Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 106 6 Navn, bústaður og aldur Birgitta Andreasen, Tórshavn, 32 ár Starv Evnafrøðingur á Granskingardeildini á Umhvørvisstovuni síðani 2015 Útbúgving Master of Chemistry á Edinburgh University (2010), ph.d. í greiningarevnafrøði á Danmarks Tekniske Universitet (2015) Aktuell gransking Síðani eg byrjaði á Umhvørvisstovuni hava uppgávurnar verið ymiskar. Hetta hevur m.a. fevnt um massaspektrometriskar kanningar av perfluoreraðum evnum (PFAS) í ymiskum fiskasløgum, av lúsabæsingarevni í sjógvsýnum, og eini byrjanar innleiðslu til non-target screening dátuviðgerð. Men størsta partin av tíðini havi eg nýtt uppá Arctic Monitoring and Assessment Programme (AMAP), sum fevnir um umhvørviseftiransing av dálkandi evnum í Arktiska økinum. Í Føroyum byrjaðu kanningarnar í 1997 av ymiskum djórasløgum millum annað grind, toski og teista við denti á tungmetallir og seint niðurbrótilig lívrunnin dálkingarevni (POPs). Eitt av endamálinum í AMAP er at framleiða tíðarseriur av dálkandi evnum, henda hagfrøðiliga modelleringin fevnir um fleiri enn 200 tíðarseriur, og er tað hesi dátuviðgerð eg arbeiði við júst nú. Hví ert tú blivin granskari Á framhaldsdeildini á Venjingarskúlanum hevði eg ein so einastandandi lærara í alis- og evnafrøði sum æt Kurt, og eg haldi, at longu tá byrjaði eg at spæla við tankan um tað ikki fór at bera til at arbeiða innan hesi øki. Men tað var ikki fyrr enn eg var á 4. ári av Master lesnaðinum at eg fann útav, at eg vildi fara undir eina ph.d. Tankin um at sleppa at kannað eitthvørt heilt niður í smálutir er bara heilt fantastiskur, og er tað serliga hetta, sum drívur verkið. Frítíðarítriv Mær hevur altíð dámað væl handaligt arbeiði, t.d. at seyma, binda, tekna, smíða, og nú í seinastuni eri eg byrja at putla í urtagarðinum. Tað, at úrslit síggjast so nógv skjótari í mun til granskingararbeiði, er nokk ein orsøk til, at mær dámar tað so væl. Eg skal tó leggja afturat, at tað er verri enn so alt, sum eydnast líka væl, men so roynir man bara einaferð afturat. So dámar mær heilt væl at lesa, ein góð bók ella báðar fimm er nú ikki so galið. Navn, bústaður og aldur Hans Harryson. 45 ár. Ættaður av Toftum, men búsitandi í Tórshavn Starv Síðan 2008 havi eg verið í starvi sum námslektari á Námsvísindadeildini, Fróðskaparsetur Føroya. Útbúgving Fólkaskúlalærari, Føroya læraraskúli, 1999, Kandidatur í námsfrøðiligari sálarfrøði, Aarhus Universitet, 2006 og ph.d. í námsvísindum (educational studies), Aarhus Universitet & Fróðskaparsetur Føroya, 2018. Aktuell gransking Mítt granskingarøki er læraraútbúgvingar í Norðurlondum. Fólk flest eru samd um, at á einari og hvørjari læraraútbúgving skulu tey lesandi fáa holla vitan um tær lærugreinar, ið eru á tímatalvu fólkaskúlans. Hetta er rætt. Men ein góður lærari er ikki bara serkønur í einari ella fleiri lærugreinum. Hann dugir eisini ymiskt annað – og tað er hetta óítøkiliga “annað”, sum eg havi roynt at oyramerkt og fingið innlit í seinastu 4 árini. Við øðrum orðum, so havi eg kannað, hvat ein lærari skal vita um barna- og ungdómsmentan, læring og búning; floksleiðslu, trivnað og læruumhvørvi; undirvísingarhættir, eftirmetingarhættir, serundirvísing og mangt annað. Hví ert tú blivin granskari Áhugin fyri at granska er komin so við og við. Tá ið eg søkti inn á læraraútbúgvingina í síni tíð, hitti eg nøkur fólk, ið lærdu meg at seta spurningar, og sum fingu meg at undrast yvir mangt av tí, ið vit ofta taka fyri givið í gerandisdegnum. Eg gjørdist m.a. tilvitaður um tann týdning, ið ein góður fólkaskúli hevur fyri framtíðarútlitini hjá tí einstaka og fyri samfelagið í síni heild. Eg fekk áhuga fyri at vita meiri og meiri um teir ymisku faktorarnar, ið eru við til at mynda ein góðan fólkaskúla, og hesin ómettandi áhugin hevur borið meg gjøgnum