Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-19, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 19. november 2004síða 11

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 222 - 19. november 2004 Spenningurin var ongan- tíð nakar serligur, tá Mjølnir aftur skræddu seg leysar í oddinum í bestu kvinnudeildini. Miku- kvøldið høvdu klaksvíks- kvinnurnar vitjan av KÍF, og fimtu ferð av fimm møguligum fingu tær fult fyri ómakin. Við settúrslitunum 25- 17, 25-15 og 25-18 gjørd- ist talan um ein tryggan sigur til oddaliðið, sum soleiðis enn einaferð tyk- ist stevna beint móti gull- inum. Eisini hóast tað framvegis resta nógvir dystir at spæla. -jm Noyddist skaddur úr finaludystinum Bjarni Hammer, sum í fleiri ár hevur gjørt um seg í kick-boxing kapp- ingum, tók um vikuskiftið lut í opnu norðurlendsku kappingini í sonevndari full-contact. Kappingin varð hildin í Keypmannahavn, og hjá Bjarna gekst væl. Hann tók lut í tungvekt-bólkin- um, og her eydnaðist hon- um at vinna seg fram til finaluna. At síggja til hevði hann eisini yvirvág í hesari, men í næsta umfarinum fekk Bjarni skaða í øksl- ina, og eftir at hava ráðført seg við dómara og stevnu- lækna mátti føroyski luttakarin at enda ásanna, at her gjørdist einki. Sjálv- andi eitt sindur keðiligt, at hann soleiðis noyddist at gevast, men eitt silvurmerki í kapping við sterkastu norðurlendsku íðkararnar, er heldur ikki heilt av leið. -jm Í fyrsta umfarinum vann Bjarni á norskum íðkara Johannus aftur í HB Fyrrverandi landsliðs- leikarin Johannus Joen- sen verður komandi ár aftur at síggja í reyðu og svørtu strípunum hjá HB. Johannus spældi við HB í tíðarskeiðinum frá 1996 til 2002, og hann hevur vunnið tvey føroyameist- araheiti við felagnum. Hesi árini spældi Johann- us 164 dystir og skoraði 25 mál fyri HB. Seinastu tvey árini hevur verjuleikarin spælt við áví- kavist FS Vágum og B36. Ein av liðfeløgunum hjá Johannusi í B36 í fjør, málverjin Tróndur Vatn- hamar, er eisini farin at venja í HB. -tn Tryggur Mjølnir- sigur Samanleggingin staðfest Tað fer helst framvegis at vera talan um VB og Sumba í komandi kappingarárið, men á pappírinum verða tey tá eitt, og frá 2006 verða nøvnini eisini smeltað saman SAMANLEGGING Jákup Mørk Fyrsta samanleggingin í Suðuroynni gjørdist nú veruleiki. Eftir miseydnaðu royndina í 90’unum, hava VB og Sumba nú aftur gjørt av at kasta saman. Fyri á leið einum mánaði síðani høvdu feløgini lima- fund, har nevndirnar fingu tilsøgn um at arbeiða víðari við ætlanunum, og miku- kvøldið varð úrslitið av hesum arbeiði so lagt fyri eykaaðalfundir. Og her var eingin ivi. Í Sumba atkvøddu 22 av 24 frammøttum limum fyri uppskotinum. Ein atkvøða var blonk og ein atkvøddi ímóti. Í Vági var meirilutin ikki heilt so greiður, men kortini var ikki stórvegis ivi. 25 atkvøddu fyri, 14 ímóti og tvær atkvøður vóru blankar. Sum skilst, so var huglagið til fundin í Vági tó sera postivt, og eisini tey, sum atkvøddu ímóti saman- leggingini, søgdu seg vilja stuðla nýggja felagnum av fullum hjartað. Uppleggið klárt í smálutum Og gongst alt eftir ætlan, so verður talan eisini um spildurnýtt felag. Eitt felag, har allir aktivitetir hjá bæði Sumba og VB verða lagdir. Nevndin í nýggja felagn- um fer nú undir at fáa formligu