hósdagur 13. september 2018síða 31
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 106
3
Hiddenfjord brúkar nógva orku til
at køla vatnið frá smoltalingini á
Fútakletti. Nú hevur fyritøkan sett
Malina Ellefsen, jarðfrøðing, at gera
eina vinnu ph.d.-verkætlan, ið skal
kanna, um grundvatn er í økinum,
sum kann brúkast í niðurkølingini
av vatninum á smoltstøðini.
EFTIR DAGMAR JOENSEN-NÆS
A
lifyritøkan Hiddenfjord
er í ferð við at byggja
smoltstøðina á Fútakletti
munandi út. Eitt av
endamálunum við útbyggingini
er, at smoltið skal verða størri, tá
tað verður sett á sjógv.
Tað setir stór krøv til vatnskip
anina á smoltstøðini at hava meira
og størri smolt. Vatnið í kørunum
skal helst ikki koma yvir 12 hitastig,
og tað er orkukrevjandi og harvið
kostnaðarmikið at køla vatnið
niður.
Hiddenfjord hevur nú tikið stig
til at fáa kannað, um grundvatn
er í økinum rundan um smolt
støðina, og um tað ber til at brúka
grundvatnið í niðurkølingini av
vatninum á smoltstøðini. Fyri
tøkan hevur fingið stuðul frá eini
serligari skipan undir Gransking
argrunninum til eina vinnu ph.d.-
verkætlanin, sum skal leita eftir
møguligum grundvatni, ið kann
brúkast til endamálið.
Malan Ellefsen, jarðfrøðingur, er
sett í starv sum vinnu ph.d.-lesandi
á Hiddenfjord og á Danmarks
Teknologiske Universitet – DTU
– í Lyngby, og hon er júst farin til
verka.
- Vatnið á smoltstøðini verður
endurnýtt, og tilgongdin at pumpa
vatnið runt, samstundis sum
smoltið svimur í kørunum og verð
ur fóðrað, ger, at tað verður heitari
enn væntað. Vatnið skal helst ikki
koma yvir 12 stig, tí so tekur fiskurin
skaða. Tað er sera orkukrevjandi
og harvið kostnaðarmikið at køla
vatnið niður, og tí hevur fyritøkan
ynskt at gera eina roynd at leita
eftir køldum grundvatni í økinum,
sum kann brúkast í niðurkølingar-
tilgongdini, sigur hon.
Loftsmyndir og boringar
Malan fer nú undir at kanna økið
kring smoltstøðina fyri sprekku
skipanir og møguligar vatngoymsl
ur í undirgrundini. Tað skal gerast
við eitt nú at kanna neyvar lofts
myndir og gera nýggjar jarðalis
frøðiligar kanningar av jørðini
undir Fútakletti, og helst eisini
onkra kanningarboring.
Endamálið er at koma fram til
úrslit, sum kunnu vera við til at
minka um orkuna, sum í løtuni
verður nýtt til at køla vatnið frá
smoltalingini niður undir 12 stig,
við at nýta verandi náttúrutilfeingi
í nærumhvørvinum rundan um
smoltstøðina.
- Við at kanna fylgisveinamyndir,
innsavna data við dronu og gera
jarðalisfrøðiligar kanningar vóni
eg at finna fram til, um nóg nógv er
til av grundvatni í økinum til, at tað
loysir seg at fáa tað upp og brúka
tað til at køla vatnið á smoltstøðini
niður, sigur Malan Ellefsen.
Eisini áhuga fyri land
og kommunur
Grundvatn er vatn, sum situr í
poknum, rivum og gloprum í undir
grundini og eisini kann sita bundið
í ymiskum steinsløgum. Ofta er tal
an um grundvatnsborð í lendinum,
har vatnið situr upp til eina ávísa
hædd undir yvirflatuni.
Nýggjar kanningar, sum Jarð
feingi hevur gjørt, vísa, at føroyska
grundvatnið er ungt, eini 3-5 ár. Tað
merkir, at tað allarhelst verður
endurnýggjað rættiliga skjótt.
- Vit vita vit ikki heilt víst,
hvussu vatnið í undirgrundini í
Føroyum háttar sær. Vit fara helst
ikki at finna stórar vatn-goymslur,
men um tað er so, at vatnið verður
endurnýggjað lutfalsliga skjótt,
kunnu vit - um vit eru heppin -
kortleggja grundvatnskipanina í
økinum og bora hol, sum kunnu
leiða vatn til yvirflatuna, sigur
Malan.
