Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 43
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 43

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 106 15 Ættarbandsskráin - Ónýttir granskingarmøguleikar? Síðani 2006 hava Tjóð­skjala­savnið og Ílegusavnið sam­starvað um sokallaðu Ættar­bandsskránna, sum er eitt ættartræ yvir allar føroyingar, so langt aftur í tíðina sum gjørligt. Nærum 200.000 persónar eru skrásettir í Ættarbandsskránni. EFTIR SÁMAL TRÓND F. JOHANSEN U pplýsingarnar í Ætt­ ar­bandsskránni verða, sam­an við upplýsingum úr ‘Vevnaðarskránni’ og ‘Dia­gnosuskránni’, brúktar sum grunddátur í føroyskari gen­ gransk­ing. Upplýsingarnar í Ættar­bands­ skránni eru í høvuðsheitum grund­ aðar á trý sløg av ‘grund­dáta’: 1) dátugrunnar við inn­tøpp­aðum kirkjubókum og fólka­teljingum, 2) koyringar frá Lands­fólka­ yvirlitinum og 3) dátu­grunn­ar frá ætt­ar­granskarum. Grund­upp­lýs­ ingar verða tó eisini savnað­ar frá t.d. andlátum og minn­ing­arorðum í fjøl­miðl­unum, bæði í Føroyum og uttan­lands. Úr­dráttir úr hesum grund­skrá­um, sum hava við ætt at gera, verða síð­ani lagdir í sjálva Ættar­bands­skránna. Kirkjubøkur størstan týdning Týdningarmesta grundskráin er kirkjubóksgrunnurin. Tá samsvar ikki er millum kirkjubøkur og hinar dátugrunnarnar, verða grund­ upplýsingarnar úr kirkju­bók­um valdar framum, tí hesar skrá­set­ ing­ar verða roknaðar sum mest álítandi. Meira enn 170 kirkjubøkur eru inntøppaðar, við tilsamans meira enn 140.000 skrásetingum. Tað mesta av hesum tilfari er tó ikki rættlisið, og tað er ein ávísur trupulleiki í mun til góðskuna. Ein onnur avbjóðing er, at nógvar skrásetingar úr kirkju­bók­ unum enn vanta at verða inn­tøpp­ aðar. Higartil eru flest dópar (føð­ ing­ar) inntøppaðir. - Okkum vantar at tøppa inn deyða, vígslur og fermingar, tí onk­untíð eru hesar skrásetingar tær einastu, vit hava av fólki. Jú skjótari vit fáa hetta gjørt, jú lættari verður gerandisdagur okk­ara, og samstundis hækkar góðsk­an á bæði grundskráum og Ætt­ar­bands­skránni, sigur Annika Skaal­um, savnsvørður á Ættar­ bands­skránni. Grundskráir til ymiska gransking Tað kann virka løgið fyrst at tøppa í grundskráir og síðani gera úrdráttir úr hesum til Ættarbandsskránna. Í Íslandi valdu tey at tøppa grundupplýsingar beinleiðis inn í ættarskrá teirra, Íslendingabók. So hvørt gjørdust tey tó varug við, at teirra grunddáta einans kundu brúkast til at greina ætt. Seinni, tá tey ynsktu at brúka grund­upp­ lýs­ingarnar til aðra gransking, vórðu tey noydd at tøppa tær inn av nýggjum. Dømi um hetta er, at íslendska Tjóðskjalasavnið sein­ astu 10-15 árini hevur arbeitt við at tøppa inn sínar fólkateljingar í egnar grundskráir, fyri á hendan hátt at gera grundupplýsingarnar tøkar í øðrum granskingarhøpi. - Okkara strategi við at tøppa inn í grundskráir og síð­ani flyta úr­ dráttir yvir í Ættar­bands­skránna, varð grundað á eitt til­vitað val. Øll grunddáta verða her­við klár at brúka til fleiri sløg av gransking, um neyðugt, sigur Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóð­skjala­ savn­inum. Ónýttir møguleikar Víkjandi fígging seinastu ár­ini hevur tó havt við sær, at høvuðs­ denturin hevur verið lagd­ur á viðlíkahald av skipanini og góðsku­ trygg­ing av verandi inni­haldi, heldur enn menning og vøkstur av dátugrunnunum. Greitt er, at nógvir ónýttir møgu­leikar enn liggja í bæði Ættarbandsskránni og í grund­ skrá­unum, sum kunnu koma bæði gransk­ing og almenningi til góðar. Sambært lógini um gransking í mannaílegum kunnu upplýsingar úr Ættarbandsskránni bert brúkast til gengransking. Øðrvísi er við flestu grundskráunum, sum koma undir lóg um skjalasavnsvirksemi. Her ber í prinsippinum til at gera allar upplýsingar eldri enn 80 ár atgongdar fyri almenningi. For­ treytin er tó, at grundskráirnar mugu rættlesast og talgildur pallur menn­ast. Hesir spurningar hava eisini verið viðgjørdir í einum áliti, sum varð latið Heilsumálaráðnum í 2015, har mælt varð til at endur­ skoða møguleikarnar fyri at brúka grund­dáturnar til aðra gransking enn gengransking og at lata føroy­ ing­um sum heild fáa betri innlit í teirra egnu ætt, t.d. við at gera eina Før­oyingabók. - Møguleikarnir eru nógvir, bæði fyri gransking og almenning. Neyð­ ugt er tó, at bæði lógar- og fíggjar­ karm­ar koma í rætt lag, men hetta er upp til politiska viljan, sigur Sámal Tróndur F. Johansen. Sámal Tróndur F. Johansen, stjóri á Tjóðskjalasavninum, og Hanna S. Christiansen, savnshjálpari, granska Ættarbandsskránna. Kirkjubók úr Suðuroyar prestagjaldi 1881.