viðurskiftini upp á pláss, og har eru so fram- vegis onkrir snøklar eftir at loysa. Eitt nú er ynski hjá bæði VB og Sumba, at lið- ini í nýggja felagnum hetta fyrsta árið framvegis koma at bera gomlu heitini, og at tey framvegis koma at spæla í gomlu búnunum. Hetta tí VB og Sumba fylla ávíkavist 100 og 65 ár í 2005. Eisini er gjørt av, at besta lið felagsins skal spæla í Vági, og at næst besta liðið skal spæla í Sumba. Eftir hetta skulu øll lið felagsins tó eita Sumba/- VB. Uppleggið, sum varð samtykt mikukvøldið, inni helt eisini eina avtalu um, at felagið um í mesta lagi fýra ár skal hava nýggjar búnar, sum greitt boða frá, at talan er um nýtt felag. Í upplegginum skilst ann- ars, at nevndirnar hava lagt eitt sera stórt arbeiði í at avtala allar smálutir, so- leiðis at einki óneyðugt stríðsmál seinni skal taka seg upp. Eitt nú hvussu verður við ymsu tiltøkun- um, sum feløgini framman- undan hava fyriskipað hvør sær. Herundir stevnur, luta- seðlasølur v.m. Og kanska mest týðandi, so verður nýggja felagið eisini styrkt á leiðslusíðuni. Avrátt er nevnliga, at starvsfólk skal setast hálva tíð. Bæði fyri at fáa eina betri samskipan, men eisini fyri at liva upp til krøvini, sum UEFA nú setur. Hesi krøv vóru annars uppruna- liga við til at skumpa undir samanleggingina av feløgunum. Heilhjartað Og sum skilst, so verður talan so heldur ikki um nakra hálvhjartaða roynd. Ein av orsøkunum til, at samanleggingin ikki eydn- aðist so væl fyri 10 árum síðani, var uttan iva, at fel- øgini tá gjørdu eina avtalu um eitt royndarár. Tað vil við øðrum orðum siga, at partarnir kanska ikki ar- beiddu so hart fyri hesum, tí teir vistu, at tað uttan stór- vegis hóvasták bar til at bakka aftur til gomlu støð- una. Soleiðis verður í øllum førum ikki hesaferð. Iva- leyst eisini við nýliga slitin- um av FS Vágar í huga, verða viðtøkurnar í nýggja suðuroyarfelagnum soleiðis háttaðar, at tað skal vera breið semja um slit, áðrenn eitt møguligt slit skal gerast veruleiki. Og um so er, at eitt slit einaferð kemur upp á tal, so er eisini longu nú avrátt, hvussu feløgini tá skulu býta liðini millum sín. Tá verður hetta gjørt á tann hátt, at VB fær besta mansliðið, Sumba tað næst- besta o.s.fr. Altso verður hetta gjørt út frá støðuni, sum hon sær út á fótbólts- kortinum 2004. Flogbóltur Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 5 5 - 0 15 3 12 10 2 TB 5 4 - 1 12 6 6 8 3 KÍF 5 3 - 2 9 8 1 6 4 Dráttur 5 2 - 3 12 10 2 4 5 ÍF 5 1 - 4 5 12 -7 2 6 SÍ 5 0 - 5 1 15 -14 0 Hondbóltur v. t. mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 VB 6 5 - 0 - 1 183 128 55 10 2 Neistin 7 5 - 0 - 2 212 158 54 10 3 Stjørnan 5 5 - 0 - 0 138 104 34 10 4 Søljan 6 3 - 0 - 3 176 151 25 6 5 VÍF 5 2 - 0 - 3 124 135 -11 4 6 StÍF 5 1 - 1 - 3 119 134 -15 3 7 Kyndil 5 0 - 1 - 4 92 146 -54 1 8 Tjaldur 5 0 - 0 - 5 98 186 -88 0 Máltindurin: Nicoleta Radu Hansen Søljan 64 (10) Ioana Rápa VÍF 64 (20) Simona Petersen Neistin 63 (14) Daiva Tuomaite VB 56 (24) Aukse Vysniaskaite VB 39 (1) Lina Andriulyte Søljan 38 (2) Vesna Tomajek Tjaldur 38 (18) Marjun Tróndarson Neistin 37 (2) Lotte Sørensen Kyndil 35 (10) Ása Dam á Neystabø Neistin 33 (2) Alina Olaru Stjørnan 33 (4) Heidi Maria Akselsen Søljan 28 Rannvá Augustinussen VB 26 Rebekka Justinussen StÍF 26 (5) Poula D. Olsen StÍF 25 C M Y K 20 Nr. 222 - 19. november 2004 21 Sosialráðgevi á Almannastovuni Søkt verður eftir sosialráðgeva til Økisdeildina í Norðoyggjum at byrja sum skjótast ella 1. januar 2005. Starvið er fulltíðarstarv. Um deildina Økisdeildini í Norðoyggjum er normerað til: deildarleiðara, 2 sosialráðgevar og 2 málsvið- gerar. Økið hjá deildini er Norðoyggjar. Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá deildini er: • at ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og skyldur í sambandi við almannaspurningar • at seta í verk fyriskipanir sambært almannalóg- gávuni • í serligum førum vísa til landsumfatandi eind- irnar hjá Almannastovuni Tær sosialu fyriskipanirnar, ið deildin serliga tekur sær av eru: • ymiskar fyriskipanir sambært forsorgarlógini, herundir stuðul til heilivág og smærri hjálpar- tól • persónliga viðbót til pensiónistar sambært pensiónslógini • samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima • tilráðingar í smb. við umsóknir um fyritíðar- pensiónir Førleikakrøv • sosialráðgevaraútbúgving • góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði • góður málburður, bæði munnliga og skrivliga • góð samstarvsevni • evni til umstilling og tola til tíðir stórt arbeiðs- trýst • evni og vilja til at arbeiða í heildarloysnum og tvørfakligt Lønar- og setanarviðurskifti Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sátt- mála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmanna- felagið. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóan Hendrik Svabo Samuelsen, deildar- leiðara á tlf. 457240. Umsóknarfreist Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera Almannastovuni, Jónas Broncksgøta 27, post- smoga 3096, 110 Tórshavn í hendi innan 24.11.2004. Um Almannastovuna Almannastovan er skipað við almannamiðstøðum í Tórshavn, í Suðuroy, í Eysturoy og í Norðoyggjum, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini, soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar.Harumframt eru Hjálpartólamiðstøðin og aðrar landsdekkandi serdeildir partar av Almannastovuni. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjóns-, dagpeninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur 800 mill.kr.og vit eru íalt 90 fólk í starvi. Sosialráðgevi á Almannastovuni Eitt starv sum barnsburðaravloysari fyri sosialráð- geva við tænastu á økisdeildini í Tórshavn er leyst at seta sum skjótast. Starvið er fulltíðarstarv. Um deildina Á Økisdeildini í Tórshavn arbeiða 14 fólk: deildarleiðari, 8 sosialráðgevar og 5 málsviðgerar. Økið hjá deildini er Streymoy, Vágar, Nólsoy, Hestur, Skúvoy og Sandur. Starvið kann innibera ferðing. Arbeiðs- og ábyrgdarøkið hjá deildini er • at ráðgeva og vegleiða borgarum um rættindi og skyldur í sambandi við almannaspurningar • at seta í verk fyriskipanir sambært almannalóggávuna • í serligum førum vísa til landsumfatandi eind- irnar hjá Almannastovuni Tær sosialu fyriskipanirnar, ið deildin serliga tekur sær av eru • ymiskar fyriskipanir sambært forsorgarlógini, herundir stuðul til heilivág og smærri hjálpar- tól • persónliga viðbót til pensiónistar sambært pensiónslógini • samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima • tilráðingar í smb. við