Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-19, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 222 - 19. november 2004 Nr. 222 - 19. november 2004 5 Magni Christiansen lovar eitt stórfingið show við hópin av tón- leikarum og sangarum á pallinum í Mentanar- húsinum í Fuglafirði nú sunnukvøldið COUNTRY/GOSPEL KONSERT Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Fuglafjørður: – Tað verður okkurt fyri øll og bæði fyri oyruni og eyguni, lovar Magni Christiansen, sum fer á pallin í Mentanarhús- inum komandi sunnukvøld saman við 11 øðrum tón- leikarum og sangarum. Tað er Fuglafjarðar Svimjife- lag, sum skipar fyri Coun- try og Gospel kvøldinum, og Magni avdúkar, at áhoyrarnir eisini sleppa at hoyra nøkur av okkara gomlu, vøkru jólaløgum í nýggjum country búna. Betri enn nakrantíð Konsertin við Magna og øllum hinum verður ein blandingur av nýggjum og gomlum country- og gospel løgum. Ì besta Country og Western stíli og ektaðum Cowboyhatti setur Magni nøsina upp ímóti at hava sína bestu framførslu higar- til. – Tað geri eg altíð. Eg elski at undirhalda og gangi høgt upp í, at bæði eg og hini á pallinum upptraðka á einum høgum støði. Og hjá mær er endamálið við eini konsert altíð, at hon skal vera betri enn tann seinasta, sigur Magni. Løgini, áhoyr- arnir kunnu gleða seg til, fara at swinga líka frá Buck Owens til Shakin Stevens við steelgittara, violin og øllum, sum hartil hoyrir. Sum eitt eyka krydd verða eisini ein røð av gospel løgum at hoyra, umframt at Magni fer at syngja eina nýggja duett, sum hann ikki vil avdúka meir um júst nú. Uppfrískaðir jólasálmar Seinni í hesum mánaðinum gevur Magni eina nýggja fløgu út við nøkrum av okkara gomlu jólaløgum. Tað sermerkta við útgávuni er, at Magni hevur klætt kendu sálmarnar í ein lættan country búna, sum fellir væl í oyrað og eisini ger tær væl egnaðar at framføra á palli og fáa fólk í rætta jóla- og konserthýri. – Hendan jólafløgan er ein gamal dreymur hjá mær, og tað hevur verið ótrúliga spennandi at finna hesar sálmarnar fram aftur og fríska teir eitt sindur upp. So eg hopi, at fløgan kann vera við til at hesi sangirnir verða oftari at hoyra, tí tað er stutt sagt synd, at hesin vakri boð- skapur liggur goymdur burtur í onkrari sálmabók, sigur Magni, sum nú fyrstu ferð sjálvur fer at framføra nakrar av sangunum sunnu- kvøldið í Mentanarhúsin- um - Johannes Møllehave er altíð ahugaverdur at lurta eftir, og so er hann avgjørt ein góð fyrimynd hjá okkum eldru, siga tey í Áhugabólkinum fyri eldri í Klaksvík, nú tey høvdu vitjan av kenda danska prestinum FYRILESTUR Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Klaksvík: Rættiliga nógv fólk høvdu leitað sær í Christianskirkjuna miku- dagin at lurta eftir kenda prestinum og fyrilestra- haldaranum Johannes Møllehave, sum vitjar í Føroyum í løtuni. Tað var Áhugabólkurin fyri eldri í Klaksvík, sum hevði tikið stig til at fáa Møllehave til Klaksvíkar. Í samráð við Niels Paula Danielsen, sóknarprest, varð gjørt av at hava tiltakið í Christians- kirkjuni, fyri at so nógv fólk, sum gjørligt, skuldu fáa høvi at hoyra fyrilest- urin. Grasið er ikki grønari … – Johannes Møllehave er jú altíð áhugaverdur at lurta eftir hjá øllum. Og við síni lívsgleði og ótrúligu lívs- megi hóast sjúku og mót- gang er hann avgjørt eisini ein fyrimynd fyri okkum eldri, sigur Maria Klein, limur í Áhugabólkinum. Hóast tiltakið mikudagin var fyri øll, fingu tey eldru sítt serliga pláss í hugleið- ingunum hjá Møllehave. Við støði í ævnintýrunum hjá H.C. Andersen var boð- skapurin, at uttan mun til hvar tú ert, og hvussu gam- al tú ert, ræður tað um duga at síggja løtuna beint nú, sum tað bestu í lívinum. Um ikki, kanst tú enda sum