Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 106 2 Gransking skal verða meira opin N ú er aftur høvi at kunna teg um føroyska gransking og hoyra, hvussu tað hevur skorist seinasta árið. Granskarar og onnur starvsfólk frá granskingarstovnunum bjóða á 11. sinni vælkomin á Vísindavøku, hesaferð í Sjóvinnuhúsinum í Havn. Eisini koma fleiri granskarar á ferð kring landið við kunning um tað, sum tey arbeiða við og eru komin fram til. Ein fjølbroytt skrá er sett saman, so bæði stór og smá kunnu finna eitthvørt, sum tey hava áhuga í. Endamálið við Vísindavøkuni er at kunna alment um føroyska gransking og úrslitini, sum koma undan kavi. Eisini er endamálið at hitta fólk í Føroyum fyri at hoyra, hvat tey hugsa um verandi gransking og um tey hava ynski og hugskot til nýggja gransking. Hetta er týdningarmikið, tí granskingarúrslit mugu áhaldandi breiðast út, til leik og til lærd, og umrøðast og bjóðast av. Um allan heim verða stórar íløgur gjørdar í gransking. Endamálið er at fáa til vega nýggja vitan og stuðla undir fíggjarligari og samfelagsligari menning. Ein fortreyt fyri hesum er, at úrslitini av gransking eru atkomulig og at samfelagið verður kunnað um tey. Granskarar kunna í stóran mun um úrslitini í vísindaligum greinum, sum verða útgivnar í vísindaligum tíðarritum, sum aðrir granskarar lesa. Flestu av hesum tíðarritum krevja gjald fyri at sleppa at lesa tilfarið. Gjaldið er í summum førum rættiliga høgt, og hetta hevur í stóran mun avmarkað møguleikan hjá fólki at kunna seg um nýggj granskingarúrslit. Vandi er fyri, at týðandi úrslit ikki koma út til tey, sum tørva hesi, og at fólk kring heimin sita og granska ymiskt, sum onnur longu hava gjørt og hava útgivið. Seinastu árini hevur verið arbeitt miðvíst við at fáa størri opinleika um granskingarúrslitini. Lond, sum gera stórar almennar íløgur í gransking, hava kravt størri opinleika. Ein røð av tíðarritum hava valt at lata greinar vera frítt atkomuligar hjá øllum, hetta verður kallað Open Access. Talan er bæði um nýggj tíðarrit og um kend tíðarrit, sum broyta sína mannagongdir. Fleiri granskarar hava tikið væl undir við hesi hugsanini, og fleiri almennir stovnar, sum fíggja gransking, hava valt at krevja Open Access í størst møguligan mun. Hóast tað gongur rætta vegin, so gongur tað kortini ov seint. Tað eru fleiri sera sterk tíðarrit, sum halda fast við gjaldsskipanina. Hetta kunnu tey, tí tey eru so týðandi – hava so høgan Impact Factor – at granskarar og granskingarstovnar standa í bíðirøð at sleppa at fáa tilfar við har. Tað fer tí at krevja okkurt munadygt fyri at at fáa broytt hesar skipanir. Avbjóðingin er at finna ein leist, har pallar til útgávu og fyrisitingarkostnaðir verða goldnir av stuðlinum til verkætlanirnar, heldur enn av lesarunum í síðsta enda. Eitt stórt evropeiskt átak er júst farið av bakkastokki, sum skal tryggja fría atgongd til granskingarúrslit í 2020. Tað eru evropeiska granskingarráðið ERC og almennir stovnar, sum fíggja gransking, úr 11 londum, sum hava gjørt av at leggja veruligt trýst á verandi útgávuskipanir fyri at fáa tey at leggja um til Open Access. Londini, sum eru við nú eru Frakland, Írland, Italia, Luksemborg, Niðurlond, Noregi, Pólland, Slovenia, Stórabretland, Svøríki og Eysturríki. Fleiri væntast at leggjast afturat í næstum. Í Føroyum fylgja vit neyvt við gongdini og tillaga okkum altjóða krøvini. Samstundis sum hetta arbeiðið fer fram, verður áhaldandi miðlað á øðrum pallum bæði til leik og lærd. Á Vísindavøkuni eru øll vælkomin, her eru eingi gjøld. Vælkomin á Vísindavøku! Annika Sølvará Stjóri í Granskingarráðnum Nú Fróðskaparsetrið hevur fingið nýggj hølir á Vestaru Bryggju er gjørt av at halda Vísindavøkuna har. Vísindavøkan 2018 verður fríggja­dagin 28. september frá kl. 8 til kl. 17. Í Kongshøll, sum er fyri­lestr­ ar­høllin á 4. hædd, verða fleiri stutt­ar framløgur við úrslitum frá aktuellum gransk­ingar­verk­ætl­ an­um. Eisini verður kunning um kappingina Ársins Vitanarfróðu. Kl. 15 verður móttøka við onkr­ um leskiligum, handan av ársins miðlaheiðursløn og einum løttum, men hvøssum kjaki millum Magna Mohr og Heina í Skorini. Í gongunum verða postarar sýnd­ir fram. Hetta eru plakatir, sum granskarar oftast gera til