Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 37

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 106 9 Kortleggja sálarligt arbeiðsumhvørvi D eildin fyri Arbeiðs- og Al­mannaheilsu fer nú undir eina stóra lands­ fevn­andi kanning, sum skal kortleggja sálarliga arbeiðs­ umhvørvið í Føroyum. Øll tey 26.000, sum arbeiða í Før­oy­um, skulu spyrjast, hvussu teirra ar­ beiðs­umhvørvi er. Høvuðs­dent­ ur verður lagdur á tað sálar­liga arbeiðsumhvørvið, men spurt verður eisini um fysiskar arbeiðs­ umstøður, til dømis larm og vanda­miklar maskinur. Annika Helgadóttir Davidsen, sálarfrøðingur, ph.d., er sett sum granskari á deildini at standa fyri kanningini. Umframt at savna inn upplýsingar frá øllum ar­beiðstakarum, fer hon at hava samrøður við fleiri, sum skulu lýsa nærri, hvørjar trupulleikar tey hava. - Hetta er eitt sindur í tráð við kanningina, sum Annbjørg á Høvd­anum, vinnusálarfrøðingur, gjørdi um møði hjá fiskimonnum, sum ávirkar teirra evni til at hugsa klárt og handla rætt. Nú vilja vit vita, hvussu allir føroyskir arbeiðs­takarar hava tað, sigur Pál Weihe. Úrslitini av kanningini skulu samanberast við líknandi kann­ ingar aðrastaðni. - Tað fer at vísa, um vit eru framm­anfyri ella aftanfyri hini londini á ymiskum økjum. Eftirlitsmyndugleikin fær síðani ein møguleika fyri at gera av, hvørji átøk skulu raðfestast, og partarnir á arbeiðsmarknaðinum kunnu síggja, hvar arbeiðsumhvørvið er í lagi, og hvar tað eigur at gerast betri. Ein dátugrunnur við upp­lýs­ ingum um arbeiðs­umhvørvið í Føroyum fer eisini at kunna brúk­ ast til gransking seinni. - Tá hetta grundarbeiðið er gjørt, ber til hjá komandi gransk­ arum at brúka tað sum grund­ arlag fyri víðari gransking. Tað fer at vísa, um støðan er broytt, og um átøk, sum eru sett í verk, hava riggað, sigur hann. Kanningin er mett at fara at kosta í minsta lagi 2 miljónir krón­ur. Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu hevur fingið tær fyrstu 250.000 kr. frá Betri grunn­ in­um. - Tað er nóg mikið til at seta sjøtul á arbeiðið. Vit ætla okkum at fara í gongd nú, og so vóna vit, at vit fáa meira fígging seinni, sig­ ur Pál Weihe. um royndir av skarni, gekk ikki so væl, sigur Pál Weihe. Fekk kvinnur at gevast at eta grind Pál Weihe kann líta aftur á eitt langt og stundum baldrut lív sum granskari. Fleiri av hansara gransk­ ing­arúrslitum hava verið við til at sett Føroyar á heimskortið sum áhuga­vert granskingarøki og hava havt ávirkan á lívsháttin hjá før­ oy­ingum. Tað byrjaði við stóru kyk­silv­ ur­kanningini, sum førdi til, at Pál Weihe síðst í 90unum mælti kvinn­ um í burðarførum aldri frá at eta grind, tí grindahvalurin var so dálkaður, at tað kundi skaða børn­ ini. Nøkur ár seinni mælti hann sam­an við Landslæknanum øllum før­oyingum til heilt at gevast at eta tvøst og spik. Serliga kvinnurnar tóku í stóran mun tilmælið um ikki at eta grind til eftirtektar. Og kanningar hava síðani víst, at skaðiliga árinið av kyksilvuri er nógv minkað. - Frá einum fólkaheilsuligum sjónarmiði hevur hendan gransk­ ing­in verið serstakliga væleydnað, tí hon fekk stóra ávirkan á tann mál­bólkin, sum tað hevði størstan týdn­ing at røkka, sigur Pál Weihe. Føroyingar drepa framvegis grind, og nógvum dámar enn væl at fáa ein grindabita. Og tað skilir Pál Weihe eisini væl, hóast hann ikki heldur tað vera skilagott. - Grindin er