Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-19, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 222 - 19. november 2004 Nr. 222 - 19. november 2004 9 – Eg havi fleiri ferðir sagt, at tað er gott at hava albogar, men tað er eingin orsøk til altíð at brúka teir. Teir eru góðir at hótta við. Í samband við samgongusamráðinga rnar máttu vit ansa eftir ikki at gerast ov gramm, og tí var neyðugt við taktiskum snildni fyri at koma í meirilutan sigur Jógvan Arge - tjóð- veldismaðurin, sum varð persónligur toppskorari á komm- unuvalinum í høvuðs- staðarkommununi INTERVIEW Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Fyrstu ferð, Jógvan Arge sigur seg minnast at hava roynt seg sum politikara, er í samband við løgtingsvalið í 1958, tá hann í realskúl- anum sum 11 ára gamal varð settur at agitera fyri Tjóðveldisflokkinum. Á talvuni knípti við at stava Tjóðveldisflokkurin rætt, tí bæði ð og v manglaðu. Nógv vatn er runnið í ánni, síðan politiska eld- dópin sum 11 ára gamal. Hæddarpunktið í politiska lívinum var á býráðsvalin- um 9. november, tá Arge- maðurin fekk flestar per- sónligar atkvøður í Tórs- havnar kommunu. Jógvan Arge stendur nú á trappuni til gera pápa sínum, Niels Juel Arge, eftir, við at ger- ast varaborgarstjóri í Tórs- havnar kommunu komandi fýra árini. Niels Juel um- boðaði Havnar Framburðs- felag, og var varaborgar- stjóri í høvuðstaðnum frá 1949 til 1952. Journalistikkurin dró Jógvan Arge veksur upp í fimtiárunum, og tá eru stór- ar rembingar í føroyska samfelagnum. Sjóvinnu- bankin á heysin, læknastríð í Klaksvík og eitt stórt fiski- mannaverkfall eru millum hendingarnar hesi árini. – Tað hendi ómetaliga nógv í fimtiárunum, og vit fingu nógv politisk inn- trykk av tí harða stríði, sum var millum flokkarnar. Tað var ringt ikki at verða hug- tikin av politikki, greiðir Jógvan frá. Í 60 árunum gerst hann virkin í Unga Tjóðveldin- um, sum verður sett á stovn, meðan Sjálvstýris- samgongan hevur meirlut- an í løgtinginum. – Tá eg fór í studenta- skúla gjørdist eg meira til- vitaður og áhugaður í sam- felagsviðurskiftum. Eg var við í næmingafelagnum, eitt skifti sum formaður, og fleiri okkara vóru eisini virkin í Unga Tjóðveldin- um, fortelur Jógvan Arge. Í 1967 fer Jógvan at læra til journalist á Ritzau í Keypmannahavn, og heim- afturkomin í 1970 gerst hann alt fyri eitt politiskur journalistur á Útvarpi Føroya. Í 1978 stillar hann fyri fyrstu ferð upp til løg- tingsval. – Sum politiskur journal- istur bar ikki til at vera virkin í politikki, og tí valdi eg politikkin frá hesi árini, og eg var heldur ikki limur nakrastaðni. Eftir átta ár sum politiskur journalistur var eg onkursvegna hugtik- in av politikki, sum eg ann- ars var settur at eygleiða, og tí lat meg stilla upp í 1978 fyri Tjóðveldisflokkin. Tað rakk ikki til ein sess í løgtinginum, tí tá 31 ára gamli Jógvan Arge gjørdist nummar fimm á tjóðveldis- listanum í Suðurstreymi, sum taldi so fræg nøvn sum Erlend Patursson, Karina Kjølbro, Hans Jacob Debes og Ingrid Sondum. Spurdur, um tað fyrst og fremst er journalistiska ar- beiðið í 70 árunum, sum var atvoldin til, at hann valdi at gerast virkin í