Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. mars 2018 · Nr. 107 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 10 Plattur nummar 200.000 í lastina TÍÐINDI SÍÐA 10 Taka líra í Skúvoy Nógv verður skrivað og sagt, nú 10 ár eru síðani fíggjarkreppuna. Ilt kann vera júst at dagfesta, nær fíggj­ar­ kreppan byrjaði, men húsa­gang­ur­in hjá amerikanska bank­a­num Lehman Brothers Holdings Inc. 15. septmber í 2008 er ímyndin av mark­leysa ør­ skapinum har kapi­tal­ism­an fekk fríar ræsur. Hesin amerikanski bankin hevði yv­ir 26.000 starvsfólk aktiv fyri yv­ir 4.400 milliardir krónur, tá hann fór av knóranum. Tað er væl kent, at politiska vald­ ið og fíggjarliga vald­ið mangan ganga hond í hond. Tey, sum sita á peng­u­ num, ráðgeva pol­i­tik­arum, hvussu teir skulu lóg­geva – og so­leið­is verða hol – kanska við vilja – við vilja lóg­ giv­in soleiðis, at kap­i­tal­urin kann hó­reiggj­að sær nøk­u­lunda sum hann vil. Hetta eru hol, sum fyri vanlig fólk eru púra ó­kend, óviðkomandi og óskiljandi. Í Føroyum hava vit sæð, hvussu hol verða gjørd í eitt nú kap­i­tal­ vinn­ings­skatt­a­lógini soleiðis, at á­v­ ís­ir persónar kunnu fáa ó­skatt­að­ar pengar úr feløgum. Tá slíkir »feil­ir« verða uppdagaðir, so tekur tað langa tíð og er mangan trupult at fáa rættað aftur, tí tað er synd »at taka vunnin rættindi aftur«. Onnur dømi eru meira banal. Taka ætlanina hjá undanfarna lands­ stýrið við flatskattinum, so var enda­ málið púra greitt. Tey við teim­um hægru lønunum skuldu hava ein munandi skattalætta. Og tað fingu tey. Hugburðurin var sum hjá Trump, at fær tann ríki meira, drypp­ar á tann fátæka. Hampuligar stjóra­løn­ir fingu skattalætta upp á 5.000 kr og meira enn tað um mán­að­in. Tað hjálpti væl hjá nógvum, sum høvdu framm­an­ undan. Og fíggingin varð fingin til vega við at for­skatta pensjónina. Smart og snilt. Nú kundi ein skatta­lætti til hægru inntøkurnar fíggj­ast við, at øll rinda skatt av pen­sjón­ini við inn­gjaldi heldur enn við út­gjaldi. Øði spann í andstøðuna. Hetta var stuld­ur á aljósum degi. Tað var tað kanska. Men tað var kanska ikki so galið kortini. Nú hev­ ur and­støð­an sitið við valdið í meira enn trý ár, og tey hava einki, púrt einki gjørt fyri at broyta hesa »ó­rætt­ vísu« skatta­skip­an aft­a­n. Ikki eitt kis hoyrist um, at flat­skatt­ur­in skal avtakast aftur. Ikki eitt kis um at pen­ sjón­in aft­ur skal skatt­ast við út­gjaldi. – Tað ber ikki til at broyta hetta aft­ur, sigur onkur. Og nakað av sann­ leika er í tí. Men fløvin av flat­skatta­ læt­t­a­num kennist væl í allari pol­it­ isku skipa­nini. Øll løgtingsfólk, øll lands­stýr­is­fólk, allir aðalstjórar og mong onnur kenna hitan av skatta­ lætt­anum frá Jørgen Niclasen. Man tað ikki vera orsøkin til, at hann ikki verður broytt­ur? Tí har vilji er, har ber alt til! HAR VILJI ER BER ALT TIL – nú er lítið eft­ ir enn tað ak­ a­dem­iska Meðan heilsufrøðingar, og onn­ur við innliti í støðuna før­oyska familjan livir undir, rópa varskó og bøna ráðandi pol­it­ik­arar um at vakna, so kem­ur Javnaðarflokkurin í gjár við einum tíðindaskrivi, har tey, í­staðin fyri uppskot um her og nú átøk at hjálpa teim­um, sum »mangla tak yv­ir høvd­i«, heita á lands­ stýr­ið um: »at kalla grinda­for­menn­ inar