hósdagur 13. september 2018síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 106
16
Vilja hava
meiri tíð at
fordjúpa
okkum
Stórur tørvur er á meiri gransking,
sum kann geva vitan til varandi
aling. Tað heldur stjórin á Fiskaaling,
Jóhanna Lava Køtlum, sum saman
við starvsfólkunum og nevndini er
við at menna eina nýggja strategi fyri
felagið. Fiskavælferð og umhvørvi
standa ovarlaga á ynskilistanum.
EFTIR DAGMAR JOENSEN-NÆS
T
á granskarar á Fiskaaling
fóru undir at trola eftir
lús, vóru tað ikki nógv í
alivinnuni, sum hildu, at
tað gav nakra meining.
Nú eru lúsatrolingarnar so
áhugaverdar hjá alifeløgunum, at
tey gjalda fyri at fáa fólk frá Fiska
aling at koma at trola eftir lús.
- Lúsatrolingarnar eru eitt
dømi um eina verkætlan, sum
vit sjálvi hava tikið stig til. Vit
hildu, at vit høvdu ov lítla vitan
um smittuleiðina hjá lúsini. Lúsin
ferðast í nakrar dagar í sjónum,
áðrenn hon setur seg á fiskin. Tá
hon er komin á fiskin, fer hon ikki
av aftur, sigur Jóhanna Lava Køtl
um, sum er stjóri á Fiskaaling.
Granskarar á Fiskaaling brúka
eitt lítið net til lúsatrolingina og
greina síðani tað, sum kemur í
netið. Tað hevur givið góð úrslit,
sum vinnan hevur havt gagn av.
- Tað vísir seg, at lúsin savnar seg
ymiskt á firðunum, og trolingarnar
geva eina góða mynd av, hvar lúsin
savnast, og nær hon smittar. Nøkur
alibrúk hava fingið nógv minni
lús, tí tey hava flutt seg eitt sindur
burtur frá støðunum, har lúsin ser
liga er.
- Vinnan dugdi als ikki at
síggja nakra meining við lúsa
trolingunum, tá vit byrjaðu, men
tær endaðu sum ein tænasta, sum
feløgini nú biðja um. Tað er eitt
gott dømi um, at gransking kann
geva úrslit, sum vinnan ikki hevði
væntað, sigur Jóhanna Lava Køtl
um.
Fiskaaling er tann einasti fyri
tøkan í heiminum, sum bjóðar tí
líka tænastu. Granskarar á Fiska
aling hava síðani verið í Noregi og
aðrastaðni og greitt frá lúsatrol
ingunum.
Nýggj strategi
Stórar broytingar eru hendar á
Fiskaaling, síðani Jóhanna Lava
Køtlum tók við sum stjóri fyri
tveimum árum síðani. Felagið er
givið at framleiða rogn, tí tað loysti
seg ikki fíggjarliga.
- Eftir at vit eru givin at fram
leiða rogn, er tann fíggjarligi vág
in burtur, og vit kunnu nú í størri
mun hugsavna okkum um gransk
ingina.
Fiskaaling arbeiðir í løtuni við
at leggja eina nýggja strategi fyri
felagið.
- Nú er tað granskingin, sum
er kjarnin hjá okkum, og út frá
granskingini spretta ymiskar tæn
astur, sum vinnan hevur brúk fyri.
- Vit skulu finna okkara kós av
nýggjum, og vit skulu hava meira
tíð at fordjúpa okkum. Vit skulu
ikki bara vera við í øllum møgu
ligum, men velja tær røttu gransk
ingarverkætlanirnar, sum vit skulu
arbeiða við í nógv ár, sigur Jóhanna
Lava Køtlum.
Nýggja strategiin, sum arbeitt
verður við, fevnir bæði um at
menna verandi og nýggjar ali
vinnur.
- Vit leggja stóran dent á laksa
alingina, sum hevur alstóran
týdning fyri samfelagið, men
samstundis royna vit at finna
aðrar alimøguleikar. Til dømis
eru vit við í vitanarmenningini,
tá royndir verða gjørdar við at ala
tara, rognkelsir og krækling, sigur
Jóhanna Lava Køtlum.
Lúsaplágan
Ein stórur partur av tí gransking,
sum fer fram á Fiskaaling, er
beinleiðis rættaður móti at loysa
trupulleikum í alivinnuni.
Fiskaaling hevur millum annað
lagt nógva orku í at bøta um lúsa
pláguna, sum gevur alarunum
nógv høvuðbrýggj.
Royndir við at sleppa rognkels
um niður í aliringar hava givið
góð úrslit, men tørvur er á meira
gransking fyri at fáa størri nyttu
av rognkelsunum.
- Rognkelsini eta bert lús, um
tey hava tað gott. Granskarar hjá
okkum hava gjørt trivnaðarkann
ingar av rognkelsum, sum millum
annað vísa, at tey skulu hava okk
urt annað gott at eta fyrst, um tey
skulu taka lýsnar.
- Rognkelsini trívast eisini betur,
um øll fáa at eta í senn, so tey ikki
skulu brúka orku til at kappast um
fóðrið, sigur Jóhanna Lava Køtlum.
Kanningar av rognkelsum hjá
Fiskaaling hava verið til stóra
nyttu hjá alivinnuni og hava vakt
ans úti í heimi.
Fiskaaling fæst eisini við at telja
lús fyri alararnar og skipar eina
ferð um mánaðin fyri lúsafundum,
har umboð fyri øll alifeløgini og
djóralæknarnir eru við. Har verða
lúsateljingarnar gjøgnumgingnar,
og nýggj granskingarúrslit um lús
verða løgd fram.
- Tað er eingin ivi um, at okkara
arbeiðið hevur stóran týdning fyri,
at lúsaplágan í alivinnuni ikki er
størri, enn hon er, sigur Jóhanna
Lava Køtlum.
Fiskavælferð og umhvørvi
Laksaaling á landi er í stórari
menning, tí vandin fyri sjúku er
minni, um smoltini eru størri, tá tey
fara á sjógv. Vatnið í kørunum verð
ur endurnýtt og skal reinsast væl.
Fiskaaling granskar millum annað
í sambandinum millum virksemið
NAVN: Jóhanna Lava Køtlum
ALDUR: 50 ár
ÚTBÚGVING: Master í
lívfrøði frá Aarhus universiteti
og Master í umhvørvismeting
frá Aalborg universiteti
STARV: Stjóri á Fiskaaling
Fiskaaling leggur nýggja strategi fyri gransking:
Jóhanna Lava Køtlum hevur verið stjóri á Fiskaaling í tvey ár.