Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-19, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 222 - 19. november 2004 Nr. 222 - 19. november 2004 11 Hans Birgir Hansen Búskapar- og løgfrøðinga- felagið skapar onga rættar- trygd, tá talan er um at fáa hondhevja landsins lóg- gávur, skipanir, dagligar mannagongdir, kunn- og reglugerðir, við meira! Sjálvt avvarðandi mynd- ugleikar og valdir, klára ikki at fáa hondhevja áður- nevnda og fremja tillaging- ar innan miðfyrisitingar, at tæna øllum landsins borg- arum eins í Havn! Hvat skulu vit hava nógvu embætisfólkini til í miðfyrisitingunum, ið ikki arbeiða fyri sínar feitu lønir, við viðbótum í dag ið ikki fá avrikað eins nógv sum skrivstovufólki í Havn! Hví hava vit síðan fyrst í sjeytiárunum sett danskar og útlendskar lóggávur, skipanir, mannagongdir, kunn- og reglugerðir í gildi í Føroyum, ið síðan eru umsett til føroyskt! Eg vil siga vit hava stak vánaligt, lóggávu, dóms, útinnandi valdir, ið ikki fáa ílag, dagføringar og tillag- ingar, innan miðfyrisit- ingar, ið ein dagliga hevur stríðst við í Havnini! Tað sama er galdandi innan kommunalar, og pri- vatar og ríkis, miðfyrisit- ingar, í Tórshavnar/Suður- streymoy og tá avgreiðslu- fólkini – málsviðgerarar, ikki viðgera øll eins! Tað er alt grundleggjandi skeivt og órættvíst skipað og innrætta miðfyrisitingar í ikki tillaga seg at tæna øllum landsins borgarum eins, uttan mun til høgu og lágu borgarar! Tað er einki sum eitur at sýna nakran solidaritet mótvegis hvørjum øðrum sum starvsfelagar og fak- felagslimir, tá ið hugt verð- ur eftir teim í miðfyrisit- ingunum í Havnini í dag! Tað er tá ein viðger fak- felags ruðuleikar við atliti til tað almenna, landi, kommunur, privata, ríkið, ið avdúka sín ósolidaritet, við fleiri álitisstørvum og hjáarbeiðum í Havn. Eg havi áður viðgjørt advokatstættir – dómstólar – ákæruvald, tá hesi skipa rættarting, og stættirnir fáa rættarmál á dagsskránna, ið hongur í forhøllum í dóm- húsunum! Danska løgreglan á politistøðunum, kring alt landið viðgera ikki allar landsins borgarar eins við atliti lóggávur, skipanir, dagligar mannagongdir, kunn- og reglugerðir! Felags fyri øll er at tey skilja ikki at vera til fyri landsins borgarar og ikki øvugt soleiðis sum sam- felagsstøðan er í dag úti í hvørjari av landsins komm- unum í oyggjunum. Nú so nógv verður tosað og skrivað um heilsuspurn- ingar, og okkara landsstýrismaður í heilsumálum hevur gjørt føroyska fólkaheilsu til sítt hjarta- og stríðsmál, munnu helst flest allir føroyingar taka undir við honum, føroyingar. Hvør ynskir sær og øðr- um ikki eina góða heilsu! Men eitt eru orð, annað eru gerðir. Spurningurin er bara, hvussu komið verður víðari enn til bert eina stevnu og mál og mið. Tað krevur sjálvandi nakað av hvørjum einstøkum, men tað er eisini gott, um tað almenna, stovnar, feløg og sjálvt ráðharrar og landsins stjórn medvirka í hesum, eitt nú við at skipa fyri til- tøkum og ráðstevnum. Her tykist so longu at vera hent nakað. Enn ein heilsuráðstevna í eini røð av tiltøkum varð sett í gjár. Og gott í tykkum, sum fáa hetta í lag. Her mugu so fjølmiðlarnir eisini ganga undan og vera við til at geva sítt íkast. Í allari hesari stóru ætlan eru tað so aftur smálutirnir og tær einstøku gerðirnar, sum telja. At tað í tí smáa, í hvørjum króki kring landið, verður gjørt