fríggjadagur 19. november 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 222 - 19. november 2004
Nr. 222 - 19. november 2004
7
Dánjal Andreassen, komandi borgarstjóri:
Vegaføringin skal loysast beinanvegin
Dánjal Andreassen,
sum eftir 1. januar
verður nýggjur
borgarstjóri í Leirvík,
sigur, at mest átroðk-
andi hjá nývalda
bygdarráðnum verð-
ur at fáa loyst málið
um vegaføringina úr
Norðoyartunlinum. –
Hetta er eitt mál, sum
mál loysast beinan-
vegin, tí annars fer
tað at taka ein alt ov
stóran part av orkuni
hjá bygdarráðnum
SAMRØÐA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var bert ein listi, sum
stillaði upp til bygdarráðs-
valið í Leirvík hesaferð. Á
listanum vóru 10 valevni,
og Dánjal Andreassen varð
fyrstvaldur við tilsamans
88 atkvøðum. Hetta var eitt
gott val hjá Dánjali, men
ikki met í atkvøðum. Á val-
inum undan hesum fekk
Sjúrður Eliasen, sum hevur
verið borgarstjóri í Leirvík
seinastu árini, 92 atkvøður.
Hann og trý onnur lótu seg
ikki stilla uppaftur. Hini eru
Tórhild Bjarkhamar, Guðr-
ið Lava Olsen og Tummas
Justinussen.
Hóast bert ein listi still-
aði upp til kommunuvalið
hesaferð, var áhugin fyri
valinum stórur millum leir-
víkingar. Valluttøkan var
um 90%, og tað er stór lut-
tøka.
Ein veljarafundur var í
Leirvík eina viku fyri valið.
Hesin var í skúlanum, og
øll valevnini vóru við uttan
tann eini. Stórur áhugi var
fyri fundinum, har eini 120
veljarar nýttu høvi at lýða á
og seta fram spurningar.
Høvuðsmálið á hesum
fundi var vegaføringin í
sambandi við, at Norðoyar-
tunnilin verður liðugur og
sambært ætlanini letur upp
um smá tvey ár.
Tók ikki støðu
Dánjal Andreassen sigur, at
hann á veljarafundinum
legði stóran dent á, at málið
um vegaføringina úr Norð-
oyartunlinum má loysast,
áðrenn tunnilin letur upp.
– Men av tí, at eg ikki
kenni tær ætlanir, sum
frammi hava verið, til lítar,
tók eg ikki støðu til, hvørja
loysn, eg kundi hugsað
mær, at vit fingu. Hinvegin
gjørdi eg greitt, at eg eri
hart ímóti, at vegaføringin
verður løgd omanfyri bygd-
ina og niðanfyri bygdarhús-
ið, har framtíðin við seta-
húsabygging í kommununi
liggur. Hesi loysnini taki eg
slett ikki undir við.
Dánjal sigur, at fleiri
loysnir hava verið frammi,
men hann er í løtuni ikki
nóg væl kunnaður um tær
fyri at kunna taka dagar
ímillum hesar loysnir.
– Eg haldi, at fráfarandi
bygdarráð hevur gjørt eitt
gott arbeiði, og eg veit, at
einasta ítøkiliga loysnin,
sum er á "tapetinum" í løt-
uni, er ein tunnilsloysn
undir Leirvíksbygd, sum
løgtingið og fráfarandi
bygdarráð hava samtykt
skal fremjast.
Hann heldur, at fráfar-
andi bygdarráð hevur verið
í góðari trúgv, men so
hvørt, sum tíðin er liðin, er
tað vorðið meira og meira
ivingarsamt, hvussu nær
tunnilsloysnin er.
Komandi borgarstjórin í
Leirvík ivast stórliga í, um
tunnilsloysnin
verður
framd í bræði, soleiðis sum
fíggjarvánirnar í samfel-
agnum eru.