saman í stundini«, og at »bíða við at halda spring­ar­ um til« . Tað er ikki tí, at heilsu­ frøð­ing­ar­nir eru ógreiðir, tvørt­ur­ímóti. Tær skriva um hend­an trupulleikan, sum tær siga: »skríggjar til Himmals, men tey eru fá, sum hoyra skrígg­ið« Víðari skriva tær, at: »alarmerandi nógvar fam­ ilj­ur heilt einfalt mangla tak yv­ir høvdið, og tann støðan versn­ar í hvørjum«. »Tær vitja dagliga hús­vill­ ar familjur«. »Tað er størsti sos­ i­ali trup­ul­leik­in í løt­ uni«. » Fa m i l j u r n a r flyta í øgi­lig­a ringar – og dýrar íbúðir«. Vánaligu í­búð­ir­ nar gera, at: »tú fært børn, sum ger­ast sjúk... og sum ikki fáa hug­ savna seg um bara at vera børn ella um tað at læra«. »børnini vita ikki um tey fáa eitt kam­ar« »tey kunnu ikki bjóða vin­fólk­um heim við, plássið er ikki til tað« »tey vita ikki um tey skulu sova und­ir trappuni ella úti í gongini« Men javnaðurin ynskir fund um springaradráp »í stund­ini«! Jenis av Rana, formaður Miðfloksins Nei javnaðurin, javnaðurin... Flatskattalættin hjá Jørgen fløvar eisini samgonguna væl Í sambandi við nýggju út­ gávu­na “I Want to be Kind” fer Tei­t­ur Lassen at hava kon­sert­ir kring landið í ok­ tob­er og november mánaði. Seinastu árini hevur Tei­ tur mest verið at hoyrt á G! Fest­i­valinum og í Spania­ stovu her heima, og 11 ár eru far­in, síðan Teitur var á kon­sert­ferð í samband við før­oysku útgávuna “Káta horn­ið”. Nú fer Teitur at hava átta kon­sertir kring landið. Tann fyrsta verður í Blábarr í Havn tann 4. oktober, og síð­ani spælir Teitur i Maggie’s í Nóls­oy, í Tøting í Syðrugøtu, í Mik­ k­eller í Havn, í Bygd­ar­hús­i­ num í Kunoy og í List­a­stov­ uni í Miðvági. Síðani hevur Teitur nakr­ar konsertir í Danmark, áðr­enn hann rundar før­ oysku konsertferðina av við fram­førsl­um í Salt á Drelnesi tann 9. nov­em­ber og í Løkshøll í Runa­vík tann 10. november. Í løtuni er Teitur á kon­ sertferð í USA. Teitur fer á ferð í Føroyum Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin KJAK Mikudagur 12. september 2018 Nr. 105 92. árg. kr. 20,00 í leysasølu Keyp Fraktfrítt á balslev.fo 21 2. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 4. mars 2018 · Nr. 31 STARVSMARKNAÐUR STØRV Ófulltikin dekkari til Vørn P/F VØRN X 19.03.18 Fulltiknir dekkarar til Vørn P/F VØRN X 20 03 H Seinasta freist Heilsuskúli Føroya søkir eftir fysioterapeuti ella ergoterapeuti Leys størv á Landssjúkrahúsinum Vaskaríatstøðari til Vaskaríið Umsóknarfreist 21 mars. 2018 Starvsmarknaður í Sosialinum 21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 14. mars 2018 · Nr. 31 STARVSMARKNAÐUR STØRV Ófulltikin dekkari til Vørn P/F VØRN X 19.03.18 Fulltiknir dekkarar til Vørn X 20.03.18 Seinasta freist »Vinnarar reisa seg« s22-23 Yvirlitstrolingar: Fult av hýsu í øllum støddum s6 Almannaverkið: Ilt við at fáa barnapengar frá pápum s4 HEILSUFRØÐING RÓPA VARSKÓ: HIMMAL RÓP­ ANDI NÓGVAR HÚS VILLAR FAMILJUR – Tað eru alarmerandi nógvar familjur, sum mangla tak yvir høvdið, og tann støðan versnar í hvørjum, siga heilsufrøðingar, sum rópa varskó s8-9 Forsíðan á Sosialinum mikudagin, har heilsusystrar rópa varskó um íbúðarneyðina í Føroyum, fær Jenis av Rana at finnast at Javnaðarflokkinum fyri at taka springararar fram um húsvillar føroyingar