hósdagur 13. september 2018síða 42
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 106
14
EURAXESS hjálpir
granskarum at flyta
Føroyar eru partur av EURAXESS tænastuni hjá
ES, sum ger tað lættari hjá granskarum at flyta
millum lond at arbeiða í styttri ella longri tíð.
G
ranskingarráðið umsitur
føroysku
EURAXESS
tænastuna, sum veitir
útlendskum granskarum,
ið flyta til Føroya, kunning og veg
leiðing.
Á føroyska EURAXESS portal
inum – www.euraxess.fo, eru
upplýsingarnar um uppihalds
loyvi, skatt, heilsutrygd, málskeið
og onnur praktisk viðurskifti,
sum hava týdning fyri útlendskar
granskarar, ið umhugsa at flyta til
Føroya. Eisini eru lýsingar av før
oyska granskingarumhvørvinum
og samfelagsviðurskiftum.
Føroyskir granskarar, ið hava
hug at fara til onnur lond í Evropa
at granska, kunnu eisini fáa ráð og
kunning á føroyska EURAXESS
portalinum og á EURAXESS portal
um hjá teimum londum, tey ætla
at fara til.
Á portalinum ber eisini til at finna
granskarastørv í Evropa. Føroyskir
granskingarstovnar og fyritøkur
kunnu eisini lýsa eftir granskarum
á portalinum og røkka hvørjum
króki í Evropa uttan kostnað.
EURAXESS tænastan fevnir
um umleið 200 tænastudeplar í 40
londum í Evropa.
Tveir EURAXESS tænastudepl
ar eru í Føroyum, har granskarar
kunnu fáa leiðbeining um at flyta
til Føroya. Annar er á Gransking
arráðnum, og hin er á Fróðskapar
setrinum.
Nýggj ES granskingar
skrá á veg
ES kommissiónin er nú farin undir at
fyrireika nýggju granskingarskránna
hjá ES fyri 2021-2027. Rammuskráin,
ið hevur fingið heitið Horizon Europe,
er meira málrættað enn núverandi
rammuskráin Horizon 2020.
S
íðani Føroyar skrivaðu
undir avtalu við ES um at
limaskap í granskingarsam
starvinum, hava føroyingar
og stovnar og fyritøkur í Føroyum
havt møguleika at luttaka í ES
rammuskráunum fyri gransking,
menning og nýskapan á jøvnum
føti við ES borgarar og stovnar í
ES londunum.
Fleiri av granskingarstovnunum
og fyritøkur í Føroyum gagnnýta
henda møguleika og søkja um stuð
ul til verkætlanir saman við sam
starvspørtum, bæði í og uttanfyri
Evropa. Tað hevur ikki einans við
sær, at stuðul kann fáast til ávíst
virksemi, men eisini, at granskar
ar í Føroyum eru partur av altjóða
netverkum, har serfrøði og vitan
ardeiling verða dyrkað. Gransk
ari, sum hevur møguleika at vera
partur av slíkum altjóða netverki,
verður mentur og fær sambond,
sum fevna nógv víðari, enn ES
verkætlanin ger.
Horizon 2020
Tá ið Føroyar skrivaðu undir fyrstu
avtaluna við ES, var 7. rammu
skráin fyri 2007-2013 í gildi. Hon
snúði seg í stóran mun um stuðul
til gransking.
Næsta skráin var Horizon 2020,
sum er galdandi frá 2014-2020.
Horizon 2020 varð tilevnað í kjal
arvørrinum av fíggjarkreppuni og
hevur nógv meira fokus á menning
og nýskapan og at byggja brýr mill
um økini enn undanfarnu skráir.
Við Horizon 2020 fingu smáar
fyritøkur betri møguleika at luttaka
í evropeiskum verkætlanum. Hes
in møguleiki er væl móttikin í Før
oyum. Higartil hava 4 føroyskar
fyritøkur fingið játtað stuðul til
at menna framleiðslu og kanna
marknaðarmøguleikar.
Fleiri partar av Horizon 2020
skránni verða enn ikki gagnnýttir
í Føroyum, men stórur áhugi er
millum tey, sum kunnu hugsast
at søkja.
Horizon Europe
Næsta rammuskráin hjá ES fyri
árini 2021-2027 hevur fingið heitið
Horizon Europe. Hon er meira
málrættað enn Horizon 2020, og
evnini, sum ES kommissiónin setur
út í kortið, verða bólkaði øðrvísi.
Íblásturin til Horizon Europe er
komin frá serfrøðingum, sum mið
víst leggja seg eftir Heimsmálun
um hjá ST og at hava ítøkiligar mál
setningar – missions, sum skulu
bøta um nógv ymisk viðurskifti í
heiminum.
Fyri okkum í Føroyum eru
veðurlagsbroytingar av serligum
áhuga, men eisini tað, at vit hava
eitt lítið samfelag, kann nýtast
sum fyridømi fyri avbjóðingar í
størri samfeløgum.
Politiski málsetningurin við
Horizon Europe er, at ES skal halda
fram sum oddalið í altjóða gransk
ing, menning og nýskapan. Skotið
er upp at nýta 100 mia. evrur til
gransking, menning og nýskapan.
Innihald og fíggjarkarmar eru
enn ikki liðugt viðgjørd. Uppskotið,
sum er til viðgerðar, byggir á úrslit
og royndir frá Horizon 2020. Fíggj
arætlanin verður væntandi enda
liga samtykt í 2019.