politikki, svarar Jógvan Arge, at arbeiðið sum polit- iskur journalistur gjørdi sítt, men leggur afturat, at skúlagongdin og umhvørv- ið, hann vaks upp í, eisini hevði ein týðandi leiklut, tá hann valdi at royna seg í politikki. Atkvøðuslúkurin Eftir fyrstu royndina í 1978 gingu heili 22 ár, áðrenn Jógvan aftur valdi at stilla upp fyri Tjóðveldisflokkin. Í 2000 stillar hann upp til býráðsvalið í høvuðsstað- num. – Eg var á listanum longu í 1988, men í síðstu løtu bar eg meg undan. Tað hevur altíð ligið og spøkt, at tað kundi verið áhugavert at roynt seg í kommununal politikki, og tá heitt varð á meg í 2000, tók eg avgerð- ina. Eg helt eisini, at nú vóru árini so mikið nógv, at skuldi eg gera nakrar royndir í politikki, skuldi tað vera nú, sígur hann. Við 434 atkvøðum fekk Jógvan eitt rimmar val í 2000, og var eisini fúsur at stilla upp til løgtingsvalið tvey ár seinni, har hann gjørdist varamaður á tingi fyri Høgna Hoydal. Jógvan roknar við, at hann hevur stillað upp til løgtingið fyri seinastu ferð, og hann ætlar framyvir at leggja alla ork- una í kommunal politikk. Hæddarpunktið í polit- iska lívinum náddi Jógvan Arge fyri góðari viku síðan. Hann fekk heili 690 per- sónligar atkvøður í Tórs- havnar býráð, og gjørdi harvið sítt til, at Tjóðveld- isflokkurin fekk besta valið í Tórshavnar kommunu nakrantíð. Hvat er orsøkin til mongu persónligu atkvøð- urnar hesaferð? Fremsta orsøkin rokni eg við er, at eg havi verið sera virkin í andstøðuni í Tórs- havnar býráð. Eg havi alla setuna gjørt vart við meg í býráðnum, bløðunum, og eisini havi eg eina heima- síðu, sum javnan verður uppdaterað. Hvør heldur tú atkvøður fyri Jógvan Arge? Lat meg beinanvegin siga, at eg kenni langt í frá øll 690 fólkini, sum hava atkvøtt fyri mær. Eg gangi út frá, at tað fyrst og fremst eru tjóðveldisfólk, men eg vænti eisini, at nakrar at- kvøður eru uttangarðs. Óivað fái eg eisini at- kvøður frá fólki, eg kenni, Tað er gott at hava albogar – Sum politiskur journalistur bar ikki til at vera virkin í politikki, og tí valdi eg politikkin frá hesi árini, og eg var heldur ikki limur nakrastaðni. Eftir átta ár sum politiskur journalistur var eg onkursvegna hugtikin av politikki, sum eg annars var settur at eygleiða, og tí lat meg stilla upp í 1978 fyri Tjóðveldisflokkin, sigur Jógvan Arge Mynd: Jens Kristian Vang familju og møguliga gevur mítt tilknýti til ítróttina eisini nakrar atkvøður. Høvuðsstovnurin man vera tjóðveldisfólk, men allar atkvøðurnar eru líka nógv verdar fyri meg og eg eri fegin um tær. Jan ov seinur Tjóðveldisflokkurin fekk nærum 3000 atkvøður á býráðsvalinum í Havn, og tað rakk til fýra býráðslim- ir. Úrslitið av heldur ódám- ligu samgongutelvingini í Havn gjørdist, at Javnaðar- flokkurin við Heðini Mort- ensen sum borgarstjóra og Tjóðveldisflokkurin hava skipað samgongu komandi fýra árini. Einu løtuna í rokinum, fekk Tjóðveldisflokkurin boðið borgarstjórasessin frá Jan Christiansen og Fólkaflokkinum, men tók kortini ikki av. Manganverður havt á lofti, at Arge-menninir ikki eru bangnir fyri brúka albogar fyri at sleppa framat, og tí undraðust fleiri á, at Jógvan Arge ikki tók av tilboðnum um at gerast