Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 39

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 106 11 í løtuni tað evnið, ið hon serliga brúk­ar sína orku sum granskari til. - Tilflytarar eru ein útsettur bólkur. Tey kunnu ikki loyva sær at vísa ónøgdsemi, tí so fáa tey at vita, at tey bara kunnu fara av stað aft­ur, sigur hon. Torført at koma í netverk Erika Anne Hayfield hevur havt sam­røður við nógvar útlendskar tilflyt­arar í sambandi við sína gransk­ing. Hóast tilflytarar halda, at føroyingar eru blíðir, og Føroyar eru eitt gott land, halda nógv teirra, at tað er avbjóðandi at verða góð­ tik­in sum partur av føroyska sam­ felagn­um. - Í Føroyum hava tey tøttu net­verkini alstóran týdning fyri, hvussu vit liva og eru mótvegis hvørj­um øðrum. Vit kenna hvønn ann­an, og vit kenna søguna og net­ verkini hjá hvørjum øðrum. - Tilflytarar hava sum oftast ikki ein samleika, sum kann knýt­ ast til nakað netverk. Vit kenna ikki landið, sum tey eru úr, og vit kenna ikki teirra søgur. Vit spyrja tey, hvussu teimum dámar í Føroyum, tí vit vilja fegin hoyra, hvussu gott tað er her hjá okkum. Men vit sýna lítlan áhuga fyri, hvaðani tey eru, og hvat tey hava gjørt, tí tað virkar óviðkomandi fyri okkum. - Vit hava lyndi til at vera eitt sindur niðrandi mótvegis teimum, sum koma úr meira fjarskotnum londum, og seta tey ofta í samband við fátækradømi og kríggj. Onkur teirra hevur kanska keðiligar upp­ liv­ingar, men teirra lív er so nógv annað eisini, og tað hava vit lítlan áhuga at hoyra um. - Vit eru ikki von við at gera íløgur í fólk, sum ikki hóska til okkara mynd av vanligum net­ verk­um. Tað hevur við sær, at nógv­ir tilflytarar hava torført við at gerast partur av samfelagnum og eisini hava trupult við at fáa hóskandi størv. - Nøkur hava sagt við meg, at tey kenna tað sum, at tey ikki eru til, sigur Erika Anne Hayfield. Tilflytarar, sum giftast við før­ oyingum, ella sum koma til Føroya eitt nú at luttaka í ítrótti, ella sum eru virkin í samkomulívi, hava tað ofta lættari, tí tey gerast natúrliga partur av einum netverki. - Søgurnar hjá tilflytarum eru ym­iskar, men tey hava øll eitt í felag. Tað hevur stóran týdning fyri tey, at her er trygt at liva, og at børn teirra kunnu vaksa upp í ein­um tryggum umhvørvi, sigur Erika Anne Hayfield. Kyn og børn Erika Anne Hayfield arbeiðir við fleiri øðrum verkætlanum, ið eisini snúgva seg um samfelagsbólkar, ið onkursvegna eru fyri valdsójavna. Hon hevur granskað nógv í støð­ uni hjá kvinnum, eisini í sam­bandi við arbeiðsmarknað og fráflyting. Og hon hevur serliga stóran áhuga fyri rættindum og luttøku í sam­ felagnum hjá børnum, sum hon eisini hevur skrivað ph.d. ritgerð um. - Eg havi áhuga fyri, hvussu vit fata børn, og í hvønn mun tey hava eina rødd í samfelagnum. Sambært Barna­rættindasáttmálanum skulu børn hoyrast, tá avgerðir skulu takast, sum ávirka teirra lív. Men tá til dømis ein skúli ella eitt spæli­ pláss skulu gerast, so eru tað oftast tey professionellu vaksnu, sum taka allar avgerðirnar. - Tað er umráðandi fyri meg at skapa eina tilvitsku um, hvussu børn kunnu verða meira virkin í sam­felagnum, sigur hon. Skal koma samfelagnum til góðar Tað hevur stóran týdning fyri Eriku Anne Hayfield, at gransking kem­ur samfelagnum til góðar. - Mín áhugi fyri at granska stav­ ar frá eini sterkari kenslu av, at eg saman við restini av hes­um sam­ felagn­um vil, at hetta sam­felagið skal yvirliva. - Føroyar eru eitt smásamfelag, sum hevur aðrar fortreytir enn nakað annað land, bæði landa­ frøði­liga, sosialt, ment­an­ar­liga, polit­iskt