nakað ítøki- ligt til tess at fremja eina góða fólkaheilsu. Og hetta kann verða gjørt uppá hundraðtals mátar. Og fyri at koma við einum ítøkiligum íkasti, sum veruliga munar hava vit so eitt ítøkiligt uppskot til alt býráðið í Havn við bæði nýggja og fráfarandi borgarstjóran- um á odda. Sitandi borgarstjórin kennir til tað, nú rørsla er so inn í hansara umhvørvi. Og sjálvur hevur komandi borgarstjórin røkt starvið sum ÍSF forseti í mong ár, og frá tí umhvørvinum veit hann tí fullvæl, hvønn týdning góð motión/rørsla hevur fyri okkara ungu og tilkomnu. Men tað er ikki altíð, at henda rørsla nýtist at stava frá kapping. Hon kann full so væl stava frá vanligum tiltøkum og gerðum í gerandis- degnum hjá mongum fólkum. Og her skal okkara ítøkiliga uppskot til býráðið alt vera: stongið ikki Svimjihøllina í Gundadali í desember mánað, tá fólk hava mest tørv á henni. Tá, vita vit av royndum, hvussu stressað øll eru, hvussu nógv verður etið og drukkið og harvið eisini, hvussu lítil rørslan hjá mongum er. Eisini er vert sum heild av hava í huga týdningin av nettupp rørslutiltøkum í jólamánaðinum. At hesi verða tikin frá fólki hesa tíð er tann øvugta gongdin, skal tosið um betraða fólkaheilsu gera nakran mun. Fyri tey mongu, sum dagliga leggja sær leiðina niðan í Svimjihøllina í Gundadali er tað eitt risastórt aftur- stig og einki minni enn ein vanlukka, at høllin brádd- liga verður stongd allan jólamánaðin og nakað eftir tað. Tað er tá vit hava brúk fyri høllini. Tí henda inniliga áheitan á býráðið: stongið ikki svimjihøllina. Finnið aðrar útvegir, flytið ella styttið um tíðina, tá høllin skal vera afturlatin. Gott í tykkum. Kanska landsstýrismaðurin í heilsumálum, nú hann er so íðin at vilja tryggja okkum eina góða heilsu, eisini letur eitt vælmeinandi og heilsugott orð falla hjá býráð- num og harvið eisini hjá sínum nýggja og umstrídda floksfelaga. DAGSINS MEINING Sosialurin Stongið ikki Svimjihøllina! VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Frágreiðing Búskapar- ráðsins november 2004 Óli Samró Boðað verður hervið frá, at undirritaði ikki er ein partur av frá- greiðingini: Inntøku- støðið í Føroyum - hví eru vit so rík, men ikki eins rík og hini? Bú- skaparráðið, november 2004. Tíverri havi eg havt forfall til fundirnar í heyst og tí ikki verið við til viðgerðina av innihaldinum. Búskapar og løgfrøðingafelagið og rættartrygd kavaroksódn vetrarmoyggin sveipt í svartan gráan brúnan búna stormhetjan ríður á vetrarsins snjógangara snjófuglaskalvar fjalt foldina samankropin gráspurvur vil yvirliva liva bíðar eftir várinum í fjarleikanum kærleikin framtíðarinnar loynivitska fuglaljómurin tagnaður blómurnar sova meðan spæla børnini í kavanum áin fryst sílini vorðin til ísklumpar snjógangarin missir vársólina snjógangarin í blánanum á veg innar í várið. Sólmundur Joensen Vetur Í sátt og semju á Tvøroyri Fyri fyrstu ferð í fleiri mannaminni, hevur Tvøroyrar Býráð skipað seg í sátt og semju. Skattalætti, hóvligur fíggjarpolit- ikkur og ætlanin at flyta heilsuskúlan til Vágs, verða nøkur høvuðsmál hjá nýggja býráðnum BÝRÁÐSPOLITIKKUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Tá ið Kristin Michelsen mánakvøldið varð aftur- valdur til borgarstjóra á Tvøroyri í fýra ár afturat, var tað við atkvøðunum frá øllum sjey býráðslimunum á Tvøroyri í rygginum. Og hetta er