ráð­stevnur, har teir hitta aðr­ar gransk­arar. Flestu plakat­ir­nar eru á enskum og eru á vís­inda­máli. Summ­ar plakatir eru tó á før­oysk­ um og ætlaðar til al­menn­ing. Granskingarúrslit uppá 2 min­ uttir Eitt nýtt tiltak verður eftir ætlan í ár. Vit kalla hetta Postara- snar­røður. Her fara nakrir gransk­ ar­ar uppá 2 minuttir at siga, hvat høvuðsboðskapurin í teirra post­ ara er. Tiltakið verður skipað sum ein kapping, har ein dómsnevnd fer at meta um ymsu snarrøðurnar og kjósa ein vinnara. Tað er hugsandi, at dómsnevndin letur seg ávirka av, hvat áhoyrararnir halda. Tí vóna vit, at tað koma nógv fólk at lurta og klappa. Postara-snarrøðurnar verða í Kongshøll kl. 10.50. Vísindi fyri allar sansir Á svalanum á 2. hædd verða ym­ sar framsýningar og til­tøk, har starvsfólk frá gransk­ing­ar­stovn­ un­um fara at sýna fram ymiskt for­ vitnis­ligt, sum ber til at hyggja at, nema við, lukta, smakka og royna. Starvsfólk og studentar frá Nátt­úrubreytini á Glasi fara aftur í ár at gera nakrar royndir og sýna fram. Hetta verður í einum tjaldi uttan­fyri. Fólk frá Fiskaaling fara at vísa, hvussu streymmátingar verða gjørd­ar. Hetta verður eisini í tjald­ in­um. Vitja Magnus Heinason Nú Vísindavøkan er á Vestaru Bryggju verður møguligt at vitja um­borð á havrannsóknarskipinum Magnus Heinasyni. Tað verður møgu­ligt at sleppa á rundvísing mill­um kl. 9 og 11, kl. 13 og 15 og frá 16 til 17. Fólk frá Havstovuni og Magnus Heinasyni fara at vísa runt og greiða frá. Av trygdarávum verður aldurs­ mark sett á, so tað er fyri børn frá 4. flokki og uppeftir. Næmingar skulu vera í fylgi við lærara. Tiltøkini á Vísindavøku eru fyri bæði børn, ung og vaksin. Sí alla skránna fyri Vísindavøkuna aftast í blaðnum. Vísindavøka á ferð kring landið Vísindavøkan verður eisini á ferð aftur í ár. Hetta verður skipað nakað øðrvísi enn áður. Talan verður um fimm tiltøk kring landið, sum eru skipað eftir sama leisti. Tiltøkini verða á Seglloftinum á Tvøroyri 17.9., við Løkin í Runavík 19.9., á Sands Bókasavni 20.9., á Sørvágs Bókasavni 24.9. og á Tekniska Skúla í Klaksvík 26.9. Á hvørjum tiltaki verða tríggjar styttri framløgur við granskarum frá ymsu stovnunum kring landið. Til dømis ber til at hoyra um súlu og súluveiðu, um vit hava meira vind í Føroyum nú enn fyrr, um nær ein læraraútbúgving er nóg góð og um einkjur og einkjumenn í Føroyum í 1800-talinum, fyri at nevna nakrar úr rúgvuni. Framløgurnar eru ymiskar á hvørjum tiltaki. Á hvørjum tiltaki verður eisini ein stutt kunning um gransking í Føroyum, um hvat gransking er, hvør granskar, hvat verður granskað og hví. Eisini verður okkurt tilfar at síggja og tosa um í kaffisteðginum. Sí lýsing fyri tiltøkunum á baksíðuni í blaðnum. Vísindavøkan í Sjóvinnuhúsinum 28. september Spurningur um tíð Bárður Joensen fer undir vinnu ph.d.-verkætlan sína um ein góðan mánað. Hann fer fyrst at gera kannningar og lýsingar av aldukortum og aldu­data fyri Føroyar. Síðani fer hann at fram­leiða teldumodell, sum kunnu eftirkannast við at taka stakroyndir ymsastaðni kring Føroyar. Ætlanin er at gera ymiskar kanningar fyri at eyð­merkja tey støð í landinum, sum eru egnað og áhugaverd at kanna nærri. Um tíð verður til tað, er eisini ætlanin at endurskapa aldurnar í aldu­tangum og at byggja fysisk modell fyri ávís støð og kanna, hvør orka kann fáast burturúr. - Eg trúgvi hundrað prosent, at møguleikin at vinna orku úr aldum er til staðar. Tað er bert ein spurningur um, at onkur skal taka stig til at gera nakað við hetta, og hvussu langur vegurin er. - Harðbalna veðurlagið ger Føroyar til eitt sera væl egnað stað at gera royndir við alduorku. Um tað eydnast at koma á eitt støði, sum er handils­liga burðardygt, kunnu vit kanska selja okk­ara royndir til onnur støð, ið líkjast Før­oy­um, bæði jarðfrøðiliga og í veðurlagi. Bárður Joensen væntar, at alduorka kann gerast ein týðandi partur av teimum orku­keld­um, ið skulu til fyri at røkka málinum um, at øll elframleiðsla í Føroyum verður grøn í 2030. - Eg ímyndi mær, at 15-20 prosent av el­fram­leiðsl­uni kann koma frá alduorku. Kanska meir, um tað eisini eydnast at finna loysnir fyri at lagra streymin í staðin fyri at framleiða hann beinleiðis inn á netið, sigur hann. framhald frá síðu 1