tórshavn 17. Januar 1965 Kæri gamli vinur Takk fyri brævið eg fekk frá tær til jóla. Tú spyr, um hvørjir teir eru, teir ordanir eg havi. Teir eru Ridder af Dannebrogsordenen og “Ridder af den italienske fortjeneste orden”, sum eg av italienska presi­d­entinum var heiðraður við á italska nationaldegnum 2. juni 1955. Í Wellington skuldi man verið nú, har summar og sól valdar. Her hjá okkum er ódnarveður við skift­andi kava ella regni. Vónandi hevur tú tað gott og tín familja. Vita hava tað gott. Vinarlig heilsan til tín sjálvan og familju frá konu míni og tínum gamla vini Knud var ein “statiligur” maður. Hann gjørdi eisini nakað burtur úr, at hann var “riddari”. Í Nóls­oy­ ar­stovu hevði hann ein serligan ridd­arasal. Ískoyti til Honnu Klein: Hanna bleiv ein av elstu føroyingum. Hon var fødd í 1890 og doyði í 1994. Hvítu stóru húsini er Nólsoyarstova, sum er ein ímynd av Knud Lambaa. Lýsing í bløðunum, tá ið Knud byrjaði at handla. Her keypir hann lippur. Birgir Andreas Samuelsen var verfaður Knud Lambaa og gubbi Peter Jacob. Peter Jacob hjá Glyvrasnikkaranum saman við konuni, Annie, í 1942.