Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Vit skulu halda fram Hanna Jensen, Framsókn: Ja Jacob Vestgergaard: Nei Joen Magnus Rasmussen: Nei Bill Justinussen Bjarni Hammer: Nei Ruth Vang: Ja Jógvan á Lakjuni: Nei Jørgin Niclasen Nei Kristin Micelsen: Nei Jónleif Johannesen: Ja Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir: Nei Jákup Mikkelsen: Ja Helena Dam á Neystabø: Nei Heðin Mortensen: Nei Kristianna Winther Poulsen: Ja Hóast harðar atfinningar, er framvegis meiri­luti í Løgting­ inum fyri at vit skulu halda fram at drepa springara. Tað vísir eitt spurnarumfar, Sosialurin hevur gjørt nú um vikuskiftið, og har vit hava spurt hvønn einstakan tinglim, hvat tey halda. Spurnarumfarið vísir, at av teimum 33 ting­limunum, eru tað í hvussu so er 18 ting­limir, sum halda, at vit skulu halda fram at drepa springara. Hinvegin halda 11 tinglimir, at vit skulu gevast, tó at onkrir halda, at vit eiga í hvussu so er at taka ein steðg, til vit hava fingið greiði á, um veiðan er burðardygg og til vit hava fingið springaradrápið betri skipað. Tríggir tinglimir hava ikki tikið støðu, av teimum eru tvey tjóðveldisfólk og Sonju Jógvansdóttir fingu vit ikki fatur á. Spurnarumfarið vísir eisini, at í flestu flokkum eru tinglimir ójavnir á máli um spurn­ingin, men í Framsókn eru báðar ting­kvinn­urnar fyri at vit skulu halda uppat at drepa springara, tó at onnur tingkvinnan kann eisini sannførast um tað øvugta. Nógvir løgtingslimir eru av teirri áskoð­an, at vit mugu undir ongum umstøðum frá­siga okkum rættin til at gagnnýta okkara nátt­úru­tilfeingi. Og hjá nógvum tinglomum er hugburðurin eisini tann, at vit mugu ikki undir nøkrum umstøðum slaka fyri trýsti frá um­ hvørvisfelagsskapum, tí slaka vit fyrst í sambandi við springara, verður tað sum at rætta einum ávísum lítlafingur.