fríggjadagur 19. november 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 222 - 19. november 2004
Nr. 222 - 19. november 2004
3
UTTAN ÚR HEIMI
Palestinsku myndug-
leikarnir vilja hava
greiði á, hvørjum
Yasser Arafat doyði av
DEYÐSORSØK
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Nú skal greiði fáast á, hví
palestinski leiðarin, Yasser
Arafat, doyði.
Ahmed Qurie, forsætis-
ráðharri, segði í gjár, at
hann hevur givið einari
nevnd boð um at kanna
deyðsorsøkina.
Nevndin
skal tosa við palestinskar
og aðrar læknar fyri at gera
enda á teimum nógvu git-
ingunum, sum hava verið,
síðani Arafat varð fluttur á
eitt hernaðarsjúkrahús í
París, har hann doyði
nakrar dagar seinni.
Longu meðan Arafat lá á
Percy-hernaðarsjúkrahús-
inum, gingu søgur um, at
hann var vorðin eitraður.
Fronsku læknarnir hava sýtt
fyri at almannakunngera
deyðsorsøkina, og einkjan,
Suha, sum hevur fingið eina
frágreiðing frá læknunum,
hevur heldur ikki viljað sagt
nakað um tað. Ahmed Qurie
segði í gjár, at tann serliga
kanningarnevndin skal eis-
ini til Fraklands fyri at fáa
greiði á, hví Arafat doyði.
Palestinski
uttanríkis-
ráðharrin, Nabil Shaat,
hevur fyrr avsannað, at
Arafat var eitraður, men tað
hevur ikki steðgað giting-
unum, skrivar AP.
Vilja hava at vita
hví Arafat doyði
Í hernað ímóti heroini
Amerikonsku myndugleikarnir hava nú sett sær fyri at
steðga tí stóra rúsevnisflutninginum úr Afganistan.
Í tí sambandi hevur Kongressin í Washington játtað
meiri enn fýra milliardir krónur, og ætlanin er at brúka
pengarnar til at fáa afgansku bøndurnar til at dyrka
annað enn opium. Í fyrsta lagi skulu amerikanskir her-
menn hjálpa afgansku løgregluni at forða rúsevnis-
flutninginum um markið. Á tann hátt fer tað at verða
truplari hjá bøndrunum at sleppa av við grøðina, og so
skulu pengar brúkast til at fáa teir at dyrka okkurt
annað ístaðin fyri.
Amerikanska herleiðslan í Afganistan hevur sagt, at
rúsevnistrupulleikin er eitt tað størsta vandamálið í
landinum. ST heldur, at afgansku bøndurnir heysta um-
leið 3.400 tons av opium í ár, og tað er meiri enn í nøkr-
um øðrum landi í heiminum. Ein stórur partur av peng-
unum endar í lummunum hjá teimum sokallaðu krígs-
harrunum, sum við sínum vápnaðu liðum eru ein
hóttan ímóti myndugleikunum í Kabul.
Taka lívið av sær
Russiska tíðindastovan Interfax skrivar, at meiri enn 500
russiskir hermenn hava tikið lívið av sær ella eru deyðir
av vanlukkum í ár. Tað merkir, at herurin missir fleiri
hermenn av sjálvmorði og vanlukkum enn í bardaga.
Sergei Ivanov, verjumálaráðharri hevur sambært
Interfax sagt, at meiri enn 900 russiskir hermenn eru
deyðir higartil í ár. 423 eru deyðir í tænastu, men 509
doyðu fyri egnari hond ella av vanlukku. Mannarætt-
indafelagsskapurin Human Rights Watch skrivaði í
einari frágreiðing í oktober, at ungir hermenn verða so
illa viðfarnir í herinum, at nógvir velja at taka lívið av
sær, og fleiri túsund aðrir flýggja úr legunum.
Sergei Ivanov avsannaði tað, sum stóð i frágreið-
ingini, men sambært Interfax hevur hann nú biðið her-
leiðsluna síggja til, at broyting kemur í.
Prísir skulu kannast
Kappingarmyndugleikarnir í Noregi fara nú at kanna,
hvussu tað ber til, at matvørur eru nógv dýrari í Noregi
enn í ES-londunum.
Ein kanning hjá kappingarráðnum hevur avdúkað, at
matvørurnar kosta umleið 50 prosent meiri í norskum
handlum enn í ES-londunum, og at í meðal eru prísirnir
í Noregi umleið 26 prosent hægri enn í grannalandin-
um Svøríki. Sambært NRK hevur kappingarráðið ill-
gruna um, at kappingin á matvørumarknaðinum er ov
lítil, og at tað er orsøkin til teir høgu prísirnar.
– Vit vita, at norski sertollurin á matvørum er høgur,
men tað er ikki øll frágreiðingin, sigur kunningarstjór-
in í kappingarráðnum, Signe Horn, við NRK og leggur
afturat, at kappingarráðið er serliga ørkynmlað av, at
tað er so dýrt at keypa fisk og kjøt í Noregi. Eitt nú eru
fiskavørur munandi dýrari í Noregi enn í Finnlandi,
sigur hon.
Innrás í Kairo
Grashoppurnar, sum seinastu tíðina hava oyðilagt meg-
inpartin av grøðini í fleiri vestur- og norðurafrikonsk-
um londum, eru nú eisini komnar til Egyptalands.
Mikudagin var so tjúkt av grashoppum í luftini yvir
Kairo, at sólin hevði ilt við at sleppa ígjøgnum. Mynd-
ugleikarnir høvdu fyrireikað seg til teir óbodnu gest-
irnar og høvdu sett eld á bildekk fyri at jagstra gras-
hoppurnar burtur. Samstundis vórðu serligir bilar send-
ir avstað at spræna flogkykteitur upp í luftina.
Grashoppurnar hava oyðilagt nógva grøði í Mali,
Mauritania, Niger og Senegal, men tær hava eisini gjørt
um seg í Algeria, Libya og nú í Egyptalandi. Sjálvt ikki
havið kann forða teimum, tí í heyst hava sjáldsama
nógvar grashoppur verið á Kýpros. Serfrøðingar siga,
at hesar grashoppurnar kunnu gerast ímillum sjey og
átta centimerar langar, men at tær eru ikki vandamiklar
fyri fólk.
Myndirnar av amer-
ikanska hermaninum,
sum drepur ein særd-
an iraka, hava fingið
øði í nógvar arabar og
kunnu eggja til harð-
ari mótstøðu ímóti
USA
FANGAMORÐ
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Meðan tey flestu vestur-
lendsku sjónvørpini valdu
at klippa ein part av mynd-
unum burturúr, valdi arab-
iska sjónvarpið Al-Jazeera
at vísa allan tilburðin i
moskuni í Fallujah.
– Vit vísa ikki myndir av
sivilfólki, sum verða háls-
høgd ella avrættað á annan
hátt. Men her er talan um
eitt morð, sum hevur bein-
leiðis samband við kríggið,
og tá er markið øðrvísi, sig-
ur talsmaðurin já Al-Jaze-
era, Jihad Balut, við Reuter.
Myndirnar hjá Al-Jaze-
era hava elvt til øsing víða
hvar í tí arabiska heimin-
um. Á gøtuni í jordanska
høvuðsstaðnum
Amman
fekk tíðindastovan AP at
vita, at amerikanararnir eru
brotsmenn,
og
Reuter
skrivar úr Dubai, at hatta
var ikki tað, sum arabarar
høvdu væntað sær av teim-
um, sum siga seg umboða
tann demokratiska heimin.
Fyrr hava nógvir arabarar
funnist at iraksku mót-
støðumonnunum, ti teir
brúktu moskurnar sum
verjustøðir, men at amerik-
anararnir avrætta ein krígs-
fanga í einum av teimum
halgu húsunum er teimum
ovboðið.
Arabiska blaðið Al-Sharq
Al-Awsat samanbar til-
burðin í moskuni í Fallujah
við tað, sum hendi í Abu
Ghraib-fongslinum í Bag-
dad. Blaðið vildi vera við,
at tilburðir sum hesir máa
støðið undan amerikanska
páhaldinum um, at teir eru
komnir til Irak við demo-
kratii og rættvísi.
Var Yasser Arafat eitraður? Tað kal nú kannast
Arabarar í øðini um
fangamorðið í Fallujah
C
M
Y
K
3
2
Mikukvøldið 24
november skipar
Norrøna Felagið
fyri verð einum al-
mennum fyrilestri
um fyrsta, stóra,
finska skaldið,
Johan Ludvig
Runeberg
Í ár eru 200 ár liðin, síð-
ani Johan Ludvig Rune-
berg varð borin í heim.
Hann andaðist í 1877,
73 ára gamal.
Tað, sum er serstakt
við Runeberg, er, at
hann var fyrsta mikla
skaldið í tí sjálvstøðuga
Finnlandi. Eitt sitat, sum
Runeberg varð kendur
fyri var hetta: »Blanda
enn til helvtar bark í
breyðið«
Hann skapti tjóðskap-
arligar myndir av finska
fólkinum, einum fólki,
ið tað ber til at vera stol-
ur av. Hann var somu-
leiðis fyrstur at bera
fram tey finsku eyð-
kennini hjá fólki og
nattúru.
Runeberg lyfti eisini
finska søgu og gav
finska fólkinum eina
fortíð at vera góð við.
Runeberg
yrkti
á
svenskum.
Norrøna Felagið í Før-
oyum minnist Runeberg
við einum almennum
fyrilestri á Landsbóka-
savninum mikukvøldið
24. november kl 19.30.
Turið Sigurðardóttir,
bókmentafrøðingur,
heldur fyrilesturin, sum
hon kallar »Runeberg og
norðurlendskur roman-
tikkur«.
eys –
Fyrilestur um Runeberg
Fór niðan av
vegnum
Á Kaldbaksvegnum hendi
eitt ferðsluóhapp orsakað
av hálkuni tíðliga hós-
morgunin. Ein bilførari, ið
var á veg til Havnar, misti
brádliga
tamarhaldi
á
bilinum. Bilurin fór runt,
og slongdist so niðan av
vegnum. Vakthavandi sigur,
at eingin fólkaskaði hendi,
men bert smávegis mater-
iellur skaði.
– eys –
Trailari stóð
tvørur
Á Hvítanesvegnum kom
ein trailaraførari illa fyri
tíðliga hósmorgunin. Hann
kom
koyrandi
framvið
Skógrøkt Landsins í Havn
og skuldi niðan á Ring-
vegin. Men í brøttu brekk-
uni, beint áðrenn Ring-
vegin byrjaði trailarin at
glíða.
Vakthavandi sigur, at tal-
an var um ein stóran trail-
ara, við einum føraravogni
og einum stórum anhang-
ara aftanfyri. Trailarin gleið
spakuliga aftureftir, til hann
at enda steðgaði, og stóð
tvørur um vegin. Lukkutíð
rakti trailarin ongan bil.
Vakthavandi veit at siga, at
tað loysti seg sjálvt, uttan
hjálp, men at bilrøðin var
ógvuliga long. Heilt niðan
til Hvítanes.
– eys –
Smávegis óhapp
Í Klaksvík sigur vakthav-
andi, at seinnapartin í gjár
vóru tvey smávegis ferðslu-
óhapp orsakað av hálkuni.
Hann sigur, at tað tó ikki
var nakað serligt at tosa
um,
tí
bert
smávegis
skrokkskaði hendi. Hann
leggur afturat, at síðani
týsdagin kl 17 hevur einki
verið at frætt. – Í dag síggi
eg, at nógv lata bilin standa
og fara heldur til gongu,
sigur hann.
– eys –
Trupulleikar við
Norðskálatunnilin
Løgreglan í Eysturoy sigur,
at tað seinnapartin í gjár
kom rættiliga nógvur krapi
á vegin, og tað elvdi til
trupulleikar. Serliga vest-
aru megin Norðskálatunn-
ilin. – Tá tað er nógvur
vindurin og krapi, verður
vegurin líkasum slípaður,
soleiðis at bilarnir lítið og
einki vegtak fáa. Tað ger, at
serliga teir bilar sum eru
illa skøddir fara tvørir,
greiðir vakthavandi frá.
Hann sigur, at tað eisini
eru nógvir stórir, tungir bil-
ar, ið koma í trupulleikar.
– Tá bilarnir einki vegtak
hava, samstundis sum tað
er nógvur vindur, eru fleiri
bilar, ið verða tiknir við
vindinum. Tíbetur hendi
einki álvarsamt óhapp í
gjár, men tað vóru fleiri ið
komu í trupulleikar, sigur
vakthavandi í Runavík.
Hann leggur afturat, at tá
tað varð saltað vóru eingir
trupulleikar longur.
– Av og á hevði tað verið
gott um teir hjá Landsverk
høvdu verið eitt lítið sindur
fyrr við saltinum, soleiðis,
at vit sluppu undan øllum
smásnuddunum ið henda
inntil teir koma. Um teir
líkasum kundi hjálpt til at
sloppið
undan
ferðslu-
óhappum,
áðrenn
tey
henda. Men teir hava sjálv-
andi nógv annað at takast
við, heldur vakthavandi.
Hann sigur, at júst á
strekkinum
vestan
fyri
Norðskálatunnilin henda
tey flestu ferðsluóhappini
um veturin.
– eys –
Á Gøtueiði
Eisini á Gøtueiði vóru
trupulleikar av hálkuni
mikudagin seinnapartin, tá
tað frysti. Har var sama
skilið við krapa og nógvum
vindi. Har er eisini rættiliga
trongt á vegnum, soleiðis at
bilarnir verða noyddir at
halda av fyri hvørjum
øðrum. – So kanst tú
ímynda tær hvussu skilið
verður, tá tað er hált, og
bilarnir hvørki fáa bremsað
ella stýrt ordiligt, sigur
vakthavandi
og
leggur
afturat, at heldur eingin
álvarsamur skaði hendi har.
Eisini á Gøtueiði hvurvu
trupulleikarnir, tá Lands-
verk hevði saltað.
– eys –
Savnsmynd