Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-19, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mong mundu halda, at Neista-sigurin á Søljuni var mest sum ov trivaligur HONDBÓLTUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Ætlaði spenningurin til dystin millum Neistan og Søljuna mikukvøldið gjørdist av ongum. Her høvdu tey flestu helst roknað við einum tøttum dysti millum tvey av lið- unum, sum vilja sleppa við í heiðursmerkjabýtið hetta kappingárið, og sum higar- til eisini hava víst, at tey hava evnini til tess. Ov nógv Úrslitið mikukvøldið talar kanska fyri seg tann vegin, at tað í løtuni ikki tykist, sum skal Søljan vinna nak- að heiðursmerki í ár. Tað gera tær kanska heldur ikki, men í veruleikanum skal ikki so heilt nógv til, áðr- enn tær kunnu hótta eitt nú Neistan enn meira. Endaliga úrslitið leyg eisini nakað sum so, tí tað var ongantíð í dystinum, at munurin var so stórur, sum hann var seinasta minuttin. Gjøgnum tað nógva av fyrra hálvleiki var tað Neistin, sum var á odda. Leiðslan var tó fyri tað mesta tepur, og gestirnir megnaðu at svara aftur, hvørja ferð tær bláu høvdu hug at draga frá. Í løtuni eftir steðgin, varð dysturin tó mest sum punkteraður. Áðrenn Søljan var komin úr startblokkun- um aftur, var Neistin strokin avstað, og nú hildu tær fast um munin. Hesin fór ongan tíð niður um fýra mál aftur, og tá tað móti endanum stóð greitt, at her gjørdist einki, hevði Søljan mest sum bara hug at geva seg yvir. Verjan og Helena Skal takast samanum dyst- in, so vóru tað serliga tvær orsøkir til, at Neistin hevði munin. Fyrra var verjuspælið hjá liðunum báðum. Hjá Sølj- uni er stórur partur av spæl- inum bygdir á kontra- styrkina hjá Nicoletu Radu Hansen. Tað merkir, at verjuspælið verður lagt við hampuligum trýsti, men megna mótstøðuliðini at halda høvdið kalt, til møgu- leikain býðst, so kann hetta vera ein vandamikil háttur at verja uppá. Samstundis tóktist tað løgið, at Søljan eitt langt skifti nýtti Nico- letu til at mansverja Sim- onu. Einki er at ivast í, at Nicoleta væl megnaði hesa uppgávuna, men samstund- is var saknurin í henni inni í verjuni øgiligur. Seinna orsøkin var uttan iva, at Helena Dam Poulsen hevði lisið sítt heimaarbeiði somikið væl. Tá Søljan ikki kontrar, so er skotstyrkin hjá Linu Andriulyte avgjørt eitt av bestu vápnunum hjá liðnum. Hon skeyt eisini níggju mál mikukvøldið, men skot-talið mundi vera minst tað trífalda, og í allar flestu førum las Helena hana rætt av, soleiðis at hon hevði ein arm ella eitt bein á røttum stað, tá skotið kom. Kósin er røtt Størri enn sum so var mun- urin millum liðini ikki. Men eitt annað kundi verið tikið fram afturat. Kanska er tað ein avleiðing av, at Søljan í so langa tíð hevur verið botnlið, men tað tykist enn, sum hava heimligu leikar- arnir ilt við at taka ábyrgd á seg, tá talan er um truplar dystir. Tær hava annars í fleiri øðrum dystum, víst, at tær væl kunnu sammeta seg við ovaru liðini, men tað er helst bara ein spurningur um sjálvsálit. Í so máta stóð betri til hjá Neistanum. Tað sást eisini aftur í, at málskjótingin var mundandi betri fordeild á liðnum, og við eini sera væl upplagdari Káru á Dunga, høvdu teir