borgarstjóri. – Eg havi fleiri ferðir sagt, at tað er gott at hava albogar, men tað er eingin orsøk til altíð at brúka teir. Teir eru góðir at hótta við. Í samband við samgongu- samráðingarnar máttu vit ansa eftir ikki at gerast ov gramm, og tí var neyðugt við taktiskum snildni fyri at koma í meirilutan. Vit mettu, at við Heðini Mort- ensen sum borgarstjóra, javnaðarflokkinum sum stuðulsflokki, og okkum um størsta flokki, fingu vit mest burturúr. Fólkaflokk- urin ætlaði, at vit skuldu sita úti í kuldanum kom- andi fýra árini. Vildi hann veruliga hava samstarv við okkum, so hevði hann verið komin fyrr. Tá vit fingu til- boðið frá teimum, var hann útspældur, og vit vóru lidn- ir við samráðingarnar til aðra síðu, greiðir Jógvan Arge frá. Hevur Jógvan Arge ambitiónir um at gerast borgarstjóri? Tað verður sagt at øll, sum stilla upp, hava ambi- tiónir um at gerast borgar- stjóri, men tað fáa vit at síggja. Satt at siga liggur borgarstjórasessurin ikki fremst í mína hugaheimi í løtuni, men heldur at reka ein góðan politikk fyri býin. Førleikin betrast Spurdur, hví komandi sam- gonga fer at standa seg betur enn undanfarna sam- gonga við Sambandsflokk- inum og Fólkaflokkinum, svarar Jógvan Arge, at fyrst og fremst hevur komandi samgonga eina aðra stevnu. – Vit hava sett okkum fyri at menna førleikan í umsitingini – serliga við at- liti til tann løgfrøðiliga partin, tí løgtingsins um- boðsmaður hevur fleiri ferðir gjørt vart við seg, og tí verður neyðugt at styrkja hendan partin. Býárætlan- ina hjá undanfarnu sam- gongu tóku vit ikki undir við, og tí skal hon viðgerast av nýggum. Vit hava sett okkum fyri at fáa størri javnvág í býarætlanina, tí sum er, er bara fokus sett á Hoyvíkina, meðan vit gjarna vilja hava, at bæði vesturbýurin og Argir eisini koma við, vísir Jógvan Arge á. – Vit hava eisini nógv annað upp á hjarta. Málini eru nógv í býráðnum og vit eru spent upp á at sleppa til arbeiðis á nýggjárinum til frama fyri alla kommun- una, leggur hann aftrat. Navn: Jógvan Arge Aldur: 57 ár Starv: Programleiðari í Útvarpi Føroya Politiskar royndir: Virkin í Unga Tjóðveldinum í 60 árunum. Uppstillaður fyrstu ferð fyri Tjóðveldisflokkin til løgtingsvalið 1978. Valdur í Tórshavnar býráð í 2000.Varamaður á løgtingi í 2001-2002. Størsti atkvøðuslúkurin við 690 atkvøðum til býráðsvalið 2004. FAKTA Í samband við útgáv- una av yrkingasavn- inum Smátúgvur hjá NePtuN, verður skip- að fyri kvøldsetu í VB húsinum leygar- kvøldið MENTAN Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Áhugafelagið Ráaklettur skipar leygarkvøldið 20. november fyri kvøldsetu í VB húsinum í Vági. Kvøldsetan verður í sam- band við, at NePtuN, Niels Petur Nolsøe, hevur givið út yrkingasavnið Smá- túgvur. Á skránni eru fram- førslur, sangur, upplestur, frásagnir og undirhald. Byrjað verður klokkan 20 og atgongumerki á 50 krónur kunnu keypast á Kunningarstovuni í Vági. Best er at liggja framvið í góðari tíð, tí avmarkað atgongd er til tiltakið. Ráaklettur skipar fyri og felagið boðar frá, at ágóðin frá tiltakinum fer til útgáv- una av savninum Smá- túgvur. Nakrar mammur at gentum við etingar- ólagi, hava í eina tíð møtst at práta