umsóknir um fyritíðar- pensiónir Førleikakrøv • sosialráðgevaraútbúgving • góður kunnleiki til EDV á brúkarastøði • góður málburður, bæði munnliga og skrivliga • góð samstarvsevni • evni til umstilling og tola til tíðir stórt arbeiðs- trýst • evni og vilja til at arbeiða í heildarloysnum og tvørfakligt Lønar- og setanarviðurskifti Setanar- og lønarviðurskifti eru sambært sátt- mála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmanna- felagið. Nærri upplýsingar Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marjun Berg, deildarleiðara á tlf. 35 35 10. Umsóknarfreist Umsóknir við avriti av prógvum o.ø. skulu vera Almannastovuni, Jónas Broncksgøta 27, post- smoga 3096, 110 Tórshavn í hendi innan 24.11.2004. Um Almannastovuna Almannastovan er skipað við almannamiðstøðum í Tórshavn, í Suðuroy, í Eysturoy og í Norðoyggjum, har fleiri tænastur eru lagdar út á økini, soleiðis at viðskiftafólk og stovnar fáa lættari atgongd til tænasturnar.Harumframt eru Hjálpartólamiðstøðin og aðrar landsdekkandi serdeildir partar av Almannastovuni. Høvuðsuppgávan hjá Almannamiðstøðunum er at geva almenninginum ráð og vegleiðing um rættindi sambært almannalóggávuni eins og at taka avgerðir. Almannastovan hevur fakligu, fyrisitingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av veitingum, fyriskipaðar eftir pensjóns-, dag- peninga- og forsorgarøkinum v.m. Stovnurin umsitur 800 mill.kr.og vit eru íalt 90 fólk í starvi. Landssjúkrahúsið FO 100 Tórshavn Deildarleiðari til goymsluna Starvið sum deildarleiðari á goymsluni á Lands- sjúkrahúsinum er leyst at søkja til setan skjótast gjørligt. Arbeiðstíðin er vanligar gerandisdagar frá kl. 7.00 til kl. 15.00. Goymslan hevur umleið 7.000 ymiskar vørur og umsitur fyri umleið 13 milliónir krónur um árið. Hon umsitur innkeyp/móttøku/sølu/uppfylling á deildunum á Landssjúkrahúsinum, sølu til Klaksvíkar- og Suðuroyar sjúkrahús, røktarheim- ini,bústovnar,heimarøktin og onnur viðskiftafólk innan heilsuverkið. Tað starvast í løtuni 6 starvsfólk á goymsluni. Umsøkjarar við sjúkrarøktarfakligari útbúgving við handils/leiðslu-yvirbygnaða hava fyrimun. Førleikakrøv: • faklig vitan innan tól og vørur, sum dagliga verða nýtt í røktini á sjúkrahúsum • royndir innan innkeyp, goymslu- og vøru- stýring • leiðsluroyndir • edv-kunnleiki á brúkarastøði (Navision Finan- cials forrrit verður brúkt) Eginleikar: • góður røkjuskapur • góð samstarvsevni • positiv/ur við tænastusinni Setanartreytir Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum av- varðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið. Upplýsingar um starvið Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Malenu Meitelberg, leiðara á goymsluni. Telefon 30 45 99 – 1163 ella e-post malenam@lsh.fo Umsóknarfreistin er 6. desember 2004 kl. 12.00. Skrivlig umsókn, merkt "umsókn til starv" við av- riti av prógvum,CV og viðmælum e.l.skal sendast til Landssjúkrahúsið Starvsfólkadeildin FO 100 Tórshavn Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um størv við at klikka á leinkjuna "starvsfólk" Aðalfundurin hjá Dansifelagnum Fragdini verður í Bygdarhúsinum í Hósvík sunnukvøldið 5. desember kl. 21.00. Skrá sambært lógum felagsins. Dansifelagið Fragdin -har tað hendir -har tað hendir 21