hósdagur 13. september 2018síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 106
12
Navn, bústaður og aldur
Tóta Árnadóttir, Saltangará, 48 ár.
Starv
Adjunktur í skaldskapi av mannamunni á
Føroyamálsdeildini á Setrinum síðani august
2015, við ph.d. verkætlan í tjóðfrøði.
Útbúgving
Bachelor og Master í føroyskum máli og
bókmentum á Setrinum. Ph.d. verkætlanin
verður framd á Setrinum í samstarvi við
deildina í tjóðfrøði á Háskóla Íslands.
Aktuell gransking
Við ph.d-verkætlanini “Mentanarflutningur
millum ættarlið - Føroysk kvæðamentan
í nútímans føroyska samfelagnum”
kanni eg hugburð til føroyskan dans í
nútíðarsamfelagnum. Kannað verður, hvussu
fólk koma í samband við føroyska dansin,
hvønn leiklut hann hevur í lívi teirra, og
hvussu roynt verður at bera siðin víðari.
Kanningin byggir á eygleiðingar og samrøður
við fólk, sum á ymsan hátt hava lagt og
leggja øðrum lag á at kvøða og dansa í skúla,
dansifeløgum ella á annan hátt. Endamálið
við verkætlanini er at fáa greiðari fatan av
hvussu føroysk dansimentan verður útint í
verki og hvat ið elvir ymsu luttakarunum til.
Hví ert tú blivin granskari
Eg havi altíð havt eina fatan av, at eitt
samfelag hevur gott av, at tað ber til at
kjakast og taka avgerðir við støði í vitan,
heldur enn bert gitingum ella tí, vit halda vera
sjálvsagt. Um vit ikki seta spurningar, kunnu
vit skjótt læsa okkum føst í avmarkaðum
fatanum av veruleikanum. Hetta er galdandi
innan øll vísindaøki, eisini tey sum hava
mentan sum kanningarlut. Eg vóni, at
mín gransking kann geva eitt íkast til eitt
áhaldandi kjak um leiklutin hjá kvæða- og
dansimentan í føroyska samfelagnum.
Frítíðarítriv
Mær dámar sjálv væl at dansa føroyskan
dans, men eisini nýggjari tónleik. Eg gangi
nógv til konsertir, og mær dámar eisini væl
at fara til sjónleik. Harumframt so brúki
eg nógva tíð í føroysku náttúruni, serliga í
nærumhvørvinum, har eg búgvi.
Navn, bústaður og aldur
Tróndur Jónsson Kragesteen, Tórshavn, 31 ár
Starv
Ph.d. lesandi á DTU aqua og Fiskaaling síðan
september 2016.
Útbúgving
Bachelor í lívfrøði á universitetinum í
Keypmannahavn og master í ‘Aquatic science
and technology’ á DTU.
Aktuell gransking
Í høvuðsheitum granski eg, hvussu laksalúsin
spjaðist við streyminum kring Føroyar. Ì hesum
sambandi havi eg nýtt streymdata, sum eitt
nú Rák-appin er bygd á, og simulerað, hvussu
bitlar, ið ímynda lús, ferðast við hesum
steyminum. Gjøgnum hetta arbeiðið hava vit
funnið útav, at lúsin kann spjaðast kring allar
Føroyar innan 14 dagar, sum eisini er typiska
livitíðin hjá lúsini í føroyskum sjógvi.
Í løtuni granski eg eisini, hvussu ein best
umsitur eitt aliøki við atliti til at basa
laksalúsini. Her spælir sambandið ímillum
aliøkini nógv inn umframt lívfrøðiligu
parametrini hjá lúsini og spennandi verður at
vita, hvørji úrslit vit koma fram til á hesum
økinum.
Hví ert tú blivin granskari
Fyrst og fremst tí eg altíð havi verið forvitin.
Eg havi altíð verið hugtikin av, hvussu
heimurin hongur saman og serliga, hví djór
síggja út sum tey gera og hví tey gera sum
tey gera. Hettar var ein av grundunum til eg
valdi at lesa lívfrøði av fyrstani tíð og hevur
forvitnið eggjað mær til at lesa víðari og
granska innan økið.
Frítíðarítriv
Størsti partur av mínari frítíð er altíð farin til
ítróttina og serliga hevur hondbóltur fylt sera
nógv. Restina av mínari frítíð nýti eg saman
við familju og vinum.
Navn, bústaður og aldur
Turið Hammer, Tórshavn, 36 ár.
Starv
Ph.d. lesandi á Deildini fyri Arbeiðs- og
Almannaheilsu síðan apríl 2016 og innskrivað
á Københavns Universitet.
Útbúgving
Cand.scient.san.publ. frá Københavns
Universitet.
Aktuell gransking
Eg granski í tarmbrunasjúkum í Føroyum. Vit
hava hægsta títtleika av tarmbrunasjúkum í
verðini, men tað hevur ikki altíð sæð soleiðis
út. Títtleikin er hækkaður ekstremt nógv
tey seinastu 50 árini. Vit hava hugt eftir,
hvat hendir við títtleikanum hjá føroyingum,
sum eru føddir í Føroyum, men eru fluttir
niður til Danmarkar (1. generatión) og
eftir títtleikanum hjá teirra børnum (2.
generatión) og barnabørnum (3. generatión).
Tað vísti seg, at føroyingar hava nógv
hægri títtleika av colitis ulcerosa enn danir,
meðan títtleikin av Morbus Crohn er tann
sami. Men títtleikin broytist aftaná 10 ár í
Danmark fyri 1. generatión til at vera á sama
støði sum danir. Fyri 2. og 3. generatión var
títtleikin tann sami sum hjá dønum. Hetta
vísir, at umhvørvið hevur stóra ávirkan á
útviklingina av tarmbrunasjúkum – sjálvandi
er genetikkur eisini uppií, men tínar ílegur
broytast ikki, tá tú flytur, bert títt umhvørvið.
Mín gransking beint nú snýr seg um, hvørjar
risiko faktorar vit hava í okkara umhvørvið,
sum kunnu forklára okkara høga títtleika av
tarmbrunasjúkum.
Hví ert tú blivin granskari
Tað er ræðuliga spennandi at granska, tí
man veit ongantíð, hvat man finnur. Vit hava
eina ímyndan og eina hypotesu, sum eisini
er orsøkin til, at vit velja at granska innan
eitt serligt øki, men reelt vita vit ikki, hvat vit
enda við at finna. Tað er tað, sum gransking
er – at avdúka ein lut av einum putlispæli og
seta tað saman við tí, sum onnur úti verðini
hava funnið út av um sama øki. Gransking er
neyðug fyri at vita, hvussu man best møguligt
kann seta inn og viðgera ella allarhelst
fyribyrgja og harvið broyta eina støðu, sum tín
gransking hevur víst á.
Frítíðarítriv
Mær dámar væl at renna, tað er fantastiskt at
kunna renna úti í eini so vakrari náttúru, sum
vit hava her í Føroyum. Eg eigi tveir dreingir,
7 og 10 ár, so mína frítíð brúki eg saman við
teimum – men man skal renna skjótt fyri at
kunna fylgja við teimum.
VÍSINDAVØKU GRANSKARA VOX POP