ein týðandi partur av okkara samleika og matmentan, og sanniliga er tað hugaligt og leski­ ligt at savnast um eitt veitsluborð við turrari grind og spiki. Men tað er ikki gagnligt fyri heilsuna, og tað er neyvan nakað mansbarn í Føroyum, sum ikki hevur hoyrt um heilsu­vandan, sigur Pál Weihe. Hann ivast ikki í, at føroyingar fara at gevast at eta tvøst og spik. - Kvinnurnar eru givnar, og tað eru tær, sum ráða, so tað er bara ein spurningur um tíð, til menninir eisini fara at gevast, sigur Pál Weihe. Virðismikið tilfar Tey fyrstu umleið 1000 børnini, ið vórðu kannaði fyri árin av kyk­ silvuri, eru nú um 32 ára gomul. - Vit fingu heili 90 prosent av barnakonunum at vera við í teim­um fyrstu kanningunum, og mamm­urnar hava trúliga møtt upp við teirra børnum øll hesi árini. Vit hava enn samband við tey flestu børnini, hóast fleiri ikki búgva í Føroyum, sigur Pál Weihe. Síðani eru fimm árgangir av børn­um komnir afturat, ið eisini verða kannað regluliga. Tilsamans er talan um útivið 3000 børn, sum Pál Weihe og hansara fólk hava brúkt 40.000 tímar til at kanna. - Kanningarnar vísa, at tey yngru børnini eru munandi betri fyri. Allar kanningar peika sama veg, nevniliga at neyvt sam­band er millum dálking frá kyk­silvuri og øðrum skaðiligum evn­um í móðurlívi og heilsuna hjá børn­ un­um, serliga miðnervalagið og órin­verjuna. - Okkara tilmælir fullu ikki í góða jørð hjá øllum, men tað hevði verið ófyrigeviligt, um vit ikki vóru komin fram við tí vitan, sum vit høvdu, sigur, sigur Pál Weihe. Nú børnini eru blivin vaksin, ber til at kanna, hvørji langtíðar árin ávirkanin frá kyksilvuri í móð­ ur­lívi hevur á heilsuna. - Vit vita, í hvønn mun tey vórðu ávirkaði av dálkandi evnum sum fostur og kunnu samanbera tað við fleiri og fleiri upplýsingar um til dømis, hvør fær sukursjúku, høgt blóðtrýst, krabba, sinnissjúku og so framvegis, sigur Pál Weihe. Gransking á altjóða støði Tað sera umfatandi og virðismikla tilfarið frá kyksilvurkanningunum hev­ur vakt ans í øðrum londum og hevur givið føroysku gransk­ar­un­ um nýggjar møguleikar. - Tað hevur givið okkum atgongd til altjóða samstarv og fígging, sum hevur lyft okkara gransking upp á eitt hægri stig, sigur Pál Weihe. Pál Weihe hevur havt neyvt sam­starv við granskarar í øðrum londum frá fyrsta degi, tá hann fór undir kyksilvurkanningarnar í 1984. - Eg mátti til USA at finna gransk­ ar­ar, ið høvdu royndir við teimum ar­beiðshættum, vit vildu brúka til sál­arfrøðiligu kanningarnar, og eg mátti heilt til Japan at finna fólk, ið høvdu tær røttu royndirnar at máta heilasignalir. Fólkini, ið høvdu serkunnleikan at kanna menn­ingina av nervalagnum hjá børn­um, fann eg í Hollandi og Týsk­landi. Øll hesi fólkini havi eg framvegis neyvt samstarv við, sigur hann. Ein fyritreyt fyri at fáa al­tjóða fígging er, at úrslitini av gransk­ ingini verða al­manna­kunn­gjørd í altjóða vísindaligum tíðar­rit­um. Higartil eru 167 greinir út­givn­ar í altjóða tíðarritum um kyk­silv­ur­ gransk­ingina. - Um granskingin skal hava altjóða áhuga, má hon hava eitt størri perspektiv enn tað heimliga. Okk­ara gransking hevur frá byrj­ an havt eitt dupult endamál. Hon skal bæði koma tí føroyska sam­ felagnum til góðar og verða við til at ríka samlaðu vitanina í heim­in­ um, sigur Pál Weihe. Altjóða fígging er ikki einasti fyri­munurin við at samstarva við granskarar í øðrum