eisini ein vong- spælarar, sum tók av mest sum hvørjum møguleika. Og tað hjálpir jú eisini til, tá verjurnar skulu opnast. So talan er einamest um ein spurning um tíð. Kanska verður tað ikki í vetur, at tær fara at fáa heiðursmerki, men heldur Søljan kósini og fram- gongdini. So fara heiðurs- merkini at koma. Heldur fyrr enn seinni. Nr. 222 • fríggjadagur • 19. november 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Neistin-Søljan 35-26 (15-13): Verjurnar á muni Neistin-Søljan 35-26 (15-13) Málskjúttar Neistin: Simona Petersen 11(1), Annika Thomsen 7, Kára á Dunga 6, Ása á Neystabø 4, Marjun Tróndar- son 4, Lív Sørensen 2, Lív Reynheim 1 Søljan: Lina Andriulyte 9, Nicoleta Radu Hansen 9(2), Arnleyg Haraldsen 4(4), Heidi Maria Akselsen 3, Hertha J. Simonsen 1 Brotskøst: Neistin 3, Søljan 8 Útvísingar: NEistin 3 Dómarar: Eyðun Samuelsen & Uni Wardum. Høvdu gott tak á allan vegin FAKTA Fim- leikarar í altjóða kapping Komandi vikuskifti skulu føroyskir fimleik- arar umboða Føroyar á stórari altjóða kapping í amboðsfimleiki. Kapp- ingin, sum verður rópt North European Championship, verður hildin í Nakskov. Rokn- að verður við, at saml- aða talið av luttakarum er um 125, og koma hesi úr Danmark, Finnlandi, Írlandi, Íslandi, Norður- írlandi, Noreg, Skot- landi, Svøríki og altso Føroyum. Tað er triðja ferðin, at føroyingar taka lut í kappingini. Hinar báðar ferðirnar hava tað verið ávíkavist ein og tveir fimleikarar úr Føroyum, men hesaferð eru tey ikki minni enn seks í tali. Tey eru Anita Knudsen og Marit Magnussen úr Støkk. Marjun Persson, Gutti Harryson, Helgi W. Olsen og Høgni Rúna- son Øster úr Havnar Fimleikafelag. Venjari er Henrik B. Bertelsen, sum hevur verið lands- liðsvenjari síðani 2001. Talan er bæði um lið- og einstaklingakapping. Liðkappingin er leygar- dagin, og samstundis er hendan úttøkukapping til einstaklingakapp- ingina. Hendan verður so hildin sunnudagin. Føroysku luttakararnir eru ikki nóg nógv til at taka lut í liðkappingini, men tey eru kortini ígongd hendan dagin, so tey kunnu vinna sær pláss til kappingarnar sunnudagin. -jm Søljan hevði í longum løtum eina hampuliga offensiva verju. Hendan skaffaði teimum fleiri skjótálop, men hon kostaði eisini fleiri tómrúm í verjupartinum Mynd: Álvur Haraldsen 19 18 Nr. 222 - 19. november 2004 Norsk olju- kanón í Oljutinginum OLJUFUNDUR Jan Müller jan@sosialurin.fo Fyrrverandi nevndar- formaðurin í norsku oljufyritøkuni Statoil, Olav Fjell kemur nú á sína fyrstu vitjan í Før- oyum. Hann er boðin hendavegin av Olju- tinginum og skal halda fyrilestur á Oljutingin- um, sum verður hós- dagin í næstu viku á Hotel Føroyum. Tá fer hann at umrøða vinnu sum heild og her við serligum atliti til al- tjóða oljuvinnu. Olav Fjell var í síni tíð sum oddamaður í Statoil ein av teimum ítarstu talsmonnunum fyri at felagið skuldi varðveita og menna sítt leitivirksemi við Føroyar. Sjálvur varð hann noyddur at fara frá sum nevndarfor- maður í Statoil eftir at tað kom fram, at fe- lagið hevði ikki borið seg rætt at í sínum virksemi í Iran. ChevronTexaco og OMV síggja møguleikar her OLJULEITING Jan Müller Jan@sosialurin.fo Tvey av teimum nýggju feløgunum í 2. útbjóðing eru