hósdagur 13. september 2018síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Alduorka kann gerast ein týðandi partur
av teimum grønu orkukeldunum, sum eftir
ætlan skulu framleiða allan streym í Føroyum
í 2030. Bárður Joensen, sivilverkfrøðingur á
LBF, fer nú undir at kanna, hvussu og hvar
í Føroyum alduorkuverk kunnu gerast.
EFTIR DAGMAR JOENSEN-NÆS
M
áttmiklu aldurnar, ið bróta við
føroysku strendurnar, hava
nógva orku í sær, sum ikki
verður brúkt til annað enn at
skola klettar og berg.
Royndir hava fyrr verið gjørdar at brúka
alduorku til at framleiða streym, men tær
hava ikki ført á mál. Nú fer Bárður Joensen,
sivilverkfrøðingur á Landsbyggifelagnum,
at gera enn eina roynd at finna eina skipan,
ið kann útvega orku burtur úr føroysku
aldunum.
Bárður
Joensen
hevur
fingið
stuðul frá eini serligari skipan undir
Granskingargrunninum til eina vinnu
ph.d. verkætlan, sum skal kanna, hvørjir
møguleikar eru fyri at gagnnýta alduorku
til at framleiða el burðardygt í Føroyum.
- Tað hevur altíð verið ein lítil dreymur hjá
mær at menna eitthvørt, sum kann verða við
til, at vit stigvís sleppa burtur frá fossilum
brennievni og gera alla orkuframleiðsluna
grøna. Tann umhvørvisligi parturin hevur
nógv at siga, men tað er eisini ógvuliga
spennandi at arbeiða við náttúrumegi og
royna at finna tøkniligar skipanir, ið kunnu
ávirka og gagnnýta hana, sigur hann.
Alduorkuverk fara í knús
Fleiri royndir eru gjørdar bæði í Føroyum og
úti í heimi við at menna tøkni, ið kann gera
alduorkuna um til streym, men enn er lítið
komið burturúr.
- Alduorka er á tí støði, sum vindorka
var í 60unum og 70unum. Orka frá aldum
sveiggjar nógv, og royndir, sum eru gjørdar,
eru endaðar við, at alduorkuverkini eru farin
í knús.
- Orkuverkini skulu standa ímóti
máttmiklu megini frá aldunum, men
samstundis eisini draga sum mest av orku úr
teimum. Tað eru gjørdar nógvar royndir við
ymiskum tøkniligum loysnum, men tað skal
enn meira gransking til, áðrenn alduorka
kemur upp á sama støði sum vindorka og
ber seg fíggjarliga. Eg ivist tó ikki í, at tað
bara er ein spurningur um tíð, til fimmoyrað
fellur, sigur Bárður Joensen.
Nøkur alduorkuverk eru fleiri staðni
í verðini, sum framleiða orku, men ikki í
stóran mun.
- Alduorkuverk eru á harðbalnum
støðum, sum líkjast Føroyum, millum annað
í Skotlandi og Azorunum. Men tey megna
ikki at framleiða nóg nógvan streym til eitt
heilt elnet.
Í Italia eru alduorkuverk, ið eru innbygd
í brimgarðar.
- Tey eru serliga áhugaverd, tí tey eru
betri vard og skemma ikki náttúruna, sigur
Bárður Joensen.
Hann ætlar at taka støði í skipanini, sum
verkætlanin, ið millum annað SEV og Lands
byggifelagið luttóku í fyri 10 árum síðani,
bygdi á. Tað var ein skipan við boraðum
tunlum við úttaki undir vatnskorpuni
og einum vatnstempli inni í tunlinum,
sum verður drivið av alduni uttanfyri, og
luftturbinum longri uppi í tunlinum.
- Avbjóðingin er at gera eitt alduorkuverk,
sum ikki er stórt og dýrt, men kortini megnar
at standa ímóti tí øgiligu megini, sum er í
aldunum, sigur hann.
Verkætlanin fyri 10 árum síðani gjørdist
ikki til veruleika, tí tað eydnaðist ikki at fáa
fígging.
Men Bárður Joensen hevur góðar vónir
um, at tað fer at bera til at finna eina loysn,
ið hóskar væl í Føroyum og eisini ber seg
fíggjarliga.
- Vit skulu ikki hava eitt risastórt verk,
sum ávirkar umhvørvið. Tað skal liggja fjalt
og órógva so lítið sum gjørligt, sigur hann.
Tað hevur stóran týdning at finna rætta
staðið at leggja alduorkuverkið. Bárður
Joensen fer fyrst at hyggja nærri at teimum
støðum, ið undanfarna verkætlanin arbeiddi
við. Tey vóru í Sandoynni, í Vágum og í
Eysturoynni.
- Tað er eitt sindur avbjóðandi at finna
eitt hóskandi stað. Har skal ikki vera ov høgt,
tí so kostar tað ov nógv at bora tunlar, men
har má kortini vera bratt niður á sjógv fyri
at gagnnýta skipanina við tunlum. Eisini
skal tað liggja soleiðis, at møguleiki er fyri
at binda í elnetið, sigur hann.
Kanna møguleikar at nýta
alduorku til at framleiða el
Nýggj vinnu ph.d. verkætlan:
VERKÆTLAN: Útvinnan av alduorku við Føroyar
PARTAR Í VERKÆTLANINI: Bárður Joensen,
sivilverkfrøðingur, LBF og DTU Mechanical Engineering
AÐRIR SAMSTARVSPARTAR: SEV, Náttúruvísindadeildin
á Setrinum og aðrir partar í Føroyum
KOSTNAÐUR: 2.000.000 kr.
JÁTTAN ÚR GRANSKINGARGRUNNINUM: 1.000.000 kr.
AÐRIR STUÐLAR: LBF, SEV og Betri
TÍÐARÆTLAN: 1.11.2018 – 31.10.2021
Bárður Joensen hevur
fingið stuðul frá eini
serligari skipan undir
Granskingargrunninum
til at kanna, um
møguleikar eru fyri
at framleiða el úr
alduorku í Føroyum.
Alduorkuverkið á
skotsku oynni Islay
framleiðir orku til fleiri
túsund húsarhald.
VÍSINDAVØKAN
verður 28. september
Framhald á síðu 2
SÍÐA 2
Vísindavøka á ferð
SÍÐA 3
Kanna um grundvatn finst
í økinum kring smoltstøð
SÍÐA 4
Vitan um smáverur
avgerandi fyri at
skilja umhvørvið
SÍÐA 8
Gransking er ein góð
íløga fyri samfelagið
SÍÐA 10
Gransking skal út
í samfelagið
SÍÐA 13
Kortleggja sálarligt
arbeiðsumhvørvi
SÍÐA 15
Ættarbandsskráin
- Ónýttir
granskingarmøguleikar?
SÍÐA 16
Vilja hava meiri tíð
at fordjúpa okkum