Skjót loysn
- Vegaføringin úr Norðoy-
artunlinum, sum nærkast í
hvørjum, skal loysast sum
skjótast, soleiðis at ferðslu-
viðurskiftini
í
Leirvík
verða nøktandi, tá ið tunnil-
in letur upp. Vit kunnu ikki
bíða eftir eini møguligari
tunnilsloysn í fleiri ár,
meðan ruðulleiki fer at
valda á ferðsluøkinum. Tí
mugu vit miðja eftir, at hesi
viðurskifti eru loyst, tá ið
tunnilin letur upp um sløk
tvey ár.
Dánjal sigur, at hann
kennir ikki nóg væl til tey
uppskot, sum frammi hava
verið um fjøruveg, men
hann hevur hug at hella seg
til eina slíka loysn – og um
ikki annað, soleiðis at hetta
verður ein fyribilsloysn, til
tunnilin
undir
bygdini
kemur.
– Eg haldi, at tað, sum er
avgerandi, er, at vit fáa eina
skjóta og góða loysn, sum
leirvíkingar kunnu taka
undir við, sigur hann.
Tað hevur eisini verið
frammi um at leggja vega-
føringina úr Norðoyartunl-
inum omanfyri bygdar-
húsið, men sum Dánjal
hevur skilt, kunnu trupul-
leikar her standast av om-
ankoyringini, tí hon verður
nakað brøtt.
- Vegaføringin úr Norð-
oyartunlinum og gjøgnum
Leirvíksbygd er tað málið,
sum upptekur leirvíkingar
mest og vit, sum nú eru
vald at stýra kommununi
næstu fýra árini, noyðast
saman við landsmyndug-
leikunum at finna skjótastu
og bestu loysnina.
Dánjal væntar, at hetta
málið náttúrliga fer at fylla
so
nógv
hjá
nývalda
bygdarráðnum, at tað má
loysast beinanvegin, soleið-
is at tíð og orka verður til
onnur mál, sum arbeiðast
skal við komandi fýra árini.
Halda fram
Hann fegnast um, at for-
maðurin í teknisku nevnd
hjá Leirvíkar kommunu,
Poul Andrias Joensen og
Joen Magnus Rasmussen,
sum eisini er limur í
teknisku nevnd, framvegis
eru í bygdarráðnum og
halda fram í hesi nevnd –
eisini eftir 1. januar.
– Teir hava saman við
øðrum, sum eru eftir í
bygdaráðnum, alla ta vitan
um hetta mál, sum nú
einaferð er tøk, og vit fara
saman at royna at finna
skjótastu og bestu loysnina,
sum fólk í Leirvík kunnu
taka undir við. Eisini vænti
eg, at fráfarandi borgar-
stjórin, Sjúrður Eliasen, er
sinnaður at lata vitan, hann
hevur um hetta mál, til okk-
um, sum fara at stjórna
kommununi komandi fýra
árini, sigur Dánjal Andreas-
sen, komandi borgarstjóri,
at enda.
– Vegaføringin úr Norðoyartunlinum og gjøgnum Leirvíksbygd er tað málið, sum upptekur
leirvíkingar mest og vit, sum nú eru vald at stýra kommununi næstu fýra árini, noyðast saman
við landsmyndugleikunum at finna skjótastu og bestu loysnina, sum leirvíkingar kunnu taka
undir við, sigur Dánjal Andreassen, komandi borgarstjóri í Leirvík
– Neyðugt er, at ferðsluviðurskiftini í Leirvík verða nøktandi, tá ið Norðoyatunnilin letur upp. Vit kunnu ikki bíða eftir eini møguligari tunnilsloysn í fleiri ár,
meðan ruðulleiki fer at valda á ferðsluøkinum, sigur Dánjal Andreassen
C
M
Y
K
7
6
Borgarstjórin visti av øllum
DAT fingið loyvi at flúgva til Føroya:
Fyrsti túrurin verður tann 18. december
Danish Air Transport hevur
nú fingið loyvi at byrja
flúgving til Føroya. Flogið
verðurí fyrsta umfari um
jóltíðir.
