Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 28

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMEBER 2018 SOSIALURIN 106 28 EYÐUN KLAKSTEIN T eit­ur Lassen hevur 10 konsertir í USA í sep­ tem­ber mánaði, og hann ferðast víða í stóra sam­ bands­ríkinum. 11. September, sum er ein ser­ lig­ur dagur í USA, spældi Teitur á Union Stage í Washington DC. Mikukvøldið spældi hann í Anna­ polis, og leygakvøldið fer hann á pall­in í New York. Síðani hevur Teitur konsertir í Boston, Lake Orion, Evanston, Nash­ville, Franklin og Charleston. Konsertirnar í USA eru partur av konsertferðini, sum Teitur kallar »I Want To Be Kind«, og í einari facebook heilsan í vikuni skrivaði Teitur »Making America Kind Again«, sum er eitt orðaspæl upp á slagorð hjá amerikanska for­seta­num Donald Trump, sum brúkti orðini »Making America Great Again«. Seinasta konsertin í USA verður 23. September, og í okto­ber fer Teitur at spæla fimm kon­sertir í Dan­mark. Hetta eru kirkju­kon­ sert­ir í Keypmannahavn, Odense, Aal­borg og Aarhus. Eisini verður ein framførsla á Sønderborg Slot. Nú um dagarnar boðaði Teitur frá, at hann fer á konsertferð í Før­oy­um fyrsta partin av oktober mán­aði. Hann fer at spæla í Havn, Nólsoy, Syðrugøtu, Kunoy, Mið­ vági, Drelnesi og í Runavík. Hesar kon­sertir verða í døgunum frá 4. til 10. oktober. »Making America Kind Again«, skrivar Teitur undir hesari myndini úr Washington DC, har amerikanska konsertferðin hjá honum byrjaði mánadagin HALLUR AV RANA J ean-Claude Juncker, for­ mað­ur­in í ES-nevndini, hev­ur boðað frá, at ES-ráð­ ið hevur lagt eitt upp­skot fyri ES-tingið, ið hevur til enda­mál at avtaka summar- og vetr­ar­tíð. Um uppskotið verður sam­tykt, verður tað sett í gildi í 2019.  Í Føroyum varð summartíðin inn­førd við løgtingslóg í 1980, men hevur spurningurin javnan verið frammi, um skipanin ikki skal avtakast aftur. Seinast í fjør, tá Katrin Kallsberg, løg­ tings­kvinna fyri Tjóðveldi, setti ein fyrispurning til Aksel V. Johanne­sen, løgmann, um evnið.  Í svarinum til tingkvinnuna vísti løgmaður tá á, at skipanin í Før­oyum var heft av henni í Evropa.  – Skipanin er heft av, hvørja skip­an londini í Evropa velja at hava. Reglur um summartíð í øllum Evropa eru ásettar sentralt við direktivi frá Evropa-Parla­ menti­num og Ráðnum, skrivaði løg­maður.  Men um so er, at ES broytir skipan­ina, so fara føroyingar at endur­skoða hana eisini, upplýsir løg­maður fyri in.fo.  – Um ES fer at broyta skipan­ ina, so er tað nakað, ið vit fara at hyggja eftir av nýggjum, sigur løg­maður og leggur afturat, at ein av grundgevingunum fyri ikki at endurskoða skipanina í fjør var, at man ynskti at fylgja tíð­ini í restina av Evropa.  – Um vit broyttu tíðina, með­ an danir ikki gjørdu tað, so kundu vit enda í einari støðu, har tveir tímar vóru á muni til rest­ina av Norðurlondum. Tað passar øgiliga illa við arbeiðstíð, telefontíð og øðrum, tá samskift verður millum lond, sigur løg­ maður. Summartíðin kann fara í søguna Avtekur ES summartíðina, fara føroyingar helst at gera tað sama TEITUR SYNGUR Í USA Føroyski tónleikarin spælir í hesum døgum í USA – seinni fer hann á ferð í Føroyum