CHevron Texaco og OMV. Umboð fyri feløgini vitjaðu í Føroyum mikudagin, tá umsóknirnar vórðu latnar inn. Dave Lewis frá ChevronTexaco sigur, at teir síggja møguleikar í føroyaøk- inum, sum ein part av øllum Atlantsmótin- um. Hetta er ein partur av teirra langtíðarstr- ategi fyri alt økið. Wayne Kirk frá OMV sigur, at teir hava verið við leingi á Atlants- mótinum, og tað er tí náttúrligt fyri teir eis- ini at vera við í 2. rundu við Føroyar, saman við feløgum, sum teir eru við á bretskum øki eisini. OMV sær eisini góðar møguleikar á land- grunninum. Sosialurin hevur prátað við teir báðar og koma sam- røðurnar í Oljublaðið, sum kemur út sum innlegg í Sosialinum leygardagin 27. no- vember. Hóast Amerada Hess ikki vildi vera við í 2. útbjóðing, so metir stjorin kortini, at felagið framfegis er eitt týðandi fyri- støðufelag á føroyska landgrunninum OLJULEITING Jan Müller At man ikki luttekur í eini útbjóðing útilokar ikki, at man ikki er við í seinni rundum. Hetta sigur Ben Arabo, stjóri í Amerada Hess, nú felagið gjørdi av ikki at søkja um teigar í 2. útbjóðing. Amerada Hess var annars ein av stóru operatørunum í 1. útbjóð- ing. Felagið stendur til at skula bora ein brunn aftrat áðrenn endan av 2006. Ben Arabo vísir annars á, at tað hava verið útbjóðingar í bæði Bretlandi og Noregi, har Amerda Hess ikki hev- ur verið við, og kortini vóru teir við í tveimum teimum seinastu útbjóðingunum í hesum báðum londunum. Føroyski stjórin í Ame- rada Hess vísir á, at talan er um eina raðfesting, tá av- gerð verður tikin um olju- leiting. Tað er eisini ein spurningur, um hvussu man ynskir at arbeiða kring heimin. Hevur tú nógv jørn í eldinum aðrastaðni, vil tað altíð vera ein yvirornað raðfesting. –Ikki tí, vit eru framvegis ein sera fram- standandi operatørur í før- oyskum sjógvi og vestan fyri Hetland. Ben Arabo vísir á, at tað framvegis er nógv arbeiði eftir at gera frá 1. Rundu og á Atlants- mótinum sum heild. Hann leggur aftrat, at tað er bert eitt av fyrsitøðufeløgunum við boriskyldum frá før- oysku 1. Runduni, sum er við í 2 útbjóðing. Tað er Statoil. Øll hini fyristøðu- feløgini, Amerada Hess, BP og ENI eru ikki við. Heldur ikki Anadarko, sum tó ikki enn hevur bundið seg til at bora, men sum hevur stóran lut í 9 ára loyvum. Ben Arabo heldur ikki at vit skulu leggja meira í hetta enn, at tað er so ym- iskt sum oljufeløgini rað- festa og arbeiða, og so veit man eisini, hvussu skjótt tað kann venda hvønn vegin. Eitt nú er áhugin fyri Norðsjónum ikki so stórur sum hann hevur verið. Hess ikki við í 2. rundu: Nógv jørn í eldinum aðrastaðni 2. ÚTBJÓÐING Jan Müller jan@sosialurin.fo – Vit síggja framvegis møguleikar á Føroyaøkin- um, og tí fara vit framvegis at nýta orku og pening uppá fyri at klárleggja, hvar kol- vetni kann vera sigur Rúni Hansen, føroyski stjórin í Statoil Exploration, nú Statoil sum einasta fyri- støðufelag frá 1. útbjóðing, hevur boðið í 2. rundu á landgrunninum. Hann sigur víðari, at teir eru væl vitandi um, at váð- in og harvið avbjóðingarnar eru stórar á økinum, men tað hevur ikki hildið teir burtur frá at síggja møgu- leikarnar, sum kunnu finn- ast. – Vit skulu bora ein brunn afturat, sum vit bundu okkum