Byrjað
verður
18.
decemner og flogið til tann
23. december. Síðan aftur
26. og 27. december og 2.
januar.
Kannað verður eftir, um
til ber at millumlenda í
Aalborg á ferðunum til og
úr Føroyum, sigur DAT í
tíðindaskrivi.
Hendan
millumlendingin verður tó
ikki á hvørjum túri, skilst á
tíðindaskrivi, sum Danish
Air Transport hevur sent út
í samband við, at felagið
hevur fingið loyvi at byrja
fúgving til Føroya.
Meira fæst at vita um
Føroyaflúgvingina
á
heimasíðuni hjá felagnum,
sum eitur www.dat.dk, har
eiisni prísir og feraætlan er
at síggja.
ej
Tað er ikki í tráð við
veruleikan, tá Jákup
Suni Lauritsen, borg-
arstjóri í Sørvági, sig-
ur, at hann ikki visti,
hvat stóð í samgongu-
skjalinum, sum ætlaði
meirilutin í bygdar-
ráðnum í Sørvági
hevði við sær á fyrsta
fundin hjá nýggja
bygdarráðnum, sigur
Sune Jacobsen, bygd-
arráðslimur
KOMMUNUVAL
Edvard Joensen
Sørvági:
Tað er ósatt, tá Jákup Suni
Lauritsen, nývaldur borgar-
stjóri í Sørvági, sigur, at
hann ikki kendi til sam-
gonguskjali, sum skuldi
liggja sum grund fyri ar-
beiðinum
hjá
Sørvágs
Kommunu komandi val-
skeið, fyrr enn stutt fyri
fundin, har borgarstjórin
varð valdur, sigur Sune Jac-
obsen, bygdarráðslimur í
Sørvági.
Sanna støðan er tann,
sigur Sune Jacobsen, at tað
var spælt við opnum kort-
um allan vegin frá tí, valið
hevði verið, til fundin
týskvøldið.
– Altso frá okkara síðu,
leggur hann dent á, og er
ikki í iva um, at okkurt var
ávegis hinumegin borðið,
sum hann tekur til, sum ikki
varð ætlað honum at vita.
– Vit tosaðu saman,
bygdarráðslimir av øllum
listum soleiðis av og á aftan
á valið. Avgjørt varð, at vit
skuldu hava ein felags fund
leygardagin í seinastu viku.
Men tann fundurin varð
avlýstur orsakað av sjúku.
Gjørdu avtalu
Men áðrenn tað høvdu vit
tríggir, sum valdir vóru á
okkara lista, saman við
bygdarráðsliminum á lista
A havt ein fund, har vit
høvdu lagt okkara ynski
fram. Tað vil siga, hvør var
áhugaður í at gerast borgar-
stjóri, um tað kom so langt.
Bæði Jákup Suni Laurit-
sen og Sune Jacobsen vóru
áhugaðir í hesum og tí stóð
tað til hinar báðar limirnar í
hesi samgonguni, hvønn
teir skuldu velja til for-
mann.
Avgjørt
varð,
greiðir
Sune Jacobsen frá, at teir
skuldu bjóða hinum eftir-
verandi listanum varaborg-
arstjóran, og har skutu teir
sjálvir upp at velja Erik
Davidsen.
Tá teir fóru hvør til sítt,
var avtalan, greiðir Sune
Jacobsen frá, at líka mikið
hvørja støðu restin av bólk-
inum kom til, skuldu báðir
partar góðtaka tað. Eingin
skrivlig avtala varð gjørd
um tað, tí tað samdust vit
um, var ikki neyðugt, sigur
hann.
Hinir báðir bygdaráðs-
limirnir í samgonguni, sum
gjørd var, gjørdu so av at
skjóta Suna Jacobsen upp
sum borgarstjóra, greiðir
hann frá. Av tí, at teir høvdu
avtalað, at tann avgerðin
skuldi virðast, varð ikki
meira hugsað um tað, sigur
Sune Jacobsen.
