mánadagur 17. september 2018síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107
Bogi Andreasen er væl nøgdur við ársins útgávu av Slaktinum, men
sigur, at ætlanin er at tiltakið skal vera uppaftur størri næsta ár.
Danjal av Rana
Heilt fitt av fólki leitaði sær oman í
Tórsgøtu og Vágsbotn í Havn leyg
ardagin til árliga tiltakið Slaktið.
Endamálið við tiltakinum er at
varpa ljós á føroyskan landbúnað
og kjøtframleiðslu og Bogi Andrea
sen, sum er ein av fyriskiparunum,
er væl nøgdur við tiltakið.
- Tað eydnaðist sera væl aftur
í ár. Vitjanartalið var uppaftur
hægri í ár enn í fjør, og tað gleðast
vit sjálvandi um. Vit halda eisini, at
tiltakið sum heild eydnaðist heilt
væl, sigur hann.
Í ár var størri dentur lagdur á
mat enn í fjør og fleiri veitarar utt
anífrá bjóðaðu sínar vørur fram,
so sum Ruben Busk við sínum
ræstkjøtaburgara, Simmer Dim
hjá Smyril Line og Veltan av Sand
oynni.
- Hetta gjørdi, at tað var nokk av
mati til øll, umframt at útboðið var
fjølbroytt. Nógv fólk fingu eisini
høvi at síggja og smakka góðu vør
urnar hjá Veltuni, sum eisini fekk
sera góð skoðsmál av teimum vitj
andi. Tað er jú ótrúligt, at tað skal
bera til at fáa alt hetta at veksa í
Føroyum, sigur hann.
Í fjør fingu fyriskipararnir
nakað av atfinningum um fletting
ina av seyði, sum eisini er partur av
tiltakinum.
- Fólk vístu á, at tað var óheppið,
at seyðurin stóð millum fólk so
leingi og tað sá kanska heldur
harðligt út, tá menn tóku seyðin og
leiddu hann til at blíva stungin. Í
ár valdu vit tí at halda seyðin, sum
skuldi flettast, burtur frá fólkinum,
líka inntil hann bleiv leiddur inn
at flettast. Vit fluttu eisini slátur
staðið oman í Vágsbotn fyri at fáa
størri frástøðu millum matin og
flettingina og fyri at gera umstøð
urnar betri, bæði hjá teimum sum
flettu og teimum, sum hugdu at,
sigur Bogi Andreasen.
Eingin ivi er um, at Slaktið er
komið fyri at vera og næsta ár hev
ur Bogi Andreasen vónir um at fáa
enn fleiri veitarar við.
- Vit vita jú, at tað er ein ør
grynna av smáframleiðslu av øllum
møguligum føroyskum ymsa staðni
í Føroyum. Eg havi verið á matfesti
vali í Danmark, har føroyskir fram
leiðarar, sum eg ikki visti av framm
anundan, bjóðaðu fram. Vónandi
kunnu vit fáa nógv teirra at luttaka
á Slaktinum næsta ár og geva eina
enn fjølbroyttari mynd av, hvat
føroyskur landbúnaður hevur at
bjóða, sigur Bogi Andreasen.
SLAKTIÐ
SLAKTIÐ
VERÐUR
ENN
STØRRI
NÆSTA ÁR