Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-19, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 222 - 19. november 2004 Nr. 222 - 19. november 2004 13 Sambært uppskoti til broyting í viðtøkun- um, so vil Tjóðveldis- felagið í Suður- streymi útihýsa pressuni, tá ið eks- klusiónin av Torbirni Jacobsen skal við- gerast á eyka floks- tingi leygarmorgunin TJÓÐVELDISUPPGERÐ Jan Müller/Jákup Mørk Tað er lagt upp til endaliga avgerð í stríðnum millum formannin í Tjóðveldis- flokkinum, Høgna Hoydal, og fyrrverandi næstfor- mannin, Tórbjørn Jacob- sen, tá ið tað leygardagin verður eyka floksting í Tjóðveldisflokkinum. Nú hevur dramaið, sum hevur staðið uppá í einar sjey vikur, fingið ein nýggjan vinkul, sum kann bera við sær, at tjóðveldis- veljararnir eisini fáa møgu- leikan at siga sína meining um formannin og næstfor- mannin. Mikudagin var løgtings- fundur. Tá ljóðaði, at Tór- bjørn Jacobsen kannar møguleikan at stilla upp uttanfloks á fólkatingsval- inum, um hann leygardagin verður varpaður úr Tjóð- veldisflokkinum. Vit hava biðið Tórbjørn Jacobsen um at viðmerkja hesi tíðindini, men tað vil hann ikki. - Eg havi ongar viðmerkingar, sigur Tór- bjørn Jacobsen. Í Danmark verður tað næstan tikið sum givið, at tað verður fólkatingsval stutt eftir ársskiftið. Á fólka- tingsvalinum í 2001 fingu Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin tey bæði føroysku umboðini. Lisbeth L. Petersen og Høgni Hoydal vórðu vald. Meðan Høgni var lands- stýrismaður, var Tórbjørn Jacobsen, sum fekk næst- flestar atkvøður á tjóð- veldislistanum, í fólkating- inum. Hóast stríðið teirra millum hevur verið nógv seinastu vikurnar, so er Tórbjørn Jacobsen fram- vegis eykamaður hjá Høgna Hoydal. Tað verður hann, inntil nýtt fólkating er valt. Nú er spurningurin, um Høgni og Tórbjørn báðir fara at vera á tjóðveldislist- anum. Tað vera teir iva- leyst, um flokstingið leyg- ardagin ikki útihýsir Tór- birni Jacobsen úr Tjóð- veldisflokkinum. Tað vera teir sjálvandi ikki, um Tór- bjørn Jacobsen verður ekskluderaður leygardagin. Men tað vil ikki siga tað sama sum, at møguleikin fyri, at Tórbjørn Jacobsen fer at bjóða seg fram sum valevni, verður heilt burtur. Heimildin at stilla upp sum leysgangari ella uttan fyri flokkarnar finst í lógini um fólkatingsval í Føroy- um, sum er frá 1993. Har verður sagt í grein 25, at tað ber til hjá valevni uttan fyri flokkarnar at stilla upp, um í minsta lagi 150 og í mesta lagi 200 veljarar vilja skriva undir sum stillarar. Hurðarnar aftur Undan eyka flokstinginum, sum verður á læraraskúlan- um leygarmorgunin klokk- an tíggju, eru trý uppskot komin inn, sum øll hava tað til felags, at møguleikin at varpa Tórbjørn Jacobsen úr flokkinum, skal betrast. Eitt er frá seks av teimum sjey nevnarlimunum í Eyst- uroyar Tjóðveldisfelag. Teir eru Klæmint Østerø, for- maður, Jón Tyril, næstfo- rmaður, Árant Hansen, skrivari, Jóannes Eliassen, Kristfríð Tyril og Diana Borgnýardóttir. Jónsvein Bjartasson, peningarrøkil, tekur ikki undir við upp- skotinum, sum er soljóð- andi, og sum Útvarpið hevði frammi hósmorg- unin: Eysturoyar Tjóðveldis- felag tekur til eftirtektar av- gerð tingbólksins, at Tór- bjørn Jacobsen við sínari framferð ímóti flokkinum, hevur sett seg uttanfyri tingbólkin. Eysturoyar Tjóðveldisfelag