um síni viðurskifti. Nú vilja tær gera fund- irnar til ein fastan tátt, og bjóða øðrum avvarandi við Stuðulsbólkurin fyri av- varðandi hjá fólki við et- ingarólagi, sum er ano- reksi og bulimi, ætlar nú at fáa fundirnar í eina fasta legu og at bjóða øðrum av- varðandi við. Sum er, eru tær bert nakrar mammur, ið hittast, men tær vilja fegnar hava foreldur, systkin, menn, konur, vinfólk ella á annan hátt avvarðandi at fólki við etingarólagi við í stuðuls- bólkin. Fundur verður í felags- skúlanum á Oyrabakka leygardagin 27. november kl 16.00. Á fundinum fer Alis Ja- cobsen, foreldur at barnið við etingarólagi, at tosa um evnið: »Mytur um anoreksi«. Síðani verður prátað um, hvussu tað er at vera avvarandi, hvørjar spurningar ein setur sær og um tær ymisku royndirnar, sum fólk hava gjørt sær. – eys – Fríggjakvøldið tann 19. november verður eitt al- ment hátíðarhald í Norður- landahúsinum í sambandi við, at Hanus Kamban, rit- høvundur, fær Mentanar- virðisløn Landsins. Jógvan á Lakjuni, landsstýris- maður handar Hanusi virðislønina, og hartil handar hann eisini Ólavi Hátn, kórleiðara, Heiðurs- gávu Landsins. Í summar boðaði Menta- málaráðið frá, at Hanus Kamban og Ólavur Hátún fóru at fáa virðisløn og heiðursgávu Landsins. M e n t a n a r v i r ð i s l ø n Landsins er uppá kr. 150.000, og er hin størsta av sínum slag í Føroyum. Virðislønin verður latin føroyskum listafólki sum tøkk fyri útint listaligt avrik. Til tess at fáa Ment- anarvirðislønina skal virð- islønarevnið hava skapað listaligt verk á høgum listaligum stigi. Heiðursgáva Landsins er uppá kr. 75.000, og verður latin einstaklingi, felagi ella fyritøku sum tøkk og viðurkenning fyri at hava framt avrik, ið hava ella hava havt serstakan stóran týdning fyri føroyska list, mentan og mentanarlív. Hátíðarhaldið, sum er alment, er í Norðurlanda- húsinum og byrjar klokkan 19. Kennir tú nakran við etingarólagi? Kvøldseta við NePtuN Hátíðarhald Mikudagin 17. november fingu starvsfólkini á Bú- stovninum á Eirargarði handaðan ein kekk upp á 50.000 krónur frá Kiwanis Tórshavn. Starvsfólkini á stovnin- um hava síðan 2001 savn- að pening inn til ein buss til búfólkini á stovninum. Leiðarin á Bústovninum, Bjørg Mohr, sigur at tey hava tørv á einum 9-per- sóna bussi við lyft, sum kostar 420.000 krónur, so gávan frá Kiwanis Tórs- havn kemur væl við. Tey hava skipað fyri ymiskum tiltøkum, t.d. høvdu tey ein marknaðar- dag í Sjónleikarhúsinum, foreldur og avvarandi hava havt eina søluframsýning við málningum, annars hava kommunur, stovnar, privatpersónar og fyritøkur stuðla væl. Tilsamans høvdu tey savnað inn 240.000 krónur og við kekkinum frá Kiwanis Tórshavn, eru tey komin upp á 290.000 krónur. Kiwanis felagsskapurin stuðlar teimum veiku í samfelagnum og serliga børnum. Tí var avgjørt at stuðla bústovninum við 50.000 krónum, verður sagt frá felagsskapinum Kiwanis Tórshavn. Kiwanis Tórshavn: 50.000 krónur til avlamisbuss Bústovnurin á Eirargarði fekk ein kekk upp á 50.000 krónur frá Kiwanis Tórshavn, f.v. Øssur av Steinum, forseti hjá Kiwanis Tórshavn, Sjúrða Gaard, búfólk, og Bjørg Mohr, leiðari á Bástovninum Mynd: Jens Kristan Vang C M Y K 9 8