fyrstu ferð so langt nakar minnist, at eitt býráð á Tvøroyri hevur skipað seg í sátt og semju. Annars hevur altíð verið talan um eina samgongu og eina andstøðu og mangan hevur tað eisini leikað rættiliga hart á ímillum báðar partarnar í býráðn- um. Men tað var longu upp- undir valið, at tosað var um betri samstarv í Býráðnum og tað var enntá komið heilt langt við eini felags upp- stilling, har allir flokkar skuldu stilla upp á einum og sama lista. Tað miseydnaðist, so ístaðin varð stillað upp á trimum listum. Úrslitið var, at javnaðar- flokkurin fekk fýra býráðs- limir og kundi sostatt skip- að samgongu einsamallur. Sambandsflokkurin fekk tveir býráðslimir og sam- gongulistin, sum er ein samansjóðing av fólka- flokkinum, tjóðveldisflokk- inum og miðflokkinum, fekk ein býráðslim. Men kortini eydnaðist at telva so væl á Tvøroyri, at allir flokkarnir samdust um at velja Kristin Michelsen á javnaðarlistanum til borg- arstjóra og Paula Einarsson á sama lista til varaborgar- stjóra. Men annars vórðu nevnd- irnar býttar sundur ímillum allar flokkarnar, so at øll fingu nakað. Vænta fruktagott samstarv Tá ið býráðið hevði skipað seg mánakvøldið, vóru tað fleiri býráðslimir, sum fegnaðist um, at tað hevði eydnast at finna semju. Tað gjørdu bæði borgarstjórin, varaborgarstjórin og Bergur Bærendsen úr samgongu- listanum og teir váttaðu allir tríggir, at teirra lutur skuldi ikki liggja eftir í royndunum í at fáa eitt fruktagott og heppið sam- starv. Men tað ivaðist teir held- ur ikki í, fór at verða úr- slitið. Tað var eisini onkur, sum kallaði hendan fundin fyri tann besta í býráðnum nakrantíð. – Tað hevur stóran týdn- ing at samstarva, serliga fyri at kunna standa seg í kappingina við onnur øki í landinum, tí tað stendur nógv upp á spæl í løtuni. Býráðslimir á Tvøroyri mettu eisini, at semjan í Tvøroyrar Býráð var eitt greitt tekin til restina av Suðuroy um samstarv og ganga saman í samvinnu. – Næsta stigið átti at vera at fáa alla Suðuroy at standa saman fyri at fáa drigið nakað til oynna, halda býráðslimir á Tvør- oyri. Kristin Michelsen heldur, at tað hevur stórar fyrimun- ir at alt býráðið er savnað. – Í kommununi føra vit kommunupolitikk, sum skal tæna borgarunum og ikki partapolitikk og við at savna alt býáðið, fáa allir býráðslimir ábyrgd og tað kann bara gagna kommun- uni, sigur borgarstjórin. Hann sigur, at hetta er eitt úrslit av, at allir flokkarnir høvdu semju og samstarv rættiliga frammiliga í val- skránni til hetta býráðs- valið. – Og nú vit arbeiða hart fyri at leggja kommunur saman, er tað rættast at byrja hjá sær sjálvum við semju og samstarvi og tað gekk rættiliga gott hjá øll- um býráðslimunum at finna semju, sigur hann. Skattalættin Umframt samanlegging, heldur Kristin Michelsen, at eitt høvuðsmál hjá nýggja býráðnum verður at føra ein hóvligan fíggjar- politikk, soleiðis at tað skal bera til at lækka skattapro- sentið. – Vit mugu gera alt fyri at kunna lækka skattin eftir at tvørafólk hava livað við landsins hægsta skattapro- senti í meiri enn 10 ár. Men hann sigur eisini, at ætlanin hjá landsstýrinum við at flyta ætlaða heilsu- skúlan á Tvøroyri og ætlaða miðnámskúlan í Vági til Hovs og at byggja røktar- heim í Vági ístaðin, er eitt stórmál hjá Tvøroyrar Bý- ráð at arbeiða við. – Vit halda at framferðin hjá landsstýrinum í hesum máli hevur verið