mælir til, at eyka flokstingið tekur støðu til framtíðar limaskap Tórbirna Jacobsens í Tjóð- veldisflokkinum, og gevur aðalstjørnini tær heimildir, ið eru neyðugar at seta í verk avgerð eyka floksting- sins. Starvsnevdin (Høgni Hoydal, Jóannes Dalsgarð, Heidi Petersen, Kristina Háfoss og Áki Jacobsen) í Tjóðveldisflokkinum mælir til at broyta viðtøkurnar fyri flokkin, soleiðis at tað skal bera til at útihýsa ein- um limi. Tað gera teir við at mæla flokstinginum til at samtykkja, at tað í grein tvey verður sett nýtt petti, sum hevur við útihýsing at gera. Teir mæla til, at broyt- ingarnar verða galdandi frá og við tí degi, sum tær eru samtyktar av floks- ella eykaflokstingi Tjóðveldis- floksins. Uppskotið um broyting er soljóðandi: Um limur í einum av val- dømisfeløgum Tjóðveldis- floksins í avgerandi mun arbeiðir ímóti politikki og virksemi Tjóðveldisflok- sins ella virkar ímóti við- tøkum floksins, kann lim- urin verða útihýstur úr Tjóðveldisflokkinum. Floksting og eykafloksting Tjóðveldisfloksins kunnu útihýsa lim, sí grein 7. Og í grein 7 verður lagt afturat, at "Sum evsta vald Tjóðveldisfloksins kunnu floksting og eykafloksting útihýsa lim í valdømisfe- løgum Tjóðveldisfloksins sambært grein 2. Útihýsing av limi skal verða greitt tilskilað á endaligu skránni fyri flokstingið ella eyka- flokstingið, ið verður frá- boðað øllum pørtum í bygnaði Tjóðveldisflok- sins. Útihýsing av limi kann bert fara fram, um minst 2/3 av møttu um- b o ð s m a n n a a t k v ø ð u m flokstingsins ella eyka- flokstingsins eru fyri hes- um" Suðurstreymoyar Tjóð- veldisfelag tykist ikki vilja hava, at pressan skal hava møguleika at vera vitni til viðgerðina ella uppgerðina um útihýsing av Tórbjørni Jacobsen. Felagið skjýtur upp at broyta skipanina so- leiðis, at: Eykafloksting Tjóðveld- isfloksins eru ikki almenn og fjølmiðlar hava onga atgongd. Fjølmiðlum kann vera loyvt at vera til staðar í avmarkað tíðarskeið á eykaflokstingi Tjóðveldis- floksins. Reglan fær gildis- komu tá hon er samtykt. Regluliga flokstingið kann vera stongt fyri ikki limum. Harafturat hevur Suður- streymoyar Tjóðveldisfelag hetta uppskotið til sam- tyktar: Tórbjørn Jacobsen, ting- maður úr Eysturoynni, verður ekskluderaður úr Tjóðveldisflokkinum. Í øðrum lagi verður álagt tingmanning Tjóðveldis- floksins at halda og virða samtyktina, hon sjálv hevur gjørt, um mannagongd, vís- andi til fráboðanarskjalið frá 28. oktober 2004, sum tilskilar, at um tingfólk gera alment persónsálop á onkr- an í tingmanning Tjóðveld- isfloksins, setur tingfólkið seg sjálvt uttanfyri tingbólk Tjóðveldisfloksins. Øll fimm í nevndini í Suðurstreymoyar Tjóð- veldisfelag hava skrivað undir uppskotið. Tey er Laufey H. Blaasvær, for- kvinna, Hjørdis Heind- riksdóttir, næstforkvinna, Ragnar Magnussen, skriv- ari, Snorri Fjallsbak, kassa- meistari og Eyðfinnur í Búðini, nevndarlimur. Tobbi kannar møguleikan at stilla upp solo til Fólkatingið NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Leygarkvøldið 13. november var galla- veitsla í KÍ-høllini í samband við at fót- bóltsfelagið Kí fyllir 100 ár. Har vóru røður, undirhald eins og »Ársins Kí-ari« og heiðurslimur í fel- agnum vórðu valdir GALLAVEITSLA Myndir: Norðlýsið Umleið 600 fólk vóru møtt til gallaveitsluna í KÍ-høll- ini leygarkvøldið, har