mánadagur 17. september 2018síða 7
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. september 2018 · Nr. 107
POLITIKKUR
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Árant Jørundur Hansen,
Vaktarhúsvegur 11, 511
Gøtugjógv, føddur tann
26.10.1939, deyður tann
08.06.2017, og eftirsitandi
hjúnarfelaga Laura Kirstin
Hansen, verða við hesum
biðin um innan 3 mánaðar
frá kunngerð av hesi lýsing
at boða frá og skjalprógva
krøv síni fyri undirritaða
skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Advokatvirkið, Skansavegur
1, 100 Tórshavn, vísandi til
sks.nr. 211/2017, saman við
frumriti av teimum skjølum,
sum krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 7. september 2018.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Jón Kristjansson (fyrr:
Jón Bogi Jensen), Eystan
Heyg 15, 100 Tórshavn,
føddur tann 28. oktober
1950, deyður tann 29. juni
2018, verða við hesum biðin
um innan 6 mánaðar frá
kunngerð av hesi lýsing at
boða frá og skjalprógva krøv
síni fyri undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Petur Even
Djurhuus, Yviri við Strond 4,
100 Tórshavn, vísandi til sks.
nr. 222/2018, saman við
frumriti av teimum skjølum,
sum krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 13. september 2018.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Rita Kirstine Hinge í Dali,
Hoyvíksvegur 58, 100
Tórshavn, fødd tann 1.
desember 1926, deyð tann
12. juli 2018, verða við
hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Skansavegur 1, 100
Tórshavn, vísandi til sks.nr.
232/2018, saman við frumriti
av teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 7. september 2018.
dygg og landsstýrið eigur beinan
vegin at kalla allar grindaformenn
í landinum saman at viðgera støð
una, og at koma við tilmælum um,
hvussu vit tryggja, at drápið er
burðardygt og at drápið verður líka
væl skipað, sum grindadráp er, og
at vit fáa mønustingarar, sum rigga
til springarar.
Og til vit hava fingið greiði á
øllum hesum ivamálum, eiga vit
ikki at halda springarum til.
Bill Justinussen
Eg eri í villarreiði
Nei
Mær dámar illa vit skulu laga
okkara livihótt eftir krøvum frá
útlendskum
umhvørvisfelags
skapum. Men vit eiga at gera
eina meting av, hvørja ávirkan
tað hevur á okkara útflutning og
spyrja tær útflutningsfyritøkur,
hvørja ávirkan tað hevur. Tað eru
fleiri føroyingar, sum liva av okkara
útflutningi enn av springaratvøsti.
Vit hava hvør sær, okkara
meting av, hvørja styrki umhvørvis
felagsfelaggskapirnir
hava,
og
halda tey, at tað er ein vansi, mugu
vit taka tað haðani frá.
Heðin Mortensen
Vit skulu ikki slaka
Nei
Vit skulu ikki gevast at drepa
springara, men teir skulu drepast
undir viðurskiftum, sum eru líka
væl skipað, sum grindadrápið er.
Tí skulu vit antin at læra folk
at skera springara á háls, ella eiga
vit at fáa ein mønustingara, sum
er sergjørdur til at drepa springara
við.
Fara fyrst fyrst at slaka í sam
bandi við springara, ivist eg ikki í,
at grindin verður tað næsta, sum
stendur fyri tørni.
Eingin grund til at bíða at
drepa springara til viðurskiftini
eru fingin í rættag. Vit skulu bara
syrgja fyri at fáa viðurskiftini í
rættlag sum skjótast.
Jógvan Skorheim
Vit skulu brúka
okkara tilfeingi
Nei
Vit skulu halda fast um okkara rætt
at gagnnýta okkara náttúrutilfeingi
og tað er eingin orsøk til at broyta
nakað í tí.
Kristin Michelsen:
Javnaðarflokkurin
Nei
- Vit hava dripið springarar nú
í fleiri ár. Nú vóru nakrir fáir á
Skálafjørðinum
hósdagin,
sum
sýslumaðurin lat fara. Tá er tað
meira møði enn føði. Men er tað ein
hampuligur bólkur, er einki at ivast
í, at teir skulu drepast.
Jónleif Johannesen:
Ja
- Eg haldi, vit skulu steðga við at
halda springarabólkum til. Men eru
springarar uppi í einari grind, skal
mann ikki lata ta grindina sleppa
orsakað av springarunum. Tað
undantakið má mann gera, soleiðis
at mann kann halda einari grind til.
- Eg haldi, at vit hava nógv
góð argument fyri at halda fram
við at drepa grind. Men um vit
nú eisini fara at argumentera
fyri at drepa springarar, trúgvi
eg ikki, at argumentatiónin fyri
grindadrápi fer at halda, og tá fara
mótstøðufólkini at klára at bróta
tann verjugarðin. Og so er vandi
fyri, at mann fer líka á botn, soleiðis
at vit kunnu missa forstáðilsi fyri
at drepa grind.
