Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-09-17, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. september 2018síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Hanna Jensen, Framsókn: Eg havi sjáldan skammast so illa Ja. –  Eg haldi, at vit skulu gevast at drepa springara. Springari hevur altíð verið í eini øðrvísi støðu enn grindin hevur verið. Eg eri ikki uppvaksin við, at vit drepa springara og tað haldi eg heldur ikki at vit skulu gera. Eitt er, at nakrir springarar eru upp í eini grind, men at drepa ein stóran bólk av springarum, hoyrir ongastaðni heima, soleiðis, sum tað varð gjørt í Hvalvík hendan dagin. Í sambandi við springara, skulu vit ikki rópa okkum upp á okk­ara rætt at veiða av okkara náttúru­ tilfeingi. Tað gera vit í sambandi við grindadráp, har vit hava vissu fyri, at veiðan er burðardygg og har veiðan er væl skipað. Í sambandi við springara hava vit heldur ikki vissu fyri, at veiðan er burðadygg. – Hendan dagin, springarar vórðu hildnir til í Hvalvík, var eg við einum bólki av ferðafólkum og tey vildu sleppa at síggja drápið. Og eg má siga, at tað er sjáldan, at eg havi skammast so illa av at vera føroyingur. Vit hava ikki vissu fyri, at veiðan er burðardygg og tí er tað ómetaliga provkerandi at drepa springara. Ferðafólkini vóru forvitin og spurdi, men eg fekk ikki rættiliga svara teimum, tí vit hava ikki somu vita um springara, sum vit hava um grind. Tí eiga vit at gevast at drepa springara, i hvussu so er til vit hava fulla vissu fyri, at stovnurin tolir eina veiðu. Kunnu vit prógva tað, og verður veiðan væl skipað, kann spurningurin takast upp aftur. Ruth Vang: Tað skaðar okkara umdømi Ja. Eg havi ikki so avgjørdar meining um at drepa grindara. Í løtuni helli eg til, at vit skulu gevast at drepa springara, tí eg haldi, at tað er óneyðugt tí at vit hava nokk av tvøsti av grind. Men haldi eg, at grundgevingarnar eru góðar, kann eg eisini sannførast um tað øvugta. Sum er, haldi eg, at tað skaðar okkara umdømið uttanlands, og tá ið føroyingar eisini eru ójavnir á máli um hetta, setur tað okkum í eina veika støðu. Men undir øllum umstøðum haldi eg, at vit eiga at fáa eitt kjak um tað í Føroyum, og verður eitt uppskot lagt fyri Løgtingið nú um at banna springaraveiði, er tað mest sannlíkt, at eg hevði atkvøtt fyri tí. Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir: Tað skal vera skil í Nei. Eg haldi ikki at tað skal vera bannað at drepa springara, og verður eitt slíkt uppskot lagt fyri Løgtingið, hevði eg ikki tikið undir við tí. Grundreglan er, at vit hava rætt til at gagnnýta ta náttúrutilfeingi vit hava, men fortreytin er, at veiðan er burðardygg, og at veiðan er væl skipað. Tey fólk, við innliti í málið, siga, at tað er einki, sum bendir á, at veiðan er burðardygg og tað eru somu krøv til tey, sum drepa spring­ara, sum tað er til tey, sum drepa grind. Í springaradrápinum í Hval­vík, er eitt filmsbrot, sum vísir ein mann, sum ikki fær lívið av einum springara, men eg haldi, at tað hevði sømt seg betur at hjálpt honum, heldur enn taka hann upp á film. Jacob Vestgergaard: Vit kunnu ikki halda okkum sjálvi fyri spott Nei. Vit í Løgtinginum kann ikki gera gjøldur burtur okkum sjálvum. Vit hava nýliga gjørt eina nýggja grindalóg, og har varð tað einmælt samtykt at vit eisini skulu veiða springara, og at hann skal koma undir somu skipan sum grinda­ drápið. Lógin hevur enntá verið løgd fyri Løgtingið í tveimum umførum og talan hevur ongantíð verið um at taka springarar úr lóg­ ini. Tvørtur ímóti vildi løgtings­limir hava springarar við í lógina fyri at skipað drápið og býtið betur, og tí er tað við í grindalógini og kemur undir somu reglur sum grind. Sostatt hevur Løgtingið stutt síðani viðgjørt málið væl og virði­ liga og eg vænti, at Løgtingið hevur somu støðu enn. Eg síggi onga orsøk yvirhøvur til at broyta tað, og verður uppskot lagt fyri Løgtingið um at taka springara burtur úr aftur lógini, er tað at halda okkum sjálvan fyri spott, so tað hevði eg ikki atkvøtt fyri. Vit skulu