ómetaliga óstortslig. Tvøroyrar Býráð hevur lagt sera stóran dent á heilsuskúlan og hóast tal- an er um eitt landsmál burt- urav, hevur kommuman eis- ini brúkt heilar tvær milli- ónir upp á skúlan fyri at geva honum so góðar umstøður, sum tilber. – Hetta hava vit gørt, tí landsstýrið hevur alla tíðina givið til kennar, at skúlin skuldi vera á Tvøroyri. – Tí skilja vit ikki, at Landsstýrið kemur fram við eini ætlan um at flyta skúlan, uttan at tosa við kommununa fyrst, so at vit ístaðin frætta um ætlanina í fjølmiðlunum. Tað skilst annars, at landsstýrið ætlar at tosa við allar kommunurnar í Suð- uroy í januar ella februar um ætlanina. – Nú bíða vit so bara eftir at fáa fundarboð frá lands- stýrinum, so fáa vit at síggja. Men tað skuldi landsstýrið havt gjørt bein- anvegin ístaðin fyri at fara til Vágs Býráð einsamalt við einum uppskoti, sum eisini ávirkar Tvøroyri, sig- ur Kristin Michelsen. Týdningarmikið valskeið Annars meta fleiri býráðs- limir á Tvøroyri, at tey næstu fýra árini verða eitt tað týdningarmesta val- skeiðið á Tvøroyri í manna- minni. Tá ið Tvøroyrar Komm- una skyldaði mest, var skuldin næstan 180 milli- ónir, sum var útvið sjey álíkningar. Næsta ár gongur avtalan um skuldina út og tá er skuldin komin niður á góðar 60 milliómir, sum er minni enn hálvonnur álíkning. Sostatt hómast eisini eitt størri fíggjarligt rásarrúm hjá býráðnum. Men borgarstjórin ávarar ímóti at leypa framav. – Vit noyðast at føra ein hóvligan fíggjarpolitikk so at vit ikki enda í óføri eina- ferð afturat. Tí skal byggj- ast út við skili, leggur hann dent á. Og at føra ein fíggjar- politikk, sum ger tað møguligt at lækka skattin, liggur sera frammaliga hjá borgarstjóranum. Annars treyt í valstríðn- um ikki við hugskotum um, hvat skuldi gerast á Tvør- oyri. Okurt valevni vildi hava nýggjan fótbóltsvøll, eitt annað nýggja svimji- høll og eitt triðja sambýli. – Hetta eru alt mál, sum eru í eini framtíðarætlan, men tað verður hvørki næsta ár ella í 2006, sigur Kristin Michelsen. – Hvat sambýli til eldri viðvíkur, er støðan ein heilt onnur. Har er býráðið púra samt um, at talan er um eitt landsmál. Men í tí løtu, tað verður eitt kommunumál, eru vit til reiðar at fara undir eitt sambýli. – Hóast talan er um eitt landsmál, hevur kommun- an útvega eitt fyribils sam- býli til nøkur fólk í einum sethúsum, sum eru keypt til endamálið. Annars heldur Kristin Michelsen at tað einasta rætta er, at allar kommun- urnar í Suðuroy seta seg saman og kanna eftir, hvør tørvur er á eldraøkinum í oynni sum heild soattær kunnu byggja út í felag eftir eini heildarmeting av tørv- inum sum er í allari oynni. – Tað er ikki skilagott, at tær einstøku kommunurnar byggja út hvør sær, sum best ber til, uttan at hugsa um heildartørvin í allari oynni. – Men tað er eisini ein orsøk afturat til at leggja alla oynna saman í eina kommunu sum skjótast. Soleiðis sá nývalda býráðið á Tvøroyri út, tá ið tað mánakvøldið valdi borgarstjóra tey næstu fýra árini. Sum sæst, eru allar hendur á lofti, tí tað varð gjørt í sátt og semju. Frá vinstru eru tey Bergur Bærendsen á samgongulistanum, Marjun Olsen og Jáspur Vang úr sambandsflokkinum, Jens Johannesen, Pauli Einarsson og Sverri Midjord úr javnaðarflokkinum, Óli Debes, býráðsskrivari og fyri borðendan situr Kristin Michelsen, borgarstjóri, úr javnaðarflokkinum C M Y K 11 10