Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-13, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. september 2018síða 45

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018 SOSIALURIN 106 17 hjá bakterium í biofiltrunum og vatngóðskuna. Fiskavælferð og umhvørvi eru granskingarøkir, ið fáa alsamt størri týdning. - Fyrr var tað ofta tann um­ hvørvisligi parturin av gransk­ing­ ini, sum ikki hevði so stóra und­ ir­tøku í vinnuni. Men nú er ein hug­burðsbroyting hend, og opin­ leikin um hesi viðurskifti er blivin størri. Kundar seta spurnartekin við ymiskt, og vinnan skilir, at tað er ógvuliga týdningarmikið at hava eitt gott umhvørvi. Alifeløgini hava gjørt botn­ kann­ingar síðani 1998 eftir kravi frá Umhvørvisstovuni, sum eru blivnar brúktar til at kanna árin av dálking frá vinnuni. Fiska­al­ing hevur júst fingið játtan úr Gransk­ ing­argrunninum til at hyggja at øll­um botnkanningunum og kort­ leggja føroysk botndjóra­sam­feløg. - Hesar kanningar hava givið eina ørgrynnu av data, sum ikki rætti­liga er blivið greinað nóg væl. Vinn­an hevur stóran áhuga fyri, at hetta verður gjørt, sigur Jóhanna Lava Køtlum. Granskað verður eisini í átøkum, sum skulu bøta um trivnaðin hjá fisk­inum. - Vit arbeiða við at menna nýggj­ ar hættir at kanna strongd hjá fiski við at taka roynd av slipuni í staðin fyri blóðroyndir. Tað ger tað lættari at kanna, um fiskurin er strongdur, tá hann til dømis skal avlúsast. Er hann tað, tolir hann verri at verða hand­farin, og so er betur at bíða við av­lúsingini, sigur Jóhanna Lava Køtlum. Føroyar er helst tað landið, sum alir laks á mest harðbalnum økjum. Fiska­aling hevur í fleiri ár gjørt mát­ingar av millum annað streymi og aldu á harðbalnum økjum. -Vit fara at halda fram at rað­ festa hesar kanningar og víðka tær til eisini at fevna um, hvussu laks­ur trívist á økjum við hørðum streymi og stórari aldu, sigur Jóhanna Lava Køtlum. Nýggir alimøguleikar Umframt at menna laksaalingina granskar Fiskaaling eisini í nýggj­ um alimøguleikum. - Stórir møguleikar eru í at ala tara, tí tari vaksur skjótt og hevur nógv góð føðsluevni. Eisini eru góð­ ir møguleikar í at ala rognkelsir, sum eta laksalús. - Tað besta hevði verið, um vit kundu havt eina samskipaða aling á firðunum, sum bæði fevnir um laks, krækling og tara. Laksur letur frá sær lívrunnin evnir, kræklingur sílar tað lívrunna og letur frá sær ólív­runnin evnir, og tari tekur upp tey ólívrunnu evnini. Við at sam­ skipa alingina, kundu vit fingið eina nógv betri gagnnýtslu av øll­ um, sigur Jóhanna Lava Køtlum. Fiskaaling hevur fyrr gjørt roynd­ir við at ala tosk og kalva, men í løtuni eru ongar ætlanir um at fara undir tað aftur. - Vit vilja samstarva við øll, sum vilja royna at ala nýggj fiskasløg, men vit kunnu ikki reka alistøð, tí tað er ov kostnaðarmikið, sigur hon. Óheftur vitanarpallur Fiskaaling arbeiðir tætt saman við alivinnuni, men er samstundis eitt óheft alment partafelag, sum sjálvt ger av, hvørjar gransk­ing­ar­ upp­gávur skulu raðfestast. - Tað hevur stóran týdning, at vinnan tekur undir við okkara strategi. Men tað hevur eisini sera stóran týdning, at tað ikki ber til at seta spurnartekin við okkara gransk­ingarúrslit, og at vit tora at koma fram við vitan, sum kanska ikki hóvar vinnuni so væl. - Vindarnir blása øðiliga skjótt í vinnuni, og vit skulu sjálvandi hjálpa vinnuni við at loysa átroðk­ andi trupulleikar. Men vit kunnu ikki bara renna út eftir øllum tan­gent­unum, ið vinnan vil hava. Okk­ara mál er at gerast ein týðandi óheft­ur vitanarpallur í føroysku aling­ini, og vit skulu eisini arbeiða við evnum, sum vinnan ikki heldur vera so áhugaverd, sigur Jóhanna Lava Køtlum. Fíggjarstøðan er avgerandi fyri, hvussu nógva orku Fiskaaling kann leggja í langtíðargransking. Fiskaaling fær 9,5 miljónir á fíggj­arlógini, sum eru oyramerktar til gransking, menning og ráð­gev­ ing. Harumframt fær Fiskaaling fígg­ing frá føroyskum og útlendsk­ um granskingargrunnum og vinnu­fyritøkum og inntøkur frá vinn­uni fyri tænastur. Tænastur, ið Fiskaaling veitir, eru millum annað streymmátingar, kanningar av rognkelsum, lúsa­telj­ ing­ar, lúsatrolingar, kanningar av bio­filtr­um, kanningar av strongd hjá fiski bæði á landi og sjógvi og bakteriu­kanningar. - Tænasturnar eru ætlaðar at geva vinnuni kunnleika og møgu­ leik­ar at skipa virksemið enn betri. Men øll úrslit frá tænastunum verða eisini innsavnaði og nýtt víðari í granskingar- og menn­ing­ ar­virkseminum hjá Fiskaaling. Sam­spælið millum gransking og tæn­astur er grundarlag undir áhald­andi menning av nýggjari og betri vitan. - Uttan tað tætta samstarvið við vinnuna hevði tað verið ógvuliga trupult hjá okkum at granska. Men tað er tað fíggjarliga, sum er av­ger­andi fyri, hvussu nógv vit kunnu granska, sigur Jóhanna Lava Køtlum. FISKAALING – EITT ALMENT PARTAFELAG P/F Fiskaaling er einasta felag av sínum slagi í Føroyum, sum burturav arbeiðir við gransking og menning innan alivinnuna. Samstundis veitir felagið alivinnuni ymiskar tænastur. P/F Fiskaaling varð stovnað í 1970. Føroya Landsstýri eigur nú allan partapeningin. Nevndin í P/F Fiskaaling verður vald av landstýrismanninum í vinnumálum og av starvsfólkunum. Millum 25 og 30 fólk starvast á Fiskaaling. Helvtin av teimum arbeiða við gransking, harav trý ph.d. lesandi, ið fáast við gransking burturav. Granskingin á Fiskaaling hevur til endamáls at geva úrslit, ið kunnu brúkast í eini burðardyggari menning av verandi alivinnu, og at menna nýggjar vinnugreinar innan aling. Rognkelsi eta bert lús, um tey trívast væl. (mynd: Dimmalætting) Øll rannsóknartól hjá Fiskaaling eru savnaði á iNOVA .