for- maðurin í KÍ, Gestur Hov- gaard, beyð øllum at vera vælkomin. Har var nógv ymiskt á skránni. Teir sum hildu røðu vóru umframt for- mannin, Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharri, Óli Holm, formaður í FSF, og Heðin Mortensen ÍSF- forseti. Gestarøðarar vóru Árni Dahl og Finnbogi Ísakson, sum báðir eru klaksvíkingar og hava ein fortíð í KÍ. Skemtilig innsløg vóru frá t.d. Pipar og Salt, við teimum báðum Sjúrða Skaale og Jákup Veyhe, og frá Finn Johannesen og Eyðbjørn Jacobsen. Seinni var dansur við Fróða & Deiggj. Jón Harald Poulsen, venj- ari hjá 1. deild kvinnum, var kosin »Ársins KÍ-ari«. Hann hevur ført kvinnurnar til føroyameistaraheitið fimm ár á rað. Jógvan Jacobsen var valdur til heiðurlim í KÌ. Jógvan hevur verið virkin í felagnum síðan 1953. Hann hevur t.d. verið leikari, nevndarlimur og formaður í felagnum. Jógvan er tann triði í røðini, sum fær hend- an heiður. Hinir vóru John Reid Bjartalíð og Einar Waag. Árni Dahl tosaði m.a. um, at eitt ítróttarfelag ofta var tað, sum myndaði eina bygd ella ein bý, og ítrótt- urin skal ikki einans vera fyri tey bestu. Ein amatørur er ein, sum elskar at fáast við tað, hann ger, og uttan amatørar var eingin ítróttur. Hann segði eisini, at utt- an at taka nakað frá nøkrum, var John Reid Bjartalíð, sáli, nokk tann einstaklingur, sum hevði gjørt mest fyri føðingar- dagsbarnið. Finnbogi Ísakson segði m.a. at ítrótturin í Klaksvík er so ómetaliga nógv betur fyri í dag enn hann var, tá hann var smádrongur. KÍ byrjaði ikki sum eitt fótbóltslið, men hevði frælsan ítrótt á skránni: tennis, skjóting, spjótkapp- ing, stangarlop, fimleik og sjónleik. Tað gingu 7 ár, árðenn KÍ spældi sín fyrsta dyst móti liði uttan fyri Klaksvíkina. Tað var móti HB í Havn, og KÍ tapti 5-0. Finnbogi helt fyr at John Reid Bjartalíð hevði roter- að í grøvini, hevði hann vitað, at KÍ-arar hjálpa HB við at gerast føroyameistar- ar. Veitslan var væl fyriskip- að, og gestirnir fingu eina góða uppliving. Klaksvíkar Ítróttarfelag 100 ár: KÍ byrjaði ikki sum eitt fótbóltsfelag Dagurin 19. november. Elisabet, deyð ár 1231. Dóttir ungarska kongin Andras. 14 ára gomul varð hon gift týskum greiva, men hann doyði stutt eftir á eini krossferð. Elisabet gav seg burturav í kirkjuliga tænastu, og fólk tóku til umsorgan hennara fyri sjúkum og fátækum og teimum, sum ongan góðan høvdu. Í 1229 læt hon byggja sjúkrahús í Marburg fyri tey, sum eingi onnur sjúkrahús vildu vita av. Hon varð lýst heilag kvinna í 1235. Navnið er hebráiskt og merkir Guð er fullkomin. Á gallaveitsluni vóru tey heiðraði, sum vóru við til at vinna fyrstu meistaraheitini hjá felagnum í fótbólti og hondbólti í 1942 og 1945, f.v.: Símun Waag Høgnesen FM 1945 fótbóltur, Mathilda (Olsen) Poulsen FM 1945 hondbóltur, Emil Mikkelsen FM 1942 fótbótlur, Nansy Mikkelsen FM 1945 hondbóltur, Hákun Joensen FM 1945 fótbóltur, Amanda (Mikkelsen) Hansen FM 1945 hondbóltur, og Monrad Niclasen FM 1945 fótbóltur, Umleið 600 fólk vóru til gallaveitsluna í KÍ-høllini leygarkvøldið Gestarøðararnir við konum, Árni og Marianna Dahl, og Ása Justinussen og Finnbogi Ísakson Skemtilig innsløg vóru frá Pipar og Salt, við teimum báðum Jákupi Veyhe og Sjúrða Skaale Formaðuin í KÍ, Gestur Hovgaard, handar her heiðursbræv til Monrad Niclasen C M Y K 13 12