hósdagur 13. september 2018síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 106
8
Gransking er ein góð
íløga fyri samfelagið
Føroyska samfelagið eigur at
brúka meira pengar til gransking.
Tað heldur Pál Weihe, ið er ein
av royndastu granskarunum í
Føroyum. Hann er sannførdur um,
at granskingin er avgerandi fyri,
at vit menna okkum sum tjóð.
EFTIR DAGMAR JOENSEN-NÆS
P
ál Weihe fekk lykilin til
Landslæknahúsini í Sig
mundargøtu fyri 34 árum
síðani, tá hann fór undir
sínar kyksilvurkanningar. Síðani
eru fleiri túsund børn og vaks
in kannaði av læknum og sálar
frøðingum í húsunum, og stór
ar mongdir av upplýsingum um
heilsuna hjá føroyingum eru savn
aðar og greinaðar.
Fleiri granskarar eru so við og
við lagstir afturat. Í løtuni arbeiða
umleið 14 granskarar í húsunum
við ymiskum verkætlanum innan
heilsugransking.
- Ein rættiliga stórur partur
av Føroya fólki hava verið her í
húsinum ígjøgnum árini og latið
okkum upplýsingar og tilfar um
heilsuna. Í løtuni eru tað mest tey
80-85 ára gomlu, sum vit síggja.
Tey vórðu eisini kannaði her fyri
10 árum síðani, og nú vilja vit vita,
hvørjir tættir eru avgerandi fyri
heilsuna, tá fólk eldast.
- Tey eldru møta væl upp, og tað
hava øll onnur, sum vit hava heitt á,
eisini gjørt. Vit hava ongantíð havt
trupulleikar við at fáa fólk at vera
við í okkara kanningum. Vit hoyra
ofta frá fólki, at tey fegin vilja geva
sítt íkast til at fáa meira vitan um
sambandið millum umhvørvi og
heilsu, sigur Pál Weihe.
Granskarar á Deildini fyri Ar
beiðs- og almannaheilsu hava
gjøgnum árini kannað nógvar
ymiskar bólkar í samfelagnum.
Strongd hjá trolaramonnum, rús
evnisvanar hjá 9. floksnæmingum
og sáðgóðska hjá ungum monnum
eru nakrar av teimum nógvu verk
ætlanunum, sum granskararnir
hava fingist við.
Í løtuni verður ein stór kanning
av sálarliga arbeiðsumhvørvinum
fyrireikað, har ætlanin er at fáa
upplýsingar frá øllum teimum
26.000 føroyingunum, sum eru í
arbeiði.
Samstarvsfelagar hjá Pál Weihe
í øðrum londum eru ovfarnir av, at
so nógvir føroyingar vilja vera við
í kanningunum.
- Luttøkan er munandi hægri
enn aðrastaðni, eisini tá tað snýr
seg um sera viðkvæmar kanningar,
sum granskarar aðrastaðni hava
havt trupult við at fáa fólk at vera
við í.
- Tað stóð ikki á hjá okkum at
fáa ungar menn at koma inn og
geva okkum sáð. Og vit fingu eis
ini sáð frá pápum teirra, sum vit
kundu samanbera við.
Bert í einum føri eydnaðist ikki
at fáa tilfar til eina granskingar
verkætlan. .
- Tá vit vildu kanna tarmbakt
eriur og bóðu fólk um at senda okk
KYKSILVURKANNINGAR
OG GRINDATILMÆLI
Í 1976 ávaraði heimsheilsustovnurin
WHO um, at nógv kviksilvur
var í havinum kring allan heim,
ið stavaði frá verksmiðjum í
stóru ídnaðarlondunum.
í 1977 mæltu
heilsumyndugleikarnir í Føroyum
fólki frá at eta grind og spik til
døgurða meira enn eina ferð
um vikuna. Grindahvalurin livir
høgt uppi í føðiketuni og hevur
tí nógv kviksilvur í sær.
Í 1984 setti Pál Weihe, serlækni
í arbeiðsmedisini, undir at kanna,
um føroysk børn høvdu fingið
skaða av, at mammurnar høvdu
etið grind. Hann staðfesti, at
føroyskir nýføðingar høvdu millum
10 og 20 ferðir so nógv kyksilvur
í blóðinum sum nýføðingar
aðrastaðni. Kyksilvurnøgdin hevði
neyvt samband við, hvussu nógva
grind mammurnar høvdu etið.
Kanningar av børnunum
vístu, at samband var millum
nøgdina av kyksilvurið og
menningina á fleiri økjum.
Í 1997 mæltu
heilsumyndugleikarnir barnakonum
frá at eta tvøst og spik.
Í 2000 vísti ein kanning,
at barnakonur bert ótu ein
tíggjundapart av tí nøgd av
grind, ið tær høvdu etið 18 ár
frammanundan. Kyksilvurið
í blóðinum hjá nýføðingum
var minkað niður í helvt.
Í 2008 mælti Pál Weihe saman við
Landslæknanum føroyingum til
heilt at gevast at eta tvøst og spik.
Í 2009 var nøgdin av kyksilvuri
hjá nýføðingum á leið tað sama
sum í londum, har fólk ikki eta
dálkaðan mat úr havinum.
Pál Weihe hevur granskað í 34 ár:
Pál Weihe er
ein royndastu
granskarunum í
Føroyum. Hann
fór undir at
granska árin av
kyksilvurdálking
í móðurlívi í 1984.
NAVN: Pál Weihe
ALDUR: 68 ár
ÚTBÚGVING: Serlækni
í arbeiðsmedisini
STARV: Yvirlækni og granskari