Jenis av Rana:
Ja
- Tað er eingin sum helst orsøk til at
halda fram við at drepa springarar.
Vit eru í Føroyum ikki von við at
drepa springarar, og at halda fram
skapar bara trupulleikar. Hatta øsir
ov nógv, og vit hava ikki brúk fyri
øsingini, sum hatta skapar. Tann
øsingin rakar okkum ov nógv,
og okkara umdømi er nóg ringt í
forvegin. Vit fáa jú nokk av grind,
sum nú er, so um tað var, at vit vóru
í neyð, hevði tað verið ein annar
spurningur.
Bárður á Stein Nielsen
Nei
Byrja vit at slaka, gevast vit eisini at
drepa grind. Eingin vísindalig orsøk
er heldur at halda, at vit skulu ansa
eftir við at drepa springarar. Hetta
er okkara náttúrutilfeingi, onku
staðni kemur kjøtið í Miklagarði
frá.
Bjørn Kalsø
Nei
Tað er eingin munur á grind og
springara. Vit kunnu ikki velja
kríatúr burturúr, sum eru ov fitt
at drepa. Hinvegin, so má veiðan
skipast betri og vit mugu tryggja
okkum, at hon er burðardygg.
Edmund Joensen
Ja
Vit vita ov lítið um stovnin, og um
vit skulu veiða, so má veiðan verða
burðardygg.
Sjálvandi
skurrar
hetta í oyrunum á útlendingum.
Um onkur springari ger landgongd
saman við grindini, so verður tað
harvið, men vit skulu ikki reka
reinar springarabólkar.
Kári P. Højgaard
Ja
Vit mugu vurdera kostnaðin av
at drepa. Vit vita, at stór feløg
longu boykotta okkum orsaka av
grindadrápinum. Hetta kann gera
enn størri skaða.
Magni Laksáfoss:
Nei.
Svar: Tað er eitt treytað nei. Vit
skulu framhaldandi drepa spring
arar, men so skulu vit eisini doku
mentera, at tað kunna vit. Eins og
við grindini, so mugu staðfesta, at
stovnurin er stórur nokk og at veið
an er burðardygg. Um vit gera tað,
so kunna vit framhaldandi veiða
springarar. Um vit ikki staðfesta
tað, so haldi eg at vit eiga at gevast
við drápinum
Bjørt Samuelsen:
Nei.
Svar: Tað er eitt treytað nei. Eg
haldi at vit eru eitt oyggjafólk, ið
liva av tí tilfeingi, sum er í havin
um, men øll veiða skal vera undir
skipaðum viðurskiftum. Vit skulu
vera hundrað prosent vís í, at tað
er burðardygg veiða. Um vit skulu
halda fram at drepa springarar, so
má tað vera undir ógvuligum skip
aðum viðurskiftum og burðardygt,
har vit kenna sløgini og stovnarnar.
Páll á Reynatúgvu:
Ikki tikið støðu enn
Svar: Eg eri fastur fúsur í grinda
drápi og havi verið sterki fortalari
fyri tí, men eg havi aldrin verið í
springaradrápi. Tað sigur kanska
nakað um mín hugburð til tað.
Men sum prinsipp, so taki eg aldrin
støðu til eitt mál, áðrenn tað hevur
fingið viðgerð á tingi.
Katrin Kallsberg:
Ikki tikið støðu enn
Svar: Eg eri glað fyri hvussu man
hevur skipað grindadráp við grinda
skeiðum, loyvum og øðrum seinnu
árini. Tað hevur hjálpt okkum,
at grundgeva fyri, at grindadráp
er skipað. Men sjálvt um eg havi
loyvið at drepa grind og búgvi beint
við Sandagerð, so havi eg aldrin
verið til eitt springaradráp. Eg dugi
væl at skilja sjónarmiðini, ið Niels
Uni Dam førdi fram í Dag&Viku, at
óansæð hvat vit halda, so liva vit í
eini Disney verð. So eg veit ikki enn
hvørja støðu eg hevði tikið til eitt
slíkt uppskot.
Pauli Trond Petersen:
Nei.
Svar: Vit hava havt eina siðvenju
við at drepa springarar í Føroyum
í nógv ár. Eg haldi ikki vit skulu
lata okkum trýsta av umheiminum
at broyta tað siðvenju, ið vit hava
havt í tí føroyska samfelagnum
gjøgnum øll hesi árini.
Annita á Fríðriksmørk:
Nei.
Svar: Eg eri eitt sindur í tvístøðu.
Eg dugi væl at síggja, at man skal
standa fast og ikki geva seg. Tað
sum er umráðandi, er at tað man
veiður er burðardygt og at tað
verður gjørt á ein humanan hátt.
Men um umdømurin fær skaða
av hesum, so má man velja sínar
kampar og gevast at drepa spring
arar. Tað vil siga, um tað ikki er
burðardygt.
Ingolf S, Olsen:
Nei
Nei: Eg eri ikki fyri einum generell
um banni, men eg krevji at atlit
verður tikið til stovnsrøkt og
djóravælferð.
pringaradráp