Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 38

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 106 10 - Føroyar eru eitt smásamfelag, sum er ymiskt frá øðrum londum. Tað hevur stóran týdning, at vit hava holla vitan um okkara sam­ felags­viðurskifti, so vit kunnu til­rættisleggja samfelagið best møgu­ligt. Tað heldur Erika Anne Hay­field, samfelags­ granskari. Hon hevur serliga áhuga fyri sam­ felagsbólkum, sum eru fyri valds­ójavna. EFTIR DAGMAR JOENSEN-NÆS F ólk við fremmandum uppruna eru í stórum tali flutt til Føroya seinastu árini. Nógv teirra hava trupult við at gerast ein javnbjóðis partur av samfelagnum, tí tey hava torført við at fáa atgongd til føroysk netverk. Tað er ein av niðurstøðunum hjá Eriku Anne Hayfield, ið er sam­ felags­granskari á Fróðskap­arsetr­ inum - Eg velji sjálv mínar gransk­ ing­arverkætlanir, og tað hevur týdn­ing fyri meg at viðgera valds­ ójavn­vág. Eg vil skilja korini hjá minni­lutabólkum og øðrum, har ójavni ger seg galdandi, sigur hon. Støðan hjá útlendskum tilflyt­ ar­um í føroyska samfelagnum er Erika Anne Hayfield granskar børn, kyn og tilflytarar í smásamfeløgum: Erika Anne Hayfield granskar serliga støðuna hjá tilflytarum og øðrum samfelagsbólkum, ið eru fyri valdsójavna. NAVN: Erika Anne Hayfield ALDUR: 46 ár ÚTBÚGVING: Master og ph.d.í marknaðarføring frá Napier University í Edinburgh PH.D. RITGERÐ: Brúkaramentan hjá børnum. STARV: Lektari í samfelagsvísindum og útbúgvingarleiðari á Søgu- og samfelagsdeildini á Fróðskaparsetrinum. Gransking skal út í samfelagið