útbúgvingarskipanina og inn í granskingarverðina. Frítíðarítriv Mær dámar at lesa skaldsøgur og yrkingasøvn. Mær dámar at hyggja eftir alskyns ítrótti. Mær dámar at renna langar túrar á alfaravegi og í haga. Mær dámar at vera saman við mínum nærmastu. Navn, bústaður og aldur Kasper Kyhl, Tórshavn, 32 ár. Starv Lækni, útbúgvingarstarv til hjartalækna á medisinsku deild á Landssjúkrahúsinum. Útbúgving Cand.med. frá Københavns Universitet. Ph.d., Københavns Universitet. Aktuell gransking Eg havi í míni ph.d. hugt at sjúklingum við akuttum blóðtøppi í hjartanum og roynt at finna fram til, hvørjir sjúklingar eru í serligum vanda, soleiðis at vit í størri mun kunnu hjálpa einstøku sjúklingunum. Vit hava harafturat roynt nýggjar viðgerðarhættir fyri akuttan blóðtøpp í hjarta. Eg arbeiddi serliga við hjarta MR í míni ph.d. verkætlan og havi arbeitt við hesum síðani. Eg havi fingið møguleikan at gera hjarta MR í Føroyum, har eg havi kannað, um CTD sjúklingar hava meira arrvevnað ella skerda hjartafunksjón. Umframt hetta kanni eg, hvussu hjarta svarar uppá ymisk sløg av ávirkanum sum t.d. fríkaving og respiratorviðgerð. Hví ert tú blivin granskari Eg varð drigin inn í granskingina, áðrenn eg visti, at eg vildi verða hjartalækni. So áhugin hjá mær fyri hjartasjúkum kemur helst frá granskingini. Jú meira tú setir teg inn í títt evni, jú meira áhugavert verður tað. Eg byrjaði so smátt at granska sum part av lesnaðinum og tá tú fyrst ert komin í gongd og ert í einum góðum granskarabólki, so kemur eitt hugskot fyri og annað eftir. Skjótt er støðan, at tú ikki hevur nóg mikið av tíð. Her eru so nógv spennandi evni, sum kunnu kannast. Frítíðarítriv Eg eri giftur og vit hava tvey børn, 3 og 4 ár, sum vit brúka nógva tíð saman við. Tað er deiligt at vera í Føroyum, har til ber at hava meira tíð saman. Eg elski at gera góðan mat, mær dámar væl at nørdast og hugsavna meg um ymisk smáting. Mær dámar væl at vera kropsliga virkin og t.d. fara ein túr í fjøllini. Navn, bústaður og aldur May-Britt Skoradal, Argir, 52 ár Starv Námslektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini síðani august 2010 Ph.d. lesandi síðani 2016. Útbúgving Sjúkrarøktarfrøðingur frá Bispebjerg Sygeplejeskole, 1993 Ískoytisútbúgving til Bachelor í sjúkrarøktarfrøði frá Setrinum, 2009 Master í heilsuvísindum (cand.scient.san) frá Syddansk Universiteti, 2016 Aktuell gransking Granskingin snýr seg um, hvørt fótbóltsspæl kann brúkast sum fyribyrgjandi og viðgerandi tiltak móti lívsstílssjúkum. Vit hava gjørt kanningar av kvinnum við ov høgum blóðtrýsti, kvinnum og monnum við prediabetes og 10-12 ára gomlum børnum. Allar kanningarnar eru sokallaðar interventiónskanningar, har helvtin er farin at spæla skipaðan fótbólt í eitt ávíst tíðarskeið og hin helvtin ikki. Tey eru so kannaði áðrenn og aftaná fyri at síggja, hvørja ávirkan fótbóltspælið hevur havt á ymiskar fysiologiskar faktorar so sum blóðtrýst, puls, vøddar og feitt í kroppinum, konditión o.a. Hví ert tú blivin granskari Gransking var ein natúrligur partur av arbeiðinum hjá mær sum diabetessjúkrarøktarfrøðingur. Vit savnaðu javnan data til ymsar verkætlanir og eg var javnan á tjóða og altjóða ráðstevnum, har granskingarúrslit vórðu løgd fram. Alt hetta hevur verið við til at skapt eitt forvitni og ein áhuga fyri gransking. So hvørt sum eg havi útbúgvið meg víðari, havi eg luttikið í fleiri verkætlanum og eg trívist væl í granskingarumhvørvinum. Frítíðarítriv Eg spæli sjálvandi fótbólt nakrar ferðir um vikuna við heilsufótbóltinum á Argjum og gangi til fitness. Eg havi verið nevndarlimur í Diabetesfelag Føroya í nøkur ár, seinastu tvey árini havi eg verið formaður. Annars dámar mær væl at ganga í náttúruni og at ferðast. Eg eri eitt sosialt menniskja og mær dámar væl góða og gevandi samveru við fólk. VÍSINDAVØKU GRANSKARA VOX POP