og ikki minst søguliga. Vit skulu hava holla vitan um øll hesi viðurskifti fyri at kunna til­ rættis­leggja okkara samfelag best møgu­ligt. - Vit skulu sum granskarar royna at eyðmerkja, hvat hevur týdning fyri samfelagið. Tað kann vera sosialar broytingar, sum hava ávirkan á, hvussu vit liva. Tað kann eisini vera at royna at skilja, hví fólk bera seg at á ávísan hátt í sam­felagsligum og sosialum sam­ an­hangum. Miðlar og stovnar Erika Anne Hayfield verður ofta bið­in av miðlum um at koma og greiða frá sínari gransking. - Eg sigi nei, um eg ikki føli, at eg havi nakað at geva, men eg royni at siga ja, um tað hevur við mítt gransk­ingarøki at gera. Vit hava ikki so nógvar granskarar, sum kunnu greina hesi viðurskifti, og tí føli eg eina eyka ábyrgd at gera tað, hóast tað er orkukrevjandi. - Tað hevur stóran týdning, at vit ikki bert sita fyri okkum sjálvi og granska, men eisini koma út við tí, sum vit finna fram til, so tað kann verða brúkt í samfelagnum, sigur hon. Hon hevur eisini fleiri ferðir vitjað stovnar og felagsskapir, sum hava tørv á at fáa meira at vita um okkurt av tí, ið hon arbeiðir við. - Tað er ein stórur tørvur hjá stovn­um í samfelagnum at skilja, hvussu vit sum samfelag skulu hand­fara tær sosialu broyt­ingar­ nar, til dømis hvat tað hevur við sær, at vit hava so nógvar tilflyt­ arar. Eg havi verið á mið­náms­ skúlum og havt fram­løgu um hetta, eg havi verið í barna­gørð­ um og skúlum og á stovnum hjá Almanna­verkinum, og eg havi verið í eini samkomu og tosað um til­flyt­arar. Hon hevur skrivað fleiri vís­ inda­ligar greinar og frágreiðingar í før­oyskum bløðum og tíðarritum, um­framt tær akademisku grein­ar­ nar, ið skulu til fyri at fáa gransk­ ing­ina góðkenda í tí akademiska um­hvørvinum. Hon fær eisini ofta fyri­spurn­ ing­ar frá føroyskum lesandi í Dan­ mark og øðrum londum um evnir, sum hon arbeiðir við. - Tað fer við nógvari tíð at svara slíkum fyrispurningum, men eg geri tað fegin, tí tað er eisini við til at fáa vitan um samfelagið út, sigur hon. Erika Anne Hayfield heldur, at nýggj vitan um samfelagið, ið eru úrslit av gransking, verður brúkt bæði beinleiðis og óbeinleiðis í sam­felagnum, eisini í politisku skip­anini. - Vitanin verður tó ikki altíð brúkt soleiðis, sum eg kundi hugsað mær. Við hvørt verða avgerðir tikn­ar, ið ganga ímóti vitanini, og tað kann kennast skeivt, men í politikki eru nógv onnur viður­ skifti, sum gera seg galdandi, mill­ um annað valdsrelatiónir og ym­ isk­ar ideologiir. - Men eg skal ikki brúka mína orku til at føra politikk. Eg skal fram­leiða vitan. Og við at miðla mína gransking og undirvísa les­ andi, sum seinni fara út í sam­fel­ agið og taka avgerðir, eri eg við til at tryggja, at avgerðir, ið mynda sam­felagið, verða tiknar við støði í nýggj­ari vitan, sigur Erika Anne Hay­field. GRANSKING Á SETRINUM Granskingarvirksemi hevur verið á Fróðskaparsetrinum, síðani tað varð sett á stovn í 1965. Gransking er saman við undirvísing kjarnin í virkseminum hjá Fróðskaparsetrinum og hevur til endamáls at menna vísindaliga stigið á setrinum og í landinum. Gransking fer fram á flestu økjum, sum undirvíst verður í á Fróðskaparsetrinum. Setrið hevur neyvt samstarv við aðrar granskingarstovnar í Føroyum og universitet í grannalondunum. Á Søgu- og samfelagsdeildini eru granskarar innan búskaparfrøði, samfelagsvísindi, søgu og lóg. Deildin leggur serligan dent á at gransking við støði í føroyskum avbjóðingum. Erika Anne Hayfield hevur stóran áhuga fyri rættindum og luttøku í samfelagnum hjá børnum.