ikki lata okkum kúga fyri tað um fólk øsa seg, tí fólk øsa seg um alt møguligt. Summi øsa seg eisini um, at ein neyt verða dripin í Tórsgøtu í Havn, men fyri tað leggur eingin uppskot fyri Løgtingið um at banna fólki at drepa neyt. Jógvan á Lakjuni: Tað er ein vandi við at slaka Nei. Eg haldi ikki at vit eiga at slaka fyri tí um vit koma undir trýst frá umhvørvisfelagsskapum og tí eiga vit heldur ikki at gevast at drepa springara av hesi orsøk. Vandin er eisini, at slaka vit í hesum føri við springaranum, er vandi fyri, at grindadrápið kemur undir enn størri trýst. Hinvegin eiga vit at kjakast um spurningin og vit eiga eisini at tryggja okkum, at alt fer siðiliga fram. Vit hava altíð mett hval, sum eina Guds gávu og vit eiga at halda fast um eina siðvenju, sum hesa, tí vit kenna ikki framtíðina, og tað kann koma tann tíð, tá ið vit av álvara fáa brúk fyri at drepa grind. Eg stúri ikki fyri hóttanum um at vit verða boykottað, tí tað er ein hóttan, vit hava liva undir í ein mansaldur. Jákup Mikkelsen: Vit skulu taka ein steðg Ja. Vit eiga avgjørt at halda fast um okkara rætt at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi. Men vit eiga at tryggja okkum, at drápið er væl skipað, so at vit ikki koma í slíka støðu aftur sum vit komu í, tá ið springarar vórðu hildnir til í Hval­ vík nú um dagarnar. Myndir haðani fóru heimin runt, ikki minst eitt filmsbrot, har tað tók fleiri minuttir at fáa lívið av einum springara. Og til vit hava fingið alt í eina fasta legu, hevði tað verið hóskandi at steðga á, og ikki dripið springara. Vit eiga at ásanna, at tað hevur ógvuliga sterka ávirkan á summi fólk, at síggja springarar, ella annan hval, avlívaðar. Men vit skulu avgjørt tvíhalda um okkara rætt at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi og vandin er, at slaka vit fyrst Joen Magnus Rasmussen: Ongin grund at banna veiði eftir springara Nei. Eg hevði ikki atkvøtt fyri einum uppskoti um at veiða springara. Men fortreytin fyri at veiða dýr, er, at drápið er skynsamt og at veiðan er burðadygg. Í dag er full vissa ikki fyri, at veiðan eftir springara er burðardygg, men tað er heldur eingin grund til at banna veiðu, til vit hava fingið greiði á tí. Veiðan er nevniliga ógvuliga avmarkað og tilvildarlig, tí viðhvørt verða springarar hildnir til og aðrar tíðir lata vit teir fara og er haldi, at tað er ein skipan, sum kann halda fram Jørgin Niclasen Tá stendur deyðin í durinum Nei Nei, vit skulu ikki gevast at drepa springara. Náttúrutilfeingi er lívs­ grund­arlag okkara og vit mugu ikki undir nøkrum umstøðu slaka fyri trýsti uttaneftir og frásiga okkum rættin at gagnnýta okkara náttúru­ tilfeingi. Springaradrápið í Hvalvík hend­ an dagin, gekk ikki eftir vild og tað er týðiligt, at mønustingarnarnir rigga ikki til springarar. Men tískil eigur Landsstýrið alt fyri eitt at skipa fyri, at vit fáa mønustingarar til springarar, so er tann trupul­ leikin burtur. Men tann dagin, vit hokna undir trýsti frá umhvørvisfelagsskapum á hesum øki, er deyðin í durinum. Hokna vit í sambandi við spring­ arar, fara umhvørvis­felags­skapir at taka tað sum ein sigur, og so gongur ikki long tíð, so stendur grindin fyri tørni. Og eftir tað verður tað kanska toskurin, tí tað eru eisini, sum halda, at tað er synd fyri fiskin at fiska hann. Eg trúgvi rætt og slætt ikki upp á vandan fyri at fiskakeyparar fara at boykotta okkum, tí hetta er ein hóttan, vit hava liva undir síðani mitt í áttatiárunum, men vit hava aldrin fingið so nógv fyri okkara fisk, sum nú. Tí eru tað fólk við kálvahjarta, sum slaka fyri slíkum trýsti, og slíkum hóttanum. Hinvegin eiga vit at kanna, hvussu stórur stovnurin er, men tað er ongin orsøk til at taka ein steðg, til eitt úrslit fyriliggur, tí tað er einki, sum bendir á, at stovnurin er í minking. Helena Dam á Neystabø: Vi skulu ikki lata okkum kroysta Nei Vit skulu sjálvi gera av, hvussu vit skipa okkum á hesum øki og vit skulu ikki lata okkum kroysta av útlendskum felagsskapum. Men veiðan skal vera burðar­ Hetta siga tey um sp