Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-19, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 222 - 19. november 2004 Nr. 222 - 19. november 2004 17 Síðani ár 2000 er samlaða avlopið hjá føroyskum vinnu- fyritøkum minkað úr 718 mió kr. til eitt minus á 32 mió kr. ROKNSKAPIR Jákup Mørk Hetta vísir ein uppgerð, sum Hagstovan hevur gjørt. Grundarlagið undir upp- gerðinunum er eitt stórt tal av roknskapum, valdir út við eini umfatandi stak- roynd millum allar vinnu- fyritøkur. Fíggjarfyritøkur og einstaklingarvirki eru ikki við í tilfarinum. Samanlagda ársúrslitið hjá vinnufyritøkunum í fjør, vísti eitt hall upp á góðar 30 mió. kr. eftir skatt. Árini frammanundan royndust nógv betri. Í 2002 høvdu vinnufyritøkurnar eitt rakstraravlop upp á 405 mió. kr. og í 2001 var av- lopið 701 mió. kr. Tey sein- astu seks árini var 2000 besta árið, tá úrslitið var 718 mió. kr. í avlopið. Úrslitið hevur í stóran mun verið merkt av vána- ligu støðuni í alivinnuni. Í 2003 var halli í alivinnuni umleið 550 mió. kr. Alivinnan hevði eisini hall í 2002 og 2001 sum var ávikavist 278 og 20 mió. kr. Verða hugt at teimum trim- um høvuðsbólkunum, t.v.s. tilfeingisvinnuni, vøru- framleiðsluvinnuni og tæn- astuvinnuni, so fram- gongur, at tað er ógvuliga ymiskt, hvussu vinnurnar hava staðið seg. Tilfeingisvinnan, sum umframt alivinnuna um- fatar landbúnað, fiskiveiðu og ráevnisvinnu, hevði í 2003 eitt hall, sum tilsam- ans var 502 mió. kr. Fræg- asta úrslitið seinastu seks árini var í 2000, tá avlopið var 309 mió. kr. Vøruframleiðsluvinnan, t.v.s. ídnaður, orkufram- leiðsla og byggivinna hevði avlop í 2003, sum var 171 mió. kr. Árið framman- undan var avlopið 198 mió. kr., og í 2001, sum hevði frægasta úrslitið seinastu seks árini, vóru 202 mió. kr. í avlopi. Tænastuvinnan, sum umfatar handil, flutning, samskifti og aðrar handils- ligar tænastur, hevði í 2003 eitt avlop upp á 298 mió. kr. Í 2002 var avlopið 307 mió. kr. og í 2001 329 mió. kr., sum eisini var frægasta úrslitið seinastu árini. Viðmerkjast skal, at úrslit av kapitalpørtum ikki er við í rakstrarúrslitinum hjá fyritøkunum, sí frá- greiðing um hagtalslýsing av vinnuhagtølum. kelda: www.hagstovan.fo Avlopið minkað 3/4 milliard C M Y K 17 16