fríggjadagur 19. november 2004síða 8
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 222 - 19. november 2004
15
14
Nr. 222 - 19. november 2004
Hóast einki serligt
veður, so var skarðin
stórur og serliga stór-
ur sunnudagin, tá ið
brøðrasamkomurnar
um vikuskiftið høvdu
árligu samfelags-
stevnuna í Havnini
BRØÐRASAMFELAG
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Tað svitast ikki. Hvørt ár
fyrrapartin av november
hava brøðrasamkomurnar í
Føroyum samfelagsstevnu í
Havnini. Stevnan hesa ferð
var síðsta vikuskifti. Tað
var samkoman í Ebenezer,
sum var vertur, og mong
fólk úr brøðrasamkomum
kring landið og eisini mong
onnur vóru á samkomun-
um. Veðrið var einki serligt
í vikuskiftinum, men hóast
koyrilíkindini ikki vóru
nakað serlig í vikuskiftin-
um, so tóktist hetta ikki
vera orsøk til, at fólk settust
aftur. Serliga sunnudagin
var fjøldin rættuliga stór.
Mikukvøldið, hósdagin
og
inntil
seinnapartin
fríggjadagin vóru samkom-
ur í Ebenezer. Fríggja-
kvøldið, leygardagin og
sunnudagin varð hildið til í
ítróttarhøllini á Hálsi.
Brøðurnir hava ávísa
skipan, sum teir leggja
skránna eftir. Fyrrapartar
og seinnapartar nevna teir
fundirnar uppbyggingar-
fundir, um kvøldarnar er
tað, teir nevna evangeliskir
fundir, og uppaftur seinni
um kvøldið er opið hús,
sum teir nevna samkomur-
nar, ið serliga eru ætlaðar
teimum ungu.
Stílurin í talu, sangi og
tónleiki er eitt sindur ym-
iskur frá tí eina slagnum av
samkomum og til hinar.
Fríggjakvøldið og leygar-
kvøldið vóru nógv hundrað
ungfólk í høllini. Har varð
sungið nógv, og tónleikurin
var nógvur og fjølbroyttur.
Onkur hevði ein boðskap,
og so varð drekkamuður
bjóðaður. Millum sang-
kreftirnar var sangbólkurin
Salt úr Eysturoynni, sum
fríggjadagin í hesi vikuni
fer at geva fløgu út.
Í vikuskiftinum var stórt
felags kór við umleið 120
sangarum. Tað var saman-
sett av sangarum úr Eyst-
uroy (Siloakórið), úr Havn-
ini (Ebenezerkórið) og úr
felagskóri úr Suðuroy. Eis-
ini sungu Sangbrøður, sum
vóru nógv at hoyra fyri
einum tredivu árum síðani,
og sum fyri einum ári síð-
ani góvu fløgu út.
Millum røðararnar vóru
nakrir av mongu trúboðar-
unum, sum arbeiða út frá
brøðrasamkomuni: Zach-
arias Zachariassen, Símun í
Túni, Poul Færø, Øssur
Berghamar, Svenning av
Lofti og Jógvan Zacharias-
sen.
Møtið, sum var hildið
leygarkvøldið klokkan 8,
varð tikið upp til sjón-
varpið, og møtið, sum varð
hildið sunnukvøldið kl. 7,
varð sent í útvarpinum.
Seinnu árini hevur tað verið
siður, at nátturði er bjóðað-
ur øllum, sum eru í høllini.
Soleiðis var eisini hesa
ferð, og enn eina ferð sást,
at tað var væl lagt til rættis.
Brøðrasamkomurnar
hava eisini samfelagsfundir
á hvítusunnu og páskum. Á
páskum verður samfelags-
stevna á Skálafjørðinum og
í Suðuroy, og á hvítusunnu
verður samfelagsstevna í
Klaksvík.
Brøðurnir á Hálsi
Poul Færø er ein av teimum,
sum nógvu tey seinnu árini
hevur verið millum teir, sum
ofta hava verið at hoyrt á
samfelagsstevnuni
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
14