til í fyrstu útbjóðingarrundu, og vit halda, at hann kemur at geva okkum, um ikki ann- að, so virðismiklar upplýs- ingar um basaltøkið longur norði. Vit hava sum nú er ov lítla vitan um tað øki. Hinvegin kanst tú so eisini siga, at ivin kemur Føroya- økinum til góðar - tað veldst alt um hvat fyri brillur tú hevur. Rúni Hansen vísir á, at Statoil er virkið bæði á enskum og norskum øki, og hevur sum kunnugt, nógva framleiðslu her, so teir eru ikki heilt ókunn- ugir við økir av líknandi slagi. Tað hevur eydnast hjá teirra jarðfrøðingum at víst á, hvar oljan er á teimum økinum, og vónandi verður tað sama galdandi á Før- oyaøkinum um nøkur ár. Tað er í øllum førum tað teir arbeiða fram ímóti sigur hann. Uppá fyrispurning um teir hava umhugsað at kanna møguleikan fyri at flyta brunnin úr sokallaða "Gullhorninum" og longur norður til teirra 9 ára loyvi, sigur Rúni Hansen, at hetta er sjálvandi ein møguleiki og eisini nakað, sum teir hava umhugsað. Tað vil so eisini vera ein samráðing- arspurningur við Uppá fyrispurning um ikki eisini feløg sum BP og Amerada Hess, sum hava tveir brunnar eftir at bora í 1. útbjóðing, hava møguleika at bora hesar í eitt nú 9 ára loyvinum hjá Statoil og øðrum feløgum sigur Rúni Hansen, at hetta er ikki nakað, sum hann kann svara. Tað má vera ein spurningur, sum ídnaðurin samlaður finnur út av og eisini Oljufyrisitingina. Annars er Statoil sum skilst við í fleiri av um- sóknunum,sum eru latnir inn til Oljufyristingina í sambandi við nýggju út- bjóðingina, bæði sum partur av øðrum samtaki við ChevronTexcaco sum fyristøðufelag og sjálvt sum fyristøðufelag. Vit hava spurt Statoil- stjóran, hvussu tað ber til, at teir eru einasta fyristøðu- felag frá 1. rundu, sum hevur søkt um teigar í nýggju útbjóðingini! Til tað sigur Rúni Hansen, at teir á sínum níggju ára loyvi síggja møguleikar at finna olju og gass undir basalt- inum, og tí er tað náttúrligt, at teir eru við nú eisini. Hann vil tó hvørki gera viðmerkingar til brunnin, sum varð boraður beint hinumegin markið í summar, og sum í altjóða oljupressuni verður sagdur at vera eitt sera stórt og áhugavert fund – og um hann kanska eisini er ein av orsøkunum til, at Statoil eftir øllum at døma ynskir at fáa lut í fleiri teigum við markið. Um vit nú ímynda okk- um, at tað er rætt, at Statoil hevur verið við at gera eitt stórt fund beint hinumegin markið (Rosebank/Loch- nagar) og vitandi, at felagið hevur fatur á sera áhuga- verdur strukturum inni á føroyskum øki í sínum 9- ára loyvi, so er eisini náttúrligt at gita, hví felag- ið nú eisini er so áhugað í 2. útbjóðing, sum nettupp umfatar øki, sum liggja millum fundið hinumegin markið og teirra egna 9 ára loyvi. Hesar okkara met- ingar hevur Statoilstjórin heldur onga viðmerking til. Tað skilst annars, at oljufólk eru rættiliga kløkk av, at Anadarko, sum var við í 1. rundu, ikki hevur boðið í hesum umfarinum, nú felagið hevur brúkt nógva orku at loysa basalt- gátuna. Tað hevur ikki eydnast okkum at fáa við- merking frá Anadarko. Rúni Hansen, stjóri í Statoil: -Vit síggja framvegis møguleikar á Føroyaøkinum Rúni Hansen, Statoil um Føroyaøkið: – Vilja brúka meira orku og pengar her Ben Arabo C M Y K 18