Leygardagin brúkti Sune
Jacobsen sman við bygdar-
ráðsliminum av lista A til at
skriva eit samgonguskjal,
har teir tóku ymsar partar
av tí, allir lsitarnir undan
valinum høvdu sagt seg
vilja arbeiða við, og sjóð-
aðu saman til eitt skjal, sum
saman við einum brævi
varð borið til allara nývaldu
bygdarráðslimirnar.
– Allir bygdarráðslimir-
nir fingu hesi bæði skrivini,
og eingin kann koma og
siga nú, at tey ikki kendu til
tey. Heldur ikki nývaldi
borgarjórin, sigur Sune
Jacobsen. Í fylgiskrivinum
var eisini gjørt púra greitt,
at hetta var eitt uppskot,
sum tey kundu gera við-
merkingar til ella bara
koyra burtur. Men har kom
eingin reaktión, sigur Sune
Jacobsen.
Ikki fyrr enn møtt varð til
fudnin, har borgarstjórin
skuldi veljast. Tá fekk hann
ein gruna um, at har var
okkurt annað í umbúna,
enn tað, hann helt avtalu
vera um, sigur Sune Jacob-
sen. Tí limir av C listanum
komu úr einum rúmi saman
við Jákupi Suna Lauritsen.
Men teir noktaðu fyri, at
nakar fundur hevði verið,
ella at nøkur avtala var
gjørd teirra millum.
Ólógligur fundur
Sune Jacobsen sigur, at
hann ivast í, um fundurin,
sum valdi borgarstjóra og
varaborgarstjóra, yvirhøvur
var lógligur.
Sambært
lógini
um
kommunustýri skal ein
slíkur fundir fráboðast í
minsta lagi fýra dagar, áðr-
enn hann verður hildin.
Hesin fundurin varð hildin
týskvøld,
men
bygdar-
ráðslimirnir
fingu
ikki
fundarboðini
fyrr
enn
mánadag.
Thordis Skaalum, sum er
fyrst valdi bygdarráðslimur
í Sørvági, kallaði inn til
fundin.
Hon sigur, at hon hós-
kvøld bað kommunuskriv-
aran um at senda bygdar-
ráðslimunum bræv um at
møta á fundi týsdag. Brøv-
ini vórðu send við posti
fíggjadag. Thordis Skaalum
váttar, at tey vóru ikki lim-
unum í hendi fyrr enn
mánadag.
Sune Jacobsen vísir á, at
fundurin var heldur ikki al-
mennur, sum slíkir fundir
eiga at vera.
Hann sigur, at hann veit,
at fólk var við dyrnar og
ætlaði sær á fundin sum
áhoyrarar, men at tey vórðu
víst burtur av einum av
bygdarráðslimunum, sum
er við í tí bólkinum, sum
valdi borgarstjóran.
Hesum
vísir Thordis
Skaalum aftur. Hon sigur,
at henni kunnugt var einki
menniskja,
sum
vildi
sleppa á fundin. Ein annar
fundur var í kommunuhús-
inum sama kvøld. Tað var
tekniska nevnd, sum hevði
fund um eitthvørt mál, hon
skuldi viðgera. Annar var
eingin, og eingin vildi
sleppa á fundin, sum valdi
borgarstjóra, sigur hon.
Til uppáhaldið, at fund-
urin ikki var lógliga inn-
kallaður, sigur Thordis
Skaalum, fyrstvaldi bygd-
arráðslimur í Sørvági, at
um so er, er hon fús at kalla
inn til nýggjan fund, um tað
verður ynskt ella kravt.
– Men, leggur hon afturat.
Eg vænti ikki, at tað fer at
broyta úslitið av atkvøðu-
greiðsluni nakað petti.
Kommunuskrivstovan í
Sørvági var týskvøldið
karmur um eina politiska
hending, sum ikki stendur
aftan fyri tær í stóru verð, tá
vald skal býtast
Mynd: Edvard Joensen