Flestu lond i verðini brúka
grundvatn sum vatnveiting til
drekkivatn og framleiðslu, men í
Føroyum verður tað ikki gjørt á
sama hátt, tí tað nógva regnið ger,
at vit hava nóg nógv av yvirflatu
vatni. Onkrar av keldunum, sum
spræna upp, verða nýttar sum
drekkivatn.
- Um úrslitini av kanningunum
á Fútakletti verða góð og kunnu
brúkast av smoltstøðini, kann
hetta eisini koma øðrum í Føroyum
til góðar. Til dømis kunnu land og
kommunur umhugsa at fara undir
at brúka grundvatn, tá turkur er,
sigur Malan.
Í fyrsta umfari er tað tó Hidden
fjord, sum eigur ágóðan av kann
ingunum hjá Malini Ellefsen.
- Eg eri sett í starv sum vinnu
ph.d. lesandi á Hiddenfjord, og
fyritøkan hevur tí rætt til úrslitini
fyrst. Men síðani skal eg skriva
greinar, ið skulu gevast út, og um
nøkur ár verða kanningarnar óivað
tøkar hjá øðrum at brúka eisini,
sigur hon.
Vinnu ph.d.-verkætlanir
fingið granskingarstuðul
Granskingarnevndin hevur fyri
fyrstu ferð játtað stuðul til vinnu
ph.d.-verkætlanir. Tvær verkætl
anir hava fingið eina millión kr.
hvør.
Onnur verkætlanin kallast
“Kanningar eftir møguligum
grundvatni í økinum á Fútakletti
á Vágoynni til smolt-aling á landi”.
Partarnir í verkætlanini eru Malan
Ellefsen, jarðfrøðingur, Hidden
fjord og DTU Environment.
Hin verkætlanin kallast “Út
vinnan av alduorku við Føroyar”.
Partarnir í verkætlanini eru Bárður
Joensen, sivilverkfrøðingur, LBF
og DTU Mechanical Engineering.
Stuðulin til vinnu ph.d.-verk
ætlanir kemur úr tí avtikna Minn
ingargrunninum fyri Dánjal Nicla
sen. Tá nevndin fyri grunnin tók
grunnin av og lat Granskingar
ráðnum peningin, gjørdi Gransk
ingarnevndin av at royna vinnu
ph.d.-skipan í Føroyum við hesum
pengum.
Lýst varð eftir umsóknum á
fyrsta sinni í 2017, men tá var ikki
mett, at innkomnu umsóknirnar
luku treytirnar. Í ár komu tríggjar
umsóknir inn. Tvær teirra eru
nú játtaðar, og tann triðja verður
væntandi viðgjørd í næstum.
Ein vinnu ph.d.-verkætlan er
skipað eftir einum øðrvísi leisti
enn ein vanlig akademisk ph.d.-
verkætlan. Ein ph.d.-kandidatur
verður settur í starv í eini fyritøku
og samstundis innskrivaður til
ph.d.-lestur á einum universiteti.
Fyritøkan fær stuðul til verkætl
anina og rindar restina av kostnað
inum av verkætlanini, annaðhvørt
sjálv ella í samstarvi við aðrar priv
atar partar. Tað er í stóran mun
fyritøkan, sum avger, hvat verður
granskað, og úrslitini skulu oftast
brúkast ítøkiliga í fyritøkuni.
Yvirskipaða endamálið við
vinnu ph.d. verkætlanum er at
styrkja granskaratilgongdina og
førleikamenningina í vinnuni og
styrkja samstarvið millum gransk
ingarumhvørvið og vinnuna.
Hiddenfjord hevur tikið stig til vinnu ph.d. verkætlan:
VERKÆTLAN: Kanningar eftir møguligum grundvatni í økinum á Fútakletti á Vágoynni til smolt-aling á landi
PARTAR Í VERKÆTLANINI: Malan Ellefsen, jarðfrøðingur, Hiddenfjord
og Danmarks Teknologiske Universitet – DTU - í Lyngby
AÐRIR SAMSTARVSPARTAR: Náttúruvísindadeildin á Setrinum og aðrar partar í Føroyum
KOSTNAÐUR: 2.450.000 kr.
Játtan úr Granskingargrunninum: 1.000.000 kr.
AÐRIR STUÐLAR: Hiddenfjord
TÍÐARÆTLAN: 1.9.2018 – 1.9.2021
Malan Ellefsen fer næstu trý árini at kanna, um
grundvatn er í økinum kring smoltstøðina á Fútakletti.
Um kanningar vísa, at vatn er í
undirgrundini á Fútakletti, verður møguliga
onkur kanningarboring gjørd.
Kanna um grundvatn finst
í økinum kring smoltstøð