londum. - Tað ger eisini, at vit ikki kenna okkum einsamøll við okkara gransk­ing. Vit samskifta dagliga við út­lendskar granskarar og fáa javn­an vitjan av teimum. Í mai í ár var ein stór vísindalig ráð­stevna í Føroyum, sum 200 gransk­arar úr øllum heiminum lut­tóku í. - At hava slíkar ráðstevnur í Før­oyum er við til at gera okkum við­urkend sum ein týðandi aktørur á okkara serøki, sigur Pál Weihe. Tjóðarbygging Pál Weihe brúkar fegin stór orð, tá hann skal lýsa, hvønn týdning gransk­ing hevur fyri føroyska samfelagið. - Yvirskipað er gransking ein týð­andi partur av tjóðarbyggingini. Hon hevur týdning fyri, hvussu vit liva okkara lív, og hvussu vit skipa okk­ara samfelag. - Tað er ein partur av okkara búning sum samfelag at koyra vana­hugsanina til viks og royna at brúka okkara vit og skil til at greina trupulleikar, sigur hann. Eitt dømi úr føroysku heilsu­ søg­uni um, hvussu stóran týdning gransk­ing kann hava, er danski læknin P.L. Panum, sum í 1846 varð sendur til Føroya í sambandi við herviligu meslingafarsóttina. Hann undraðist á, at eldri fólk í Føroyum ikki fingu meslingar og fann fram til, at tey vóru mótstøðufør, tí tey høvdu havt meslingar fyrr í lívinum. - Tað var nýggj vitan tá, sum gjørdist slóðbrótandi fyri at fyri­ byrgja ikki bert meslingum, men øll­um umfarssjúkum. - Eingin ivi er um, at tað enn finnast heilsufyribrigdi í okkara sam­felag, sum bara bíða eftir, at onkur sær samanhangir, sum eing­ in higartil hevur varnast, sigur Pál Weihe. Meiri pengar eru settir av til gransk­ing í Føroyum seinastu árini, men tað er ikki nóg mikið. - Vit skulu hava meira pengar til gransking. Myndugleikarnir mugu skilja, hvussu góð íløga granskingin er fyri samfelagið. - Gransking er ein fyritreyt fyri at hava eitt fróðskaparsetur í Før­ oyum. Eitt universitet, sum bara und­irvísir og ikki granskar, er ikki eitt universitet, men ein há­skúli. At vera har frammi, sum vitanin verð­ur gjørd, er sjálv grund­hugs­ an­in við einum uni­versiteti. - Gransking hevur eisini týdning fyri at fáa væl skikkaði fólk at koma til Føroya at starvast í eitt nú heilsu­verkinum. Tað er munandi lætt­ari at fáa læknar hendan vegin, um teir fáa møguleika fyri at granska, sigur Pál Weihe. Hann heldur, at gransking eigur at fáa nógv meira rúmd í almenna rúminum. - Fólk við serfrøðingavitan eiga at verða ein meira natúrligur partur av tí almenna orðaskiftinum, so vit kunnu fáa faktuella vitan og innlit í torskild viðurskifti við í lýsingina av viðurskiftum í samfelagnum. Tað sakni eg eitt sindur í Føroyum, sigur Pál Weihe. DEILDIN FYRI ARBEIÐS- OG ALMANNAHEILSU Deildin fyri Arbeiðs- og Almannaheilsu varð sett á stovn í 1988 sum ein deild í sjúkrahúsverkinum. Á deildini verða fólk kannað fyri sjúku ella mein av arbeiðsávum, og deildin skipar eisini fyri granskingarvirksemi innan arbeiðslæknafrøði og fólkaheilsu.  Granskingarvirksemið á deildini fer fram í neyvum samstarvi við granskarar í  Evropa, USA og Asia og er fíggjað við peningi frá almennum og privatum grunnum í USA, ES og Danmark.  Ein megintáttur í granskingini er, hvussu dálkingin av heimshøvunum ávirkar heilsuna hjá føroyskum børnum, serliga miðnervalagið og immunverjuna. Umleið 14 granskarar starvast í løtuni við ymiskum granskingarverkætlanum á deildini. Øll, sum eru í arbeiði í Føroyum, fáa í næstum spurnarbløð um teirra sálarliga arbeiðsumhvørvi.