summarfuglurin, sum var farin á fríggjaraferð, men endaði sínar dagar sum gamal drongur á eini knappanál í einum sýnis- glugga, tí grasið altíð var grønari á hinari síðuni. Nógv betur gekk tað hør- blómuni, sum altíð var so frálíka væl nøgd, bæði tá hon var plantað, undir- klæði, pappír, og tá hon til endan fór upp í royk. Og lukkutíð eru vit, sambært Møllehave, soleiðis skrúv- að saman, at okkara fatan av aldrinum, altíð broytist við aldrinum. Sjálvur er Johannes Møllehave nokk besta prógvið um, at aldurin ikki nýtist at hava nakran týdning – í øllum førum ikki fyri, um tú kanst halda ein óvanliga undirhaldandi og lívligan fyrilestur í meir enn ein tíma út í eitt. Møllehave í Christianskirkjuni: Aldurin broytist – við aldrinum Stórfingið show í Mentanarhúsinum Country, Gospel og jólaløg - áhoyrarnir kunnu gleða seg til eina smakkroynd av eitt sindur av hvørjum, tá Magni saman við tónleikarum og kórum verða at hoyra í Mentanarhúsinum sunnukvøldið Krung aftur í sølubúðunum TÍÐINDASKRIV Kristiliga Ungmanna- blaðið, Krung, er aftur at fáa í sølubúðunum. Hetta er á øðrum sinni í ár, at blaðið verður útgivið. Í blaðnum er millum annað møgu- leiki fyri at lesa um LPK 2004, skótahjálp- ina og Ælabogan á konsertferð. Tað er KFUM, sum gevur Krung út, og blaðið kostar 20 krónur í sølubúðunum. Tráðurin tikin uppaftur Føroya Tele hevur júst lati enn eina útgávu av blaðnum, Tráðurin, úr hondum. Í blaðnum hesaferð ber til at lesa um fótbóltsspælaran, Toda Jónsson, systkini Honnu og Jóa, sum hava arbeitt 100 ár til- samans á Føroya Tele. Eisini er greinar við Vígdis Finnbogadóttir og sangfuglinum í Klaksvík, Arnfríð Lüt- zen. Næminga- konsert í Klaksvík Fríggjakvøldið 19. nov verður ein konsert í Býráðshøllini við næmingum frá Klaks- víkar Tónlistarskúla. Konsertin er í sam- bandi við royndir, sum verða hildnar í næstu viku á tónlistarskúlan- um og skulu næming- arnir spæla ein part av programminum á hesi konsertini. Tey, sum spæla, eru Eirikur Bis- kopstø, violin, Maiken Bringsberg, violin, Kristín Gerðalíð, viola, Marta Hansen, klaver og trombone, Sólgerð Færø, tvør- floyta, Sofía L. Ras- mussen, kornet, Ólav- ur Mortensen, kornet, Amanda H. Askham, horn, Tummas Eli Bjartalíð, kornet og Martin Heimistovu, euphonium. Konsertin byrjar kl. 19.00 og øll eru væl- komin. Áhugabólkurin fyri eldri í Klaksvík saman við Johannes Møllehave Kommunurnar skulu í lumman Mentamálaráðið heldur, at komm- unurnar skulu taka størri ábyrgd av mentanartiltøkum í lokaløkinum MENTANAR- STUÐUL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Jógvan á Lakjuni hevur lagt ein frágreiðing um mentanarstuðul fyri løgtingið at hava aðal- orðaskifti um. Orsøkin er, at stuðuls- økið er ikki nóg greitt skipað, og landsstýris- maðurin vil tí hoyra sjónarmiðini hjá løg- tinginum um hetta. Tað skal síðani brúkast sum grundarlag fyri at gera lógaruppskot. Eitt av sjónarmiðun- um hjá landsstýrisman- ninum er, at kommun- urnar skulu taka størri ábyrgd av mentanartil- tøkum. – Tað er eyðsæð, at lækkar landskassastuð- ulin, samstundis sum verandi virksemi á økj- unum annars skal varð- veitast, skal kommunali parturin hækka sam- svarandi, ella aðrar inntøkukeldur fáast til vega, stendur at lesa í frágreiðingini hjá landsstýrismanninum. Víðari verður sagt: – Mentamálaráðið metir, at tíðin er búgvin at umhugsa, hvørt tað ikki er skilabest, at kommunurnar átaka sær størri fíggjarliga ábyrgd av tí mentan- artilboði, sum stendur borgaranum í lokal- samfelagnum í boði. Føroyingar blanda seg uppí Í døgunum frá 23. til 25. november verður stór oljumessa í London. Messan verður rópt Patex og er bæði ein ráð- stevna og framsýning. Hetta er níggjundu ferð, at hendan olju- messan verður hildin, og nú sæst tað eisini aftur, at føroyingar hava blandað seg upp í hesa vinnu. Millum tey mongu oljufeløgini, sum hava stuðlað messuni, er før- oyska oljufelagið Faroe Petroleum. Og selskap- ið er fínt, tí eisini feløg sum Statoil, BP, Gaz de France, Nippon Oil og ChevronTexaco stuðla Patex. ek Hægri danskur læru- stovnur brúkar nú eitt føroyskt teldu- spæl í eini roynd at gera vart við skúlan. Kappingin millum lærugreinarnar á hægru lærustovnun- um er hørð, og nú skal føroyska spælið brúkast sum serligt agn TELDUSPÆL Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Danmarks Tekniske Uni- versitet (DTU) brúkar nú eitt føroyskt telduspæl fyri at gera vart við seg í kapp- ingini við aðrar hægri læru- stovnar og útbúgvingar. DTU skipar fyrst í de- sember mánaði fyri eini kapping í spælinum Xplore, sum snýr seg um at finna olju og fáa hana til høldar. Forritið er ment av føroyska felagnum Sim- prentis og hevur eisini verið brúkt í kappingum her heima. Nú hava onnur tikið spælið til sín, og DTU held- ur, at Xplore er sera væl egnað til teirra átak. – Vit kenna eina ábyrgd fyri at fáa vísa teimum ungu, hvussu tøknin kann brúkast í samfelagnum. Tá vit fingu at vita um spælið Xplore gjørdu vit av at brúka tað í marknaðarfør- ingini av teimum teknisku vísundaútbúgvingunum, sigur Erling Stenby, pro- fessari á DTU, við danska blaðið Børsen. Og at DTU klárar at gera vart við seg við góðari hjálp frá Xplore, vísir júst greinin í Børsen, sum ger nógv burtur úr átakinum hjá DTU. Gevur eina fatan av oljuleiting Xplore er ein lærusimula- tión – eitt telduspæl vildi onkur sagt. Felagið Sim- prentis eigur øll rættindi til spælið, sum í 2001 og 2002 varð ment saman við lýs- ingafyritøkuni Sansum og italska oljufelagnum Eni. Eisini Oljumálaráðið hevur latið pengar til menningina av spælinum úr puljuni til førleikamenning. – Endamálið við hesum spælinum er at geva fólki og her ikki minst teimum, sum eru undir útbúgving ella arbeiða í vinnuni, eina fatan av, hvat oljuleiting er fyri nakað. Tá tú hevur luttikið í Xplore í ein dag ella eina viku hevur tú eina betri fatan av, hvat olju- leiting er fyri nakað, sigur Ólavur Ellefsen, stjóri á Simprentis. Hann hevur verið á onkr- ari oljumessu fyri at vísa telduspælið fram, og í næstu viku verður Xplore við á oljumessuni Patex í London. Harafturat eru skeið hildin hjá Statoil í Stavanger og hjá Cairn Energy í India. Lesandi í øðrum londum hava eisini roynt at finna olju í cyber- space. Árligt tiltak við nógv fleiri fólkum Danmarks Tekniske Uni- versitet hevur boðið lesandi úr fleiri londum við upp í kappingina, sum verður hildin í næsta mánaði. 250 næmingar úr mið- námsskúlum í Danmark, Grønlandi, Skotlandi, Før- oyum, Noregi og Íslandi hava boðað frá luttøku, og tey skulu í tríggjar dagar kappast í smáum bólkum um vinningin, sum er 12.000 krónur. Áðrenn DTU tók Xplore til sín, royndu professarar og lesandi á DTU spælið, og tey vóru væl nøgd við tað. – Vit sóu skjótt, at spælið er ikki bara stuttligt og læruríkt – spælið brúkar eisini fleiri ymiskar út- búgvingar. Tøkni og vísund verða drigin saman við búskapi og strategi, og gongdin í spælinum veldst um, hvørjar avgerðir tú tekur á leiðini, sigur pro- fessarin Erling Stenby við Børsen. DTU ætlar, at kappingin í Xplore skal gerast aftur- vendandi, og tey rokna við, at tað verða nógv fleiri lut- takarar við í framtíðini. Føroyska telduspælið Xplore, sum føroyskir miðnámsskúlanæmingar hava kappast í, verður eisini brúkt í útlondum, og nú skal danskur lærustovnur brúka tað til at gera vart við seg Føroyskt telduspæl jokari í donskum skúlastríði Fólk hjá Cairn Energy í India hava eisini roynt føroyska telduspælið C M Y K 5 4