hósdagur 13. september 2018síða 33
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 106
5
í sjónum.
- Endamálið er at savna vitan
um broytingar í havinum og gera
forsagnir um, hvussu hetta fer at
ávirka vistfrøðina, sigur Ian Salter.
Havstovan hevur í fleiri ár gjørt
nakrar av teimum mátingum, ið
skulu til fyri at fáa eina mynd av
broytingunum í havinum. Men fyri
at fáa eina eygleiðingarkipan eftir
altjóða ásetingunum frá GOOS,
mugu fleiri kanningar gerast, og
tað krevur pengar og serkøn fólk.
Ian Salter hevur fingið fígg
ing úr millum annað Gransking
argrunninum til eina verkætlan,
ið hann kallar FAMEOS - Faroese
Marine Ecosystem Observing
Study. Hon hevur til endamáls at
leggja grundarlagið fyri eini eyg
leiðingarskipan av lívfrøðiliga
margfeldinum og vistskipanini
á Landgrunninum og at menna
nýggjar lívevnafrøðiligar kanning
arhættir.
DNA leivdir í sjónum
At gera DNA kanningar av slóðum
eftir djórum í sjónum er ein rætti
liga nýggjur kanningarháttur,
sum letur upp fyri nógvum nýggj
um møguleikum og gevur nógva
nýggja vitan um lívið í sjónum.
Kanningarhátturin er tó enn ófull
fíggjaður, millum annað er enn
ókent, hvussu leingi DNA heldur
sær í sjónum.
Ian Salter hevur áður arbeitt
við slíkum kanningum í Miðjarðar
havinum og í Arktiska havinum, og
tá kom hann eftir, at árstíðin hevur
stóra ávirkan á livitíðina hjá DNA
slóðunum. Tær halda sær fleiri
vikur um veturin, men um summ
arið verða tær niðurbrotnar eftir
fáum tímum.
- Um vit finna DNA frá einari
smáveru ella einum djóri í einum
sýni, kunnu vit við vissu siga, at
tað hevur verið har. Men vit kunnu
ikki vita, um onnur djór eisini hava
verið har, sum ikki hava lagt nakra
DNA slóð eftir seg, sum enn ikki
kann mátast. Og vit kunnu heldur
ikki vita, nær djórið hava verið har,
sigur hann.
Ein partur av verkætlanini hjá
Ian Salter er at menna nýggja DNA
kanningarháttin.
- Tað er ógvuliga torgreitt, tí vit
kenna ikki DNA hjá øllum verum,
og tað er eisini ymiskt, hvussu
leingi DNA leivdirnar eru í sjónum.
Ian Salter ivast tó ikki í, at DNA
kanningarnar fara at geva nógvar
nýggjar møguleikar.
- Fleiri sløg av æti eru so smá,
at tey bert kunnu eyðmerkjast
við DNA kanningum. Tað er nógv
skjótari at gera slíkar kanningar
enn at sita og eyðmerkja og telja
kanska 200 sløg í einum sýni undir
einum mikroskopi, sigur hann.
Kunnu gagna vinnuni
Føroyar liggja á markinummillum
Atlantshavið og Arktis, har broyt
ingarnar henda skjótast, og tí
hava eygleiðingar av broytingum
í havinum ovurstóran týdning
fyri allan heimin. Men kanningar
av DNA leivdum í sjónum kunnu
eisini fáa sera stóran týdning fyri
føroyska búskapin.
- Tað er neyvan nakað land í
heiminum, sum er meira bundið
at havinum enn Føroyar. Okkara
búskapur stendur og fellur við,
hvussu havið hevur tað. Tí hava
broytingar í vistskipanini sera
stóran týdning fyri Føroyar, sigur
Ian Salter.
Kanningar av DNA í sjónum
kunnu serliga verða nyttugar hjá
eitt nú føroysku alivinnuni.
- Kanningarnar kunnu til dømis
brúkast til at hava eftirlit við
ymsum sløgum av algublóming og
bakteria, sum eru kend fyri at vera
vandamikil fyri alifiskin.
Ian Salter ger eisini royndir,
sum skulu vísa, um DNA kanningar
kunnu brúkast til metingar av
fiskastovnum.
- ICES kjakast um DNA kann
ingar kunnu betra okkara vitan
um fiskastovnarnar, men tað eru
enn nógvir ósvaraðir spurningar.
Til dømis vita vit ikki enn, um
DNA frá einum fiskaslagi í einum
sýni er sambæriligt við nøgdina av
fiskinum, sigur hann.
Ian Salter hevur fleiri ferðir
verið við, tá Havstovan hevur verið
úti við Magnus Heinasyni og gjørt
yvirlitstrolingar. Hann hevur tikið
royndir av sjónum og samanborið
úrslitið av DNA kanningunum við
tað, sum er komið í trolið.
- Eg royni at finna fram til, um
mongdin av DNA í mínum kann
ingum samsvarar við nøgdina av
fiski í trolinum. Royndir, sum eg
havi gjørt í kørum á Sjósavninum,
benda á, at nøgdin av DNA sam
svarar við mongdina av fiski. Men
hetta er bert fyrst stigið og tað er
nógv torførari at gera tílíkt arbeiði
á sjónum, har nógvir ókendir fakt
orar eru.
- DNA kanningar kunnu helst
hjálpa okkum at skilja betur út
breiðsluna av fiski kring Føroyar,
men tær fara ongantíð at koma
í staðin fyri vanligu yvirlitstrol
ingarnar, tí tær geva okkum ikki
neyðugu vitanina um aldur, stødd
og føði hjá stovninum, sum eru um
ráðandi partar í stovnsmetingun
um, sigur Ian Salter.
Vitan er fyrsta stigið
Ian Salter er í ferð við at søkja fígg
ing , so eygleiðing og gransking av
vistfrøðini á Landgrunninum kann
halda fram, tá hann er liðugur við
sína trý ára verkætlan frá Gransk
ingarráðnum.
- Verkætlanin er ætlað sum ein
byrjan til eina eygleiðingarskipan,
sum tey hava í øðrum londum.
Tað tekur tíð at síggja broytingar í
vistskipanini, og tað hevur stóran
týdning, at arbeiðið heldur fram.
- Vitan um vistfrøðina í føroyska
havøkinum hevur týdning bæði
fyri Føroyar og fyri allan heimin.
Okkara landafrøðiliga støða ger,
at vit hava eina serliga ábyrgd at
kanna hesi viðurskifti, sigur hann.
- Vit vita, at umhvørvisbroytingar
henda. Men vit vita ikki, hvørjar
ávirkanir broytingarnar fara at
hava á vistskipanina, og hvussu
tað kann ávirka búskapir, ið eru
so tengdir at havinum sum tann
føroyski.
Kanningar sum mínar hava
eisini sum endamál at vera grund
arlagið undir millumtjóða sátt
málum, sum royna at steðga um
hvørvisbroytingum, so sum París
veðurlagsavtaluni, sigur Ian Salter.
ndi fyri at skilja umhvørvið
OCEAN SAMPLING DAY
Ein bólkur av granskarum fór í 2014 við stuðli úr ES undir
eina verkætlan, sum varð nevnd “Ocean Sampling Day”.
Endamálið var at kanna margfeldið av æti og bakterium
so nógva staðni í heimsins høvum sum gjørligt.
Á middegi á longsta degi, 21. juni, verða sýni tikin á meira
enn 200 kanningarstøðum í heiminum. Sýnini skulu geva
eina løtumynd av havsins smáverumargfeldi og geva
innlit í, hvussu hesar verur eru skipaðar og virka.
Havstovan gjørdist í ár partur av hesum tiltaki. Tann 21. juni
vórðu sýni tikin á Lívfiskastøðini í Skopun, har Havstovan
regluliga kannar sjógvin, sum verður pumpaður inn á støðina.
DNA KANNINGAR Í HAVINUM
Granskarar eru nýliga komnir eftir, at flestu verur í havinum
leggja DNA slóðir eftir seg, sum kunnu finnast í sjógvi. Slóðir
av DNA frá plantuæti og fiski i eru funnar í sjósýnum.
DNA slóðir kunnu nýtast at kanna útbreiðslu av plantu- og
djórasløgum., men kanningar, ið Ian Salter, ph.d. og granskari
á Havstovuni, hevur gjørt, vísa, at neyðugt er at taka hædd
fyri árstíðarbroytingum fyri at kunna staðfesta, hvussu
long tíðarskeið og hvussu stór øki slíkar slóðir umboða.
Ian Salter hevur mátað livitíð hjá DNA slóðum í sjógvi í eitt
ár í útsynningspartinum av Miðjarðarhavinum. Úrslitini vísa,
at DNA leivdirnar halda sær fleiri vikur um veturin, men um
summarið verða tær niðurbrotnar eftir fáum tímum.
Kanningar av DNA slóðum í sjógvi kunnu fáa stóran týdning fyri at
skilja sambandið millum lívfrøðiliga margfeldið og útbreiðslu av
plantu- og djórasløgum. Betri vitan kann gera tað lættari at hava
eina skynsama umsiting og handfaring av vistskipanum í havinum.
Ian Salter arbeiðir í løtuni við at gera líknandi kanningar av
lívfrøðiliga margfeldinum og vistskipanini á føroyska Landgrunninum.
FAMEOS
FAMEOS er ein stytting fyri the Faroese Marine Ecosystem
Observing Study, sum er ein verkætlan, ið hevur til endamáls
at leggja grundarlagið fyri DNA kanningum av lívfrøðiliga
margfeldinum og vistskipanini á Landgrunninum í samsvari við
arbeiðsleistin hjá Globel Ocean Observing Systems - GOOS
Ian Salter, havfrøðingur, ph.d., arbeiðir í løtuni á Havstovuni
við hesi verkætlan, sum er fíggjað av Granskingargrunninum,
Fiskivinnuroyndum, Havstovuni og úr Fraklandi.
Ian Salter hevur fingið stuðul
úr Granskingargrunninum
til at gera DNA kanningar av
lívfrøðiliga margfeldinum
og vistskipanini á
Landgrunninum.
Smáverur og leivdir av øðrum
djórum verða sílað úr sjónum
og savnað í sýni á Havstovuni.