Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 106 4 Ian Salter granskar leivdir av DNA í sjónum: Vitan um smáverur avgeran DNA kanningar av smáverum á Landgrunninum kunnu ávara um broytingar í vistskipanini, sum kunnu fáa álvarsligar avleiðingar fyri alt lív á sjógvi og landi. Vit vita enn alt ov lítið um, hvønn týdning margfeldið av plantuæti og algum hevur fyri vistskipanina og fyri koltvísúrni í atmosferuni, sigur Ian Salter, havfrøðingur, ið stendur fyri kanningunum. EFTIR DAGMAR JOENSEN-NÆS H vørja viku fær Ian Salter eina stóra fløsku við sjógvi frá Lívfiskastøðini í Skopun. Hann sílar sjógv­in á Havstovuni og savnar leivd­ir av smáverum og bakterium í sjón­um í lítil sýni. Síðani fer hann nið­an á granskarasetrið iNOVA við sýn­unum og uppreinsar slóðir av DNA frá smáverum og havdjórum. Tá Ian Salter hevur savnað og upp­reinsað DNA royndir í nakrar mán­aðir afturat, fer hann undir at greina arvastreingirnar fyri at staðfesta, hvørjar verur eru í sjón­ um. Hetta arbeiðið skal eisini ger­ ast á iNOVA. - Ein partur av verkætlanini, sum eg arbeiði við, er at menna slíkar kanningarhættir í Føroyum. Tað hevði verið lættari og helst eisini bíligari hjá mær at sent royndirnar av landinum til greiningar, men iNOVA eigur útgerðina her, og tað hevur týdning, at vit læra at gera hetta sjálvi. Tað fer sum frálíður at gera tað nógv skjótari at gera ym­ iskar DNA kanningar og geva okk­ um fleiri møguleikar enn, um vit senda alt av landinum, sigur hann. Einki lív uttan plantuæti Ian Salter er breti og flutti til Før­ oya fyri hálvumøðrum ári síðani við føroysku konu síni. Hann er hav­frøðingur við sergrein innan evna- og mýl lívfrøði og hevur í yvir tíggju ár arbeitt við at eygleiða og granska lívið í havinum. Hann hev­ur serliga áhuga fyri plantuæti, sum er grundarlagið undir allari vist­skipanini í havinum. - Plantuæti kann ikki síggjast við berum eygum, men bert í mikro­skopi. Plantuæti er ógvuliga fjøl­táttað, og tað eru túsundtals sløg til. - Plantuæti er fyrsta liðið í føði­ ket­uni og harvið grundarlagið und­ ir øllum lívi í havinum. Plantuæti hev­ur eisini ein avgerandi leiklut í stýr­ingini av veðurlagnum á jørð­ ini, tí tað upptekur ein stóran part av tí koltvísúrni, sum vit menniskju lata út. Harumframt framleiða plantu­æti og algur helvtina av tí súr­evni, sum vit anda í okkum. - Uttan plantuæti hevði inni­ haldið av koltvísúrevni í luftini verið væl hægri, staðfestir Ian Salter. Kenna ikki avleiðingar Ian Saltur er við í einum altjóða granskarasamtaki, ið kallast GOOS - Global Ocean Observing System. Hesin felagsskapur hevur sett sær fyri at máta broytingar í havinum kring allan heim. - Vit vita, at broytingar henda, og tær henda skjótt. Sjógvurin verð­ur heitari, og hann verður eis­ini súrari. Tað hevur við sær broyt­ingar í vistskipanini, sum vit ikki kenna avleiðingarnar av, sigur hann. Granskararnir í GOOS eru í ferð við at byggja upp eygleið­ing­ ar­støðir kring allan heim, ið máta og samanbera millum annað hita, súrni, salt, súrevni og føðsluevnir NAVN: Ian Salter ALDUR: 37 ár TJÓÐSKAPUR: Breti, búsitandi í Føroyum ÚTBÚGVING: Havfrøðingur PH.D.-RITGERÐ: Plantuæti, vistfrøði og veðurlag STARV: Granskari á Havstovuni