hósdagur 13. september 2018síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. SEPTEMBER 2018
SOSIALURIN 106
18
Navn, bústaður og aldur
Óluva Reginsdóttir Eidesgaard, Norðskáli, 39
ár.
Starv
Jarðfrøðingur á Jarðfeingi síðani desember
2011 og ph.d.-lesandi á sama staði síðani
august 2017, innskrivað á Københavns
Universitet.
Útbúgving
Bachelor í jarðfrøði í 2007 og master í
jarðfrøði í 2009 frá Lunds Universitet í Svøríki.
Aktuell gransking
Mín ph.d.-verkætlan ber heiti Kanningar og
nýtsla av boriholsmátingum í føroyskum
basalti. Hetta merkir í høvuðsheitum,
at eg kanni, hvat tær ymsu elektronisku
mátingarnar, sum verða gjørdar í boriholum,
tá borað verður eftir antin olju ella vatni,
kunnu siga okkum um undirgrundina.
Hetta eru tól, sum vanliga verða brúkt í
oljuleitingarhøpi, ið ofta eru onnur jarðfrøðilig
umhvørvi enn føroyska basaltið. Tað, sum
tí er serliga áhugavert við granskingini, er
at kanna, hvat hesar mátingar kunnu siga
okkum um okkara nærumhvørvi, tí á tann
hátt kunnu vit betur gagnnýta undirgrundina
á skynsaman hátt við atliti til millum annað
grundvatn, geothermala orku, olju ella gass.
Hví ert tú blivin granskari
Frá tí eg var heilt lítil, havi eg havt ein serligan
áhuga fyri náttúruni. So við og við fann eg
útav, hvat eg fegin vildi arbeiða við. Orsøkin
til, at tað gjørdist jarðfrøði, var tí, at eg
onkursvegna hevði hug at byrja við byrjanini -
tí elsta. Gransking hevur eisini altíð havt mín
áhuga, serliga við tí í huga at sleppa at vera
við til at menna samfelagið, men eisini hetta
at sleppa at fordjúpa meg í eitt ávíst evni.
Frítíðarítriv
Umframt at vera granskari, so eri eg eisini
mamma at fýra børnum, trimum dreingjum,
sum eru 12, 10 og 7 ár, og einari gentu, sum
er 4 ár, so tann allarstørsti parturin av mínari
frítíð fer saman við familjuni. Børnini gera
øll onkran ítrótt, so nógv vikuskifti verða
brúkt á onkrum vølli, í onkrari høll ella á
Tórsbreyt. Eisini dámar mær sera væl at taka
náttúrumyndir, so vit fara eisini ofta ein túr úr
í náttúruna við tí fyri eyga.
Navn, bústaður og aldur
Poula Patursson, Tórshavn, 40 ár
Starv
Ph.d. lesandi á skurðdeildini á
Landssjúkrahúsinum síðan oktober 2017
Útbúgving
Kandidat í klinisk ernæring á Københavns
Universitet í 2009. Kliniskur dietistur á Suhrs
Seminarium í 2005.
Aktuell gransking
Ph.d.-verkætlanin er ein randomiserað
klinisk interventiónskanning (RCT) av
skurðsjúklingum við føðslutroti. Vit kanna,
um 8 vikur við 2 proteindrykkum um dagin
og venjing 2-3 ferðir um vikuna kunnu ávirka
vøddar og vekt hjá sjúklingum, aftaná teir
eru útskrivaðir av sjúkrahúsinum. Ringur
matarlystur og føðslutrot er sera útbreitt
millum skurðsjúklingar, og áleið 70% lætna
enn meira aftaná tey eru komin heim. Tað
hevur við sær, at tey fáa fleiri komplikasjónir
og oftari verða innløgd aftur. Kanningin
eitur MaSu verkætlanin, sum stendur fyri
Malnutrition in Surgical patients in the Faroe
Islands.
Hví ert tú blivin granskari
Sum barn var eg ofta við mammu míni til
arbeiðis á Landssjúkrahúsinum, har hon
arbeiddi sum dietistur, so longu sum barn
bleiv eg áhugað í mati, og hvat rættur matur
til ymiskar sjúkur kann gera við kroppin. Síðan
eg var heilt ung, havi eg droymt at sleppa at
granska. Mær dámar væl at nørdast og fara
í smálutir, og eg brenni fyri at gera mun. Tað
at sleppa at taka eina p.d. er ein gáva, tí eg
sjálv havi sett kanningina saman og sleppi
at kanna nakað, sum eg haldi er ordiliga
týdningarmikið og ikki minst áhugavert.
Frítíðarítriv
Í frítíðini dámar mær væl at tekna, taka
myndir og at ferðast. Eg eri eisini aktiv í
nevndararbeiði og gangi uppí rættindini hjá
minnilutum og børnum. Familjan fyllir tað
mesta av frítíðini, tí eg havi 3 børn, mann og
hund.
Navn, bústaður og aldur
Ragnheiður Bogadóttir, Tórshavn, 39
Starv
Adjunktur á Søgu- og samfelagsdeildini á
Setrinum síðan 2017
Útbúgving
Bachelor í socialantropologi, Master og ph.d. í
humanvistfrøði, Lunds universitet, Svøríki.
Aktuell gransking
Tað er sambandið millum menniskja,
samfelag og náttúru, sum í breiðasta týdningi
hevur mín áhuga, og humanvistfrøði snýr
seg í stuttum um at kanna hetta samband
í mun til hvussu vit menniskju kunnu skapa
og loysa umhvørvistrupulleikar. Sostatt er
humanvistfrøðiliga granskingarøkið víðfevnt
og tvørvísindaligt, og mín gransking fevnir
um granskingarøki sum politiska økologi,
umhvørvissøgu, økonomiska antropologi og
økologiska økonomi. Samanumtikið fáist eg
við tað, sum rópast “burðardygg vælferð”, tí í
dag er okkara vælferð í ov stóran mun tengd
at og treytað av ikki-burðardyggari orku- og
tilfarsnýtslu, ið sum kunnugt hevur ógvuliga
álvarsligar umhvørvistrupulleikar við sær -
veðurlagsbroytingar, minkandi lívfrøðiligt
margfeldi, matvørutrot o.s.fr.
Seinastu tvey árini havi eg arbeitt við eini
størri ES granskingarverkætlan, sum snýr
seg um vitanarskapan í mun til stýring av
náttúrutilfeingi í Arktis og Útnorði, kallað
BUSK. Í Føroyum hyggja vit at mentanarliga
og búskaparliga týdninginum av verandi
lendisnýtslu og nýta millum annað GIS
tøkni til at savna og skráseta sokallaðar
vistfrøðiskipanartænastur (ecosystem
services). Endamálið við verkætlanini
er at menna amboð ið kunnu breiðka
vitanargrundarlagið undir avgerðum,
ið viðvíkja burðardyggari búskapar- og
samfelagsmenning í útjaðaraøkjum.
Hví ert tú blivin granskari
Ein blandingur av tilvildum og lívsumstøðum
hugsi eg